Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2010

Samvirknar talvur – men hvussu tá samvirknar?

Seinastu árini er eitt nýtt fyribrigdi farið at gera um seg innan skúlagátt. Talan er um sonevndu samvirknu talvurnar, ið bæði hava elvt til stóra inspiratión og minst líka stóra frustratión kring um landið. Tað er ongantíð lætt at venja seg við nýggja tøkni, uttan so at man er ein av nørdunum, ið altíð vilja læra seg tað nýggjasta nýggja. Men fyri tey flestu er nýggj tøkni enn ein tung gøta, ið skal gangast, og fyri summi er hon so møtumikil, at tey setast aftur.
Samvirknar talvur kunnu brúkast til ómetaliga nógv ymiskt, og ætlanin við hesi grein er ikki at vísa á hvussu talvurnar kunnu nýtast í ymiskum lærugreinum. Tað kundi tó verið áhugavert um t.d. Vitanarstovnurin tók stig til at samla saman eitt katalog við fakspesifikkum nýtsluuppskotum. Ella kanska áttu fakini hvør sær at tikið seg saman til ein KT-brainstorm?
Ætlanin er heldur ikki at vísa á munirnar á teimum ymisku merkjunum av samvirknum talvum, t.d. Active Board, Cleverboard, Smartboard o.s.fr. Í staðin verður hugt eftir nø…