Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2011

Merkið – eitt savnandi symbol

(Røða hildin á flaggdagshaldinum í Hvalvík 2011) Merkið er eitt fleirtýtt symbol. Tað kann bæði symbolisera sameining og sundurlaging. Tað kann bæði merkja einsporing og fjøltáttan. Alt eftir lívsáskoðan vilja vit nýta ymiskar grundgevingar fyri hví flaggið antin er eitt gott ella eitt ringt symbol. Merkið verður helst fyrst og fremst fatað sum eitt tjóðskaparligt symbol. Tað ger okkum til nakað serligt, nakað øðrvísi enn onnur fólkasløg. Vit kunnu nýta flagsins litir til at prýða okkara landslið í ymiskum ítróttum, til at mála okkara flogfør, til at mála okkara skip o.s.fr. Ja, flaggið verður nýtt til at symbolisera, at vit eru felags um ymiskt.Men Merkið er eisini eitt norðurlendskt og eitt kristið symbol, ið setir okkum í eitt størri mentanarligt høpi enn tað reint tjóðskaparliga. Føroyingar eru ikki einans føroyingar – vit eru eisini norðurlendingar, evropearar, ja heimsborgarar. Og vit hava mál og mentan, ið byggja á somu felags rót sum nógv onnur mál og mentanir. Tað er gott at h…
Hugtakandi concert við Tórshavnar KamarkóriTað var við stórum áhuga at vit Langafríggjadag trillaðu út á Toftir at hoyra Kamarkórið &/co framføra verk eftir Fauré og Mendelssohn. Tað er sera forkunnugt at hoyra tónleik eftir hesum báðum tónaskøldunum, so tað ræður um at nýta høvið, tá tað býðst. Tíverri er tað ofta soleiðis í Føroyum, at fólk setast aftur heldur enn at fara avstað, tá okkurt slíkt tiltak er á skránni – serliga tá concertir verða lagdar í Eysturoynni, har tað tykist vera trupult at skapa áhuga fyri nógvum øðrum enn at sparka rundar leðurkúlur. Men hetta var ein frálíkt valdur dagur at leggja eina concert, ið m.a. umfataði eitt Requiem. Sjálvandi skal eitt Requiem syngjast Langafríggjadag, tí tá eru fólk onkursvegna andaliga predisponerað til slíkan tónleik.Og Fríðrikskirkjan var eisini næstan hálvfull, hóast eg hevði óttast, at bert fá fólk fóru at koma. Tað snilda við bonkunum í Fríðrikskirkjuni er, at rygglenið kann takast av og setast hinumegin beinkin, soleiðis…

Dømi um gongubreytir millum bygdir

Fuglafjørður - Kambsdalur 1) Frá Kambsdali norður eftir fløtum til brunnarnar við Breiðá.2) Haðani eftir verandi vegi oman móti landsvegnum.3) Gongutunnil inn undir landsvegin4) Javnt hallandi brekka oman frá Breiðá gjøgnum bøin og oman í bygdina










Meiri kemur...