Skip to main content

Samvirknar talvur – men hvussu tá samvirknar?

Seinastu árini er eitt nýtt fyribrigdi farið at gera um seg innan skúlagátt. Talan er um sonevndu samvirknu talvurnar, ið bæði hava elvt til stóra inspiratión og minst líka stóra frustratión kring um landið. Tað er ongantíð lætt at venja seg við nýggja tøkni, uttan so at man er ein av nørdunum, ið altíð vilja læra seg tað nýggjasta nýggja. Men fyri tey flestu er nýggj tøkni enn ein tung gøta, ið skal gangast, og fyri summi er hon so møtumikil, at tey setast aftur.

Samvirknar talvur kunnu brúkast til ómetaliga nógv ymiskt, og ætlanin við hesi grein er ikki at vísa á hvussu talvurnar kunnu nýtast í ymiskum lærugreinum. Tað kundi tó verið áhugavert um t.d. Vitanarstovnurin tók stig til at samla saman eitt katalog við fakspesifikkum nýtsluuppskotum. Ella kanska áttu fakini hvør sær at tikið seg saman til ein KT-brainstorm?

Ætlanin er heldur ikki at vísa á munirnar á teimum ymisku merkjunum av samvirknum talvum, t.d. Active Board, Cleverboard, Smartboard o.s.fr. Í staðin verður hugt eftir nøkrum yvirskipaðum hættum at fata nýggju tøknina.

Eftir mínum tykki ber til at fata samvirknar talvur á trimum ymiskum stigum, alt eftir hvussu nógvar tøkniligar undanførleikar og hvussu stóran tøkniáhuga man hevur.


Fatanarstig 1) Samvirkna talvan sum lørift

Fyrsta fatanarstigið er at síggja samvirknu talvuna sum eitt lørift ella ein sjónvarpsskíggja.

Eg havi tíverri hoyrt dømi um skúlar, ið hava nýtt miklar upphæddir til at keypa samvirknar talvur, men av tí at skúlin einans hugsaði um at fáa ísinkramm til vega og mest sum gloymdi ta mentalu menningina, ið má til fyri at fáa ísinkrammið at rigga í praksis, verða samvirknu talvurnar nú einans nýttar sum skíggjar – sum dýrir avloysarar fyri videokanón og lørift. Tvs. at samvirknu talvurnar einans verða nýttar til at sýna fram m.a. framløgur, netsíður ella filmar.

Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ein sera órationell støða, tí um hetta veruliga verður mett nøktandi, so kundi man havt spart ta dýru íløguna og nýtt pengarnar til okkurt frægari.


Fatanarstig 2) Samvirkna talvan sum talva og glæra

Næsta fatanarstigið er at síggja samvirknu talvuna sum eina framkomna talvu ella ein yvirvaksnan telduskíggja, har til ber at skriva beinleiðis inn á við einum penni.

Skilt á hendan hátt er samvirkna talvan at skilja sum ein snild sameining av talvu og glæru. Tað ber framvegis til at skriva á talvuna, eins og gjørt varð við gomlu krittalvuni, men til ber at nýta fleiri litir og formatir, viska út aftur og eisini at seta serligar formar ella bakgrundar inn undir talvuna.

Í støddfrøði ber t.d. til at taka eitt logaritmiskt ark inn á talvuna, tá tørvur er á tí. Í landfrøði ber til at taka eitt kort inn á talvuna og tekna víðari á tað. Í alisfrøði ber til at taka eitt fasudiagramm inn, í tónleiki eitt nótark, í mállærugreinum kanska eina tabell, ið man síðani kann fylla út.

Eisini ber til at gera tankakort, organisatiónsdiagrammir, prosessdiagrammir o.s.fr. Her er tað sjálvandi upp til teir ymisku undirvísararnar og fakbólkarnar at finna nýggjar, kreativar hættir at nýta amboðið.

At enda kann nevnast, at við hesi tøknini ber til at goyma alla undirvísingina sum eina fíl og leggja hana út á t.d. First Class til næmingarnar, soleiðis at næmingarnir kunnu lata upp tilfarið og kanska arbeiða víðari við tí sjálvir ella saman við foreldrunum. Við hesum eru vit á veg inn á fatanarstig 3.


Fatanarstig 3) Samvirkna talvan sum læritilgongd

Triðja stigið er at gera samvirknu talvuna til ein integreraðan part av undirvísingini. Meðan bæði stig 1 og 2 byggja víðari á “gamla háttin” at undirvísa – partvíst talvuundirvísing og partvíst framsýning av visuellum tilfari – so fer stig 3 víðari.

Fyri at samvirkna talvan skal kunna brúkast sum læritilgongd, er tað neyðugt, at talan ikki einans er um eitt amboð hjá undirvísaranum, men eisini hjá næmingunum. Við øðrum orðum skulu næmingarnir eisini hava tey forritini, ið verða brúkt í undirvísingini, á sínum teldum. Tá forrit verða keypt inn til ein skúla, eigur tað at vera sjálvsagt, at tað verða keyptir næmingalisensar við.

Tað má gerast greitt, at vitan er nakað, ið øll í flokkinum eiga í felag, og kunnu arbeiða víðari við eftir tørvi. Man kann halda fram við undirvísingini onkran annan dag, soleiðis at ein framløga verður skapað og tillagað hvønn tíma í staðin fyri at vera eitt liðugt produkt, ið undirvísarin hevur evnað til sjálvur. Samvirkna talvan kann á hendan hátt vera við til at geva flokki og undirvísara eitt betri kollektivt minni. 

Eisini kann man í nógv størri mun nýta undirvísingina til at fáa næmingarnar til at gera framløgur, leggja fram o.s.fr. Hetta gevur eisini munandi betri møguleikar fyri at meta um munnligu førleikarnar hjá næmingunum, tí teir verða noyddir at koma fram á talvuna í staðin fyri at krógva seg aftast í stovuni. Eisini skapar nýggja tøknin møguleika at sameina skrivligu og munnligu læritilgongdina.

Tað avgerandi er, at undirvísingin ikki einans fokuserar á, at næmingarnir “ogna sær vitan”, men at teir eisini “framleiða vitan”, helst við so framkomnari tøkni sum gjørligt. Vitan er ikki einans nakað, ið stendur í undirvísingartilfarinum, men nakað, ið skal gerast ein partur av førninginum hjá tí einstaka næminginum gjøgnum praksis. Ella sum eg plagi at siga við næmingarnar: “Tað eru tit næmingar, ið eru lærarar, tí tað eru tit, ið eru her fyri at læra”.

Sæð frá hesum sjónarhorni broytist leikluturin hjá undirvísaranum frá bert at vera fyrilestrarhaldari og dómari til eisini at gerast vegleiðari og góðskumetari. Tað nýggja er, at nú ber til at skapa undirvísingina saman við næmingunum, og hetta skapar møguleikar fyri eini meiri førleikavendari undirvísing. Ein vanlig fatan av undirvísing hevur verið, at undirvísarin skal yvirføra vitan til næmingarnar og at tað námsfrøðiliga aspektið liggur í at venda og snara tilfarið á ymiskan hátt, soleiðis at fólk fáa fleiri kjansir at fanga tað. Mínar egnu royndir siga, at hetta slagið av undirvísing sanniliga er týðandi, men eisini at hetta ikki eigur at standa einsamalt.

At enda vil eg nevna, at vit endiliga ikki mugu skilja tøknina sum nakað altdominerandi, ið fer inn og yvirtekur undirvísingina. Sambært mínum royndum er eingin undirvísingarformur so hugkveikjandi fyri næmingarnar sum beinleiðis samrøða og kjak við næmingarnar – ja, at sýna næmingunum veruligan menniskjuligan áhuga. Men tann góði undirvísarin má kunna bjóða eina rúgvu av ymiskum undirsvísingarhættum, og eftir mínum tykki er samvirkna talvan bert enn eitt framúr undirvísingaramboð.


Menningin kemur ikki av sær sjálvari
 
Eg havi í hesi grein nevnt ymiskar hættir at nýta samvirknu talvuna. Eg havi býtt hesar hættir upp í trý fatanarstig, men hetta merkir ikki, at triðja fatanarstigið er betri enn tað fyrsta ella tað næsta. Tann KT-køni undirvísarin eigur hinvegin at nýta samvirknu talvuna á allar hættir – alt eftir tørvi. Viðhvørt er tørvur á at nýta talvuna sum skíggja, viðhvørt er tørvur á at nýta talvuna sum talvu og viðhvørt er neyðugt at nýta talvuna samvirkið – tað útilokar ikki hvørt annað. Tað, ið um ræður, er at undirvísararnir læra seg teir neyðugu førleikarnar til at variera undirvísingina.

Men hendan menningin kemur ikki av sær sjálvari. Tað er bláoygt at halda, at bara man keypir talvur og forrit, so kemur menningin av sær sjálvari. Tað er neyðugt, at skúlaleiðslurnar vísa vegin. Hóast tað vilja vera ávísir undirvísarar, ið altíð eru frammanfyri menningina, so er hetta als ikki galdandi fyri øll. Skúlaleiðslurnar mugu ikki sleppa teimum minni KT-kønu á fjall, men geva teimum neyðugu skeiðini til at fáa tingini at rigga.

Tað sigur seg sjálvt, at summi eru meiri tøkniliga framkomin enn onnur og kunnu tí nýta samvirknu talvurnar til meiri enn onnur. Men hetta merkir ikki, at tey minni framkomnu skulu vraka nýggju tøknina. Vit eiga at tola, at summir undirvísarar í fyrstu syftu bert síggja meining í at nýta samvirknu talvuna sum skíggja. Vónandi fara hesi við tíðini at vága sær út í eina meiri víðfevnda nýtslu av tøknini.


Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur, Hoydalar


n.b. Til prentaðu útgávuna í Skúlablaðnum varð greinin stytt nakað.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…