Tuesday, April 26, 2011

Merkið – eitt savnandi symbol


















(Røða hildin á flaggdagshaldinum í Hvalvík 2011)

Merkið er eitt fleirtýtt symbol. Tað kann bæði symbolisera sameining og sundurlaging. Tað kann bæði merkja einsporing og fjøltáttan. Alt eftir lívsáskoðan vilja vit nýta ymiskar grundgevingar fyri hví flaggið antin er eitt gott ella eitt ringt symbol.

Merkið verður helst fyrst og fremst fatað sum eitt tjóðskaparligt symbol. Tað ger okkum til nakað serligt, nakað øðrvísi enn onnur fólkasløg. Vit kunnu nýta flagsins litir til at prýða okkara landslið í ymiskum ítróttum, til at mála okkara flogfør, til at mála okkara skip o.s.fr. Ja, flaggið verður nýtt til at symbolisera, at vit eru felags um ymiskt.

Men Merkið er eisini eitt norðurlendskt og eitt kristið symbol, ið setir okkum í eitt størri mentanarligt høpi enn tað reint tjóðskaparliga. Føroyingar eru ikki einans føroyingar – vit eru eisini norðurlendingar, evropearar, ja heimsborgarar. Og vit hava mál og mentan, ið byggja á somu felags rót sum nógv onnur mál og mentanir. Tað er gott at hava ein sterkan tjóðskaparligan samleika, men tað kann ongantíð vera nokk í sær sjálvum. Í einum globaliserandi heimi eigur okkara samleiki nettupp at vera ein háttur at orientera seg í heiminum – ikki at taka frástøðu frá heiminum.

Lagnan hjá Merkinum er treytað av hvussu vit fata tað. Tað ringasta, ið kann henda, er um Merkið fær ein smalan, excluderandi týðning. Tað besta, ið kann henda, er at Merkið er eitt sterkt, includerandi symbol í einum alheimi av óteljandi symbolum.

Nýta vit Merkið til at excludera, verður Merkið skjótt meiningsleyst fyri tey flestu, tí tað vilja tá vera tey fáu, ið royna at definera hvussu onnur skulu liva og hugsa, vera og gera. Í einum nationalum heimi bar hetta til, men við globaliseringini fer hetta at innibera, at tey excluderaðu taka frástøðu frá tí felags symbolinum – og heldur orientera seg móti øðrum symbolum.

Nýta vit hinvegin Merkið sum eitt includerandi symbol, ið bjóðar fólki og teirra fremmandu inspiratiónum vælkomnum hendanvegin, so vil tað koma at standa sterkt eisini í framtíðini. Merkið má vera eitt symbol fyri tollyndi, hjartarúmi, sameining og fjøltáttan. Vit mugu taka frástøðu frá fundamentalismu, sjálvgleði, sundurlaging og einsporing.

Hóast tjóðirnar uttan iva fara at kámast í tíðunum framyvir, so fara tær framvegis at spæla ein stóran leiklut nógv ár frameftir. Tað er jú soleiðis, at vit við okkara søguligu og mentanarligu barlast hava nakrar fatanir av hvat er vakurt, gott og rætt: Landið er vakurt, okkara sangir eru vakrir, okkara mál er vakurt. Familjan er góð, hjúnarbandið er gott, samstarv og felagsskapur eru góð. Tað er rætt at vera hjálpsamur, rætt at vera solidariskur og tað er rætt at vera fríur.

Hetta eru bara nøkur dømi um tey virði, ið hetta samfelagið byggir á. Eg sigi ikki at hetta eru øll. Eg sigi ikki at hetta eru tey einastu. Eg sigi ikki at hetta eru tey bestu. Men um vit gera okkum far um tað ella ei, so hava vit eitt felags fundament, ið ger okkum til føroyingar – og høvuðsmeiningin við flaggdegnum er væl at minna okkum á okkara felags fundament: øll tey tingini, ið vit eru saman um.

Merkið má vera eitt symbol, ið sameinir tey virðini, ið vit hava kær, ikki eitt symbol, ið skal loyva einari sjálvhevjaðari mentanarelitu at seta dagsskránna uttan at spyrja fólkið eftir. Tíverri eru summi, ið halda, at tað ræður um at gera Føroyar til eitt unict og exclusivt samfelag í Norðuratlantshavi. Í staðin fyri at gera tað so liviligt sum gjørligt hjá fólki flestum vilja hesi heldur skerja bond okkara við tey lond vit hava mentanarfelagsskap við. Tað er bæði spell og vandamikið. Spell, tí at hesi mentanarligu bond geva okkum nakrar møguleikar fyri samstarvi, ið taka langa tíð at byggja upp av nýggjum. Vandamikið, tí heilt nógvir føroyingar heldur fara at velja onnur lond fram um, um føroyska samfelagið verður so exclusivt, at bert tey mentanarliga rætttrúgvandi kunnu trívast her.

Á flaggdegnum 2008 skrivaði eg eina heldur øðrvísi flaggyrking[1]. Eg hevði verið til flaggdagshald á hesum sama staði og kendi á mær eitt ávíst meiningsloysi við hesum degnum.

Tú hongur har í einsemi,
sum ein kaldur klútur, vátur og skitin.
Tú hongur har í døpurhuga,
tí eingin vil kennast við teg.
Tú hongur har í líkasælu,
eitt symbol, ið áður var viljin og vitin,
ið leiddi eitt fólk fram í felagsskap,
men nú vísir tú ongum veg.

Tú hongur har, men veittrar ei,
tyngt niður av sambands- og loysingarstríði
um hvussu vit skulu tulka
tínar litir: Hvítt, reytt og blátt.
Ein dag ei longur vit kenna teg,
tá liggur tú millum burturgloymd skrýði
sum eitt minni um eitt droymandi fólk,
ið ei fann sín savnandi mátt.

Tú hongur enn og hongur hátt
yvir horntónleiki og felagsangi:
sangir, ið fólk ikki minnast,
tó tey royna at syngja við.
Hví merkja vit ei tína savnandi megi?
Hví doyva vit teg í horntónleiksgangi?
Heldur vit áttu at mintst tína tign
hugsandi, bindandi frið.

Ja, tað er ikki nakað nýtt at Merkið ikki longur megnar at savna tær stóru fjøldirnar, hvørki fyri ella ímóti. Merkið er í staðin vorðið eitt individuelt statussymbol, ið vit kunnu prýta okkara havar við ella klistra á bakrútin á okkara bili. Ella kanska hetta nýggja løgna rákið við at hava eitt flagg á ermuni á troyggjuni við teimum helst ótilætlaðu associatiónunum hetta gevur aftur til okkurt harðrent, nationalistiskt stýri í forðum.

Við ávísum millumbilum royna summi tó at fáa ein kollektivan tjóðskaparyl fram í føroyingum, og dagar sum Grækarismessa, Flaggdagurin og Ólavsøka eru hentir til hetta endamál. Tíverri eru summi, ið halda, at vit noyðast at taka frástøðu frá øðrum fyri at gerast nakað sjálvi.

Vit elska helst øll okkara Merki, hóast vit ikki eru samd um týðningin av tí. Men eg vil staðiliga ávara móti, at vit nýta Merkið til at framelva eina misskilta nationalismu, har vit taka frástøðu frá okkara upphavi og harvið eisini koma at missa mentanarliga sambandið við okkara bróðurfólk. Gaman í eru vit føroyingar, men vit eru sanniliga eisini norðurlendingar og vit eru eisini kristnir evropearar. Okkara mentanararvur og okkara samleiki byggja ikki einans á ein nalvaskoðandi nationalitet, men á okkara sambond við onnur.

Tað er í samstarvi við onnur lond at vit mugu byggja okkara samleika, ikki í einari fornermisligari frástøðutakan frá øðrum londum. At royna at líkjast frá bara fyri at líkjast frá er býttisligt og tænir ongum góðum endamáli. Vit eru ikki bara ein serstøk tjóð – vit eru ein limur í einum størri bólki av tjóðum, og tað er avgerandi at vit byggja okkara samleika og okkara mentan upp, soleiðis at vit í størstan mun kunnu vera ein partur av hesum stóra mentanarhøpi. Eitt týðandi aspect í hesum er sjálvandi fremmandmálsligi førleikin hjá okkum.

Føroyskur samleiki má ikki vera onkur abstract fantasi. Føroyskur samleiki má fyrst og fremst snúgva seg um at hava tað gott her í Føroyum. Tað vildi verið kærkomið um fleiri tulkaðu føroysku tjóðarsymbolini inn í eitt meiri opið og includerandi høpi. Vit eiga at vera komin longur enn bert til antin at vera fyri ella ímóti tjóðskapi. Vit eiga øll at vera stolt av okkara tjóðskapi, tí annars endar tað við, at tað verða smalhugaðir og excluderandi nationalistar, puristar og fundamentalistar, ið taka ræðið á symbolunum – til skaða fyri alla føroysku tjóðina.

Framhaldandi góðan flaggdag, góðu áhoyrarar.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...