Monday, February 28, 2011

Til Føroya Skúlabókagrunn og føroyska almenningin

Í samband við at Føroya Skúlabókagrunnur ætlar at útgeva eitt nýtt atlas, ynskja vit undirritaðu, sum hava útbúgving í fakinum geografi, og gjøgnum arbeiði, undirvísing og gransking hava góðar royndir á hesum fakøki, at siga frá okkara støðu.

Vit meta, at tað rætta er, at eitt atlas til nútíðar føroyskan skúla og almenning skal avspegla Heimin, sum hann er í dag. Tað skal økja um kunnleikan um Heimin, vit liva í. Landanøvn og onnur staðanøvn verða brúkt til at finna lond, býir, støð og leiðir, bæði í atlassum, á alnetinum, við GPS, á Google Earth og nógvar aðrastaðni. Atlas og staðanøvn skula vera praktisk og eintýdd.

Vit meta, at tað gamla Heimsatlassið frá 1993 hevði nógv lýtir, serliga tá tað kom til skriving og staving av landa- og øðrum staðanøvnum. Eitt nýtt atlas má ikki endurtaka hesar feilir.

Vit skjóta upp, at nakrar einfaldar reglur verða fylgdar. Tær týdningarmestu eru:

  • Landa- og staðanøvn vera skrivaði soleiðis, sum siður er í teimum ymsu londunum. Har tað latínska alfabetið verður brúkt, er eingin trupulleiki. Vit mæla til at stavirnir c, q, w, x, z, sum eru partur av vanliga latínska alfabetinum, og sum bæði Staðanavnanevndin, Málnevndin og Løgtingsins Mentanevnd mæla til at taka upp, fáa sítt natúrliga pláss í einum føroyskum atlassi. Zimbabwe er einki føroyskt staðanavn, og eigur tí at stavast soleiðis, sum teir sjálvir gera í tí afrikanska landinum. Landið Chile hevur spanskt sum høvuðsmál og brúkar latínska alfabetið, tí meta vit stavimátan Kili at vera eitt mistak.
  • Á føroyskum, eins og á øðrum málum, eru nøkur nøvn, sum kunna sigast at hava hevd frá gamlari tíð. Tey ery vorðin konventión. Dømir eru landanøvnini Svøríki, Týskland, Belgia, Holland, Frankaríki, Spania, sum øll hava ein annan form í heimlondunum. Hesi nøvn skula hava sítt pláss í einum føroyskum atlassi.
  • Royna at minka um exonymir (fremmandir navnaformar í øðrum londum), tá tað er gjørligt. Vit mæla frá at gera nýggj exonymir.
  • Staðanøvn í londum, sum hava eitt annað alfabet enn tað latínska, skulu skrivast soleiðis, sum viðurkendar reglur fyri transskribering tilmæla, eitt nú Pinyin-reglurnar viðvíkjandi kinesiskum.
  • Øll staðanøvn hava onkran upprunaligan týdning, men tey skula endurgevast soleiðis, sum vanligt er í dag. Tey skula ikki umsetast ella týðast. Tí ráða vit frá at endurtaka mistøkini í gamla atlassinum, sum Grønhøvdaoyggjar (Cabo Verde) ella Høvdastaður (Kaapstad ella Cape Town). Somuleiðis er skeivt í einum nútíðaratlassi at brúka avoldaðar, gamlar formar sum Líðandisnes fyri Lindesnes, ella Burgundarhólmur fyri Bornholm.

Skúlabókagrunnurin hevur boðað frá, at hann fer at fylgja reglugerðini hjá forlagnum HarperCollins (HarperCollins Cartographic place naming policy). Men hann skoytir uppí, at ”Umframt leiðreglurnar frá HarperCollins fer Føroya Skúlabókagrunnur at nýta navnalistan frá útgávuni í 1993.”

Hetta seinasta ískoytið sigur so mikið, at skúlabókagrunnurin fer endurtaka mistøkini frá tí gamla atlassinum.

Tað gamla atlassið var løgið og inkonsekvent við at brúka tvey ólík alfabet. Tað vanliga latínska alfabetið varð brúkt til at skriva meginpartin av nøvnunum í atlassinum. Men tað ’hammershaimbska’ (uttan c, q, w, x og z) varð eina brúkt til at skriva landanøvnini. Hesin inkonsekvensur sæst týðiliga, tá eitt land skrivast Kuveit, men høvuðsstaðurin í sama landi skrivast Kuwait. Ella har landið skrivast Meksiko, men grannastaturin í USA er New Mexico. Tað, at skriva landanøvn við einum skerdum alfabeti, gevur ikki slíkum landanøvnum hevd ella konventionellan status.

Nú alt bendir á, at bókstavirnir í tí vanliga latínska alfabetinum fáa innivist í føroyskum, so er als eingin grund til at hava nakrar serligar stavimátar, sum útihýsa c, q, w, x og z í nøvnum í fremmandum londum.

Staðanøvn í øðrum londum skulu respekterast, líka sum føroyingar vænta at onnur respektera føroysk staðanøvn. Vit mæla tí so staðiliga frá, at tann gamli landanavnalistin verður tikin fram aftur. Mistøk gerast ikki rættari við at endurtaka hesi somu mistøk.

Tórshavn 28. februar 2011

Búgvi Poulsen, Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Hoydalar

Hans Holm, fyrr Føroya Læraraskúla

Heðin Hammer, Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Hoydalar

Jógvan Mørkøre, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Ole V. Laursen, Miðnámsskúlin í Suðuroy

Randi Frederiksberg, Vinnumenningardeildin, Tórshavnar Kommuna

Rolf Guttesen, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Sámal Matras Kristiansen, Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Hoydalar

Sámal T.F. Johansen, Føroya Landsskjalasavn

Susanne Barding, Studentaskúlin og HF-skeið á Kambsdali

Tuesday, February 1, 2011

Størri rúm fyri kanningararbeiði í undirvísingini

08:10, 09:40, 10:00, 11:30, 12:00, 13:30, 13:45, 15:15.

Hesi tølini kenna vit øll betur enn flest onnur tøl. Hesi tølini eru týðningarmestu tølini í gerandisdegnum hjá teimum, ið arbeiða ella lesa í Hoydølum, tí tey seta mørk fyri tí mesta av arbeiðnum. Tey siga nær vit skulu gera eitt og nær vit skulu gera eitt annað.

Innanfyri eitt 90-minutta intervall skulu ávísar uppgávur savnast og loysast. Hetta er ein skipan, ið endurtekur seg alla tíðina og ikki broytist, og tí ger hetta tað eisini lætt at planleggja undirvísingina. Man kennir bæði sum undirvísari og lesandi tær grundleggjandi tíðarresursirnar, ið eru til taks, og innan hesar karmar ber til at fremja teir aktivitetir, ið skulu til fyri at skapa ta ynsktu læringina.

Sjálvur haldi eg, at tað er frálíkt at hava fastar karmar, og eg upplivi eisini, at næmingar sum heild seta prís upp á at hava ein rutinukendan gerandisdag, eisini hóast rutinan viðhvørt kolliderar við teir meiri spontantu partarnar av lívinum.

Men...


Heildagar skapa fleksibilitet

Tað, eg tó veruliga sakni í studentaskúlaskipanini eru meiri fleksiblir karmar, ið kunnu gera tað møguligt at leggja undirvísingina alternativt til rættis. Eg sakni, at tað eru betri umstøður til at gera longrivarandi kanningarundirvísing t.d. sum liður í  verkætlanarundirvísing, har vit saman við næmingunum nýta t.d. ein heilan dag til at innsavna tilfar, ið síðani kann víðariarbeiðast til t.d. rapportir.

Sum nú er noyðast vit at ganga biddaragongd fyri at skava saman tíðarresursir til at gera slíkt arbeiði. Tað er ein eyka forðing fyri alternativa undirvísing, um man allatíðina má sigla millum skerini. Tá er ofta lættari at halda seg til tann vanliga, trygga strukturin, har man ongantíð er í vanda fyri at sigla inn í ætlanirnar hjá øðrum.

Eg sakni, at lærugreinarnar fáa nakrar heildagar gjøgnum árið. Allar lærugreinar kundu fingið ágóðan av einum slíkum bygnaði. Eitt dømi um kanningararbeiði er feltarbeiði, og feltarbeiði er serliga vanligt í teimum lærugreinum eg umboði, umframt m.a. Lívfrøði, men tað kann hugsast, at aðrar lærugreinar eisini fingu eyguni upp fyri feltarbeiði sum undirvísingarhátti. Søga kundi farið at kannað søguspor í lendinum – møguliga kombinerað við einum fyrilestri. Evnafrøði kundi tikið royndir av bæði úti- og iniluft og gjørt analysur av tilfarinum. Føroyskt kundi vitjað fólkaskúlaflokkar og kannað teirra málsligu førleikar.


Letur upp fyri alskyns undirvísingarhættum

Umframt hetta skal sigast, at tað eisini finnast aðrir formar fyri kanningararbeiði enn feltarbeiði. T.d. starvstovuroyndir, verkætlanararbeiði gjøgnum datasett ella arbeiði við litteraturi. Felags fyri hesar aktivitetir er, at teir ofta eru tíðakrevjandi og kundu verið gjørdir meiri til lítar, um man slapp úr 90-minutta strukturinum.

Møguleikarnir eru víðir, og einans hugflogið setir mørk. Um kanningararbeiði ikki er sakin, ber til at nýta alternativu tíðarresursirnar til nakað heilt annað. T.d. at gera ein temadag, har vanlig undirvísing, framsýning, filmur, skriviverkstaður o.m.a. verða sameind í eitt samanhangandi heildagsskeið.

Eisini letur hetta upp fyri samstarvi millum fleiri undirvísarar – antin innan somu lærugreinir, ella – har tað er hóskandi – millum ymiskar lærugreinar.

At enda vil eg nevna, at tað sjálvandi má standa hvørjum einstøkum undirvísara frítt hvussu ein slíkur heildagur skal nýtast. Hetta við at tvinga onkra toppstýrda spennitroyggju niðuryvir okkum, er einans við til at køva kreativitetin. Eg haldi, at tað er tørvur á at skapa rúm fyri kreativiteti, tí annars er ov skjótt at vit enda í einari gráari gerandisrutinu, har vit endurtaka okkum ferð eftir ferð.


Grundvitanin ikki sleppast upp á fjall

Mítt ynski til ein betri studentaskúla vildi í praksis verið at fingið nakrar fastar heildagar, ið vóru fastsettir longu við skúlaársbyrjan, soleiðis at til ber at planleggja fram móti tí, gera avtalur, byggja upp grundvitanina hjá næmingunum o.s.fr.

Júst hetta síðsta – grundvitanin – er avgerandi, tá vit tosa um kanningararbeiði og verkætlanararbeiði. Alt ov nógv fólk hava ta fatan, at slíkt arbeiði fyrst og fremst snýr seg um tað sosiala: um at aktivera fólk. Hetta er ein syndarlig fatan, tí veruligt kanningarbeiði eigur júst at vera sera fakliga orienterað. Á studentaskúlastøði eigur kanningararbeiðið eftir mínum tykki at vera kulminatiónin av tí ordineru undirvísing, ið er farin fram frammanundan – t.d. sum liður í eini verkætlan, har næmingurin sleppur at sýna í verki hvat hann hevur lært av teori og metodu.

Verkætlanararbeiði inniber at geva næmingunum størri frælsi í læringini, men um ikki tann fakliga grundvitanin er fingin upp á pláss fyrst, so endar kanningararbeiðið og verkætlanararbeiðið á einum óneyðuga lágum støði – til frustratión fyri okkum fakfólk, men sanniliga eisini fyri næmingarnar, ið ofta eru sera ambitiøsir og sinnaðir at læra sjálvstøðugt.

Upplegg hildið í sambandið við pedagogiskan dag í Hoydølum 31. jan. 2011

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...