Skip to main content

Størri rúm fyri kanningararbeiði í undirvísingini

08:10, 09:40, 10:00, 11:30, 12:00, 13:30, 13:45, 15:15.

Hesi tølini kenna vit øll betur enn flest onnur tøl. Hesi tølini eru týðningarmestu tølini í gerandisdegnum hjá teimum, ið arbeiða ella lesa í Hoydølum, tí tey seta mørk fyri tí mesta av arbeiðnum. Tey siga nær vit skulu gera eitt og nær vit skulu gera eitt annað.

Innanfyri eitt 90-minutta intervall skulu ávísar uppgávur savnast og loysast. Hetta er ein skipan, ið endurtekur seg alla tíðina og ikki broytist, og tí ger hetta tað eisini lætt at planleggja undirvísingina. Man kennir bæði sum undirvísari og lesandi tær grundleggjandi tíðarresursirnar, ið eru til taks, og innan hesar karmar ber til at fremja teir aktivitetir, ið skulu til fyri at skapa ta ynsktu læringina.

Sjálvur haldi eg, at tað er frálíkt at hava fastar karmar, og eg upplivi eisini, at næmingar sum heild seta prís upp á at hava ein rutinukendan gerandisdag, eisini hóast rutinan viðhvørt kolliderar við teir meiri spontantu partarnar av lívinum.

Men...


Heildagar skapa fleksibilitet

Tað, eg tó veruliga sakni í studentaskúlaskipanini eru meiri fleksiblir karmar, ið kunnu gera tað møguligt at leggja undirvísingina alternativt til rættis. Eg sakni, at tað eru betri umstøður til at gera longrivarandi kanningarundirvísing t.d. sum liður í  verkætlanarundirvísing, har vit saman við næmingunum nýta t.d. ein heilan dag til at innsavna tilfar, ið síðani kann víðariarbeiðast til t.d. rapportir.

Sum nú er noyðast vit at ganga biddaragongd fyri at skava saman tíðarresursir til at gera slíkt arbeiði. Tað er ein eyka forðing fyri alternativa undirvísing, um man allatíðina má sigla millum skerini. Tá er ofta lættari at halda seg til tann vanliga, trygga strukturin, har man ongantíð er í vanda fyri at sigla inn í ætlanirnar hjá øðrum.

Eg sakni, at lærugreinarnar fáa nakrar heildagar gjøgnum árið. Allar lærugreinar kundu fingið ágóðan av einum slíkum bygnaði. Eitt dømi um kanningararbeiði er feltarbeiði, og feltarbeiði er serliga vanligt í teimum lærugreinum eg umboði, umframt m.a. Lívfrøði, men tað kann hugsast, at aðrar lærugreinar eisini fingu eyguni upp fyri feltarbeiði sum undirvísingarhátti. Søga kundi farið at kannað søguspor í lendinum – møguliga kombinerað við einum fyrilestri. Evnafrøði kundi tikið royndir av bæði úti- og iniluft og gjørt analysur av tilfarinum. Føroyskt kundi vitjað fólkaskúlaflokkar og kannað teirra málsligu førleikar.


Letur upp fyri alskyns undirvísingarhættum

Umframt hetta skal sigast, at tað eisini finnast aðrir formar fyri kanningararbeiði enn feltarbeiði. T.d. starvstovuroyndir, verkætlanararbeiði gjøgnum datasett ella arbeiði við litteraturi. Felags fyri hesar aktivitetir er, at teir ofta eru tíðakrevjandi og kundu verið gjørdir meiri til lítar, um man slapp úr 90-minutta strukturinum.

Møguleikarnir eru víðir, og einans hugflogið setir mørk. Um kanningararbeiði ikki er sakin, ber til at nýta alternativu tíðarresursirnar til nakað heilt annað. T.d. at gera ein temadag, har vanlig undirvísing, framsýning, filmur, skriviverkstaður o.m.a. verða sameind í eitt samanhangandi heildagsskeið.

Eisini letur hetta upp fyri samstarvi millum fleiri undirvísarar – antin innan somu lærugreinir, ella – har tað er hóskandi – millum ymiskar lærugreinar.

At enda vil eg nevna, at tað sjálvandi má standa hvørjum einstøkum undirvísara frítt hvussu ein slíkur heildagur skal nýtast. Hetta við at tvinga onkra toppstýrda spennitroyggju niðuryvir okkum, er einans við til at køva kreativitetin. Eg haldi, at tað er tørvur á at skapa rúm fyri kreativiteti, tí annars er ov skjótt at vit enda í einari gráari gerandisrutinu, har vit endurtaka okkum ferð eftir ferð.


Grundvitanin ikki sleppast upp á fjall

Mítt ynski til ein betri studentaskúla vildi í praksis verið at fingið nakrar fastar heildagar, ið vóru fastsettir longu við skúlaársbyrjan, soleiðis at til ber at planleggja fram móti tí, gera avtalur, byggja upp grundvitanina hjá næmingunum o.s.fr.

Júst hetta síðsta – grundvitanin – er avgerandi, tá vit tosa um kanningararbeiði og verkætlanararbeiði. Alt ov nógv fólk hava ta fatan, at slíkt arbeiði fyrst og fremst snýr seg um tað sosiala: um at aktivera fólk. Hetta er ein syndarlig fatan, tí veruligt kanningarbeiði eigur júst at vera sera fakliga orienterað. Á studentaskúlastøði eigur kanningararbeiðið eftir mínum tykki at vera kulminatiónin av tí ordineru undirvísing, ið er farin fram frammanundan – t.d. sum liður í eini verkætlan, har næmingurin sleppur at sýna í verki hvat hann hevur lært av teori og metodu.

Verkætlanararbeiði inniber at geva næmingunum størri frælsi í læringini, men um ikki tann fakliga grundvitanin er fingin upp á pláss fyrst, so endar kanningararbeiðið og verkætlanararbeiðið á einum óneyðuga lágum støði – til frustratión fyri okkum fakfólk, men sanniliga eisini fyri næmingarnar, ið ofta eru sera ambitiøsir og sinnaðir at læra sjálvstøðugt.

Upplegg hildið í sambandið við pedagogiskan dag í Hoydølum 31. jan. 2011

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…