Friday, May 6, 2011

Trivnaður – at planleggja fyri ymiskleika














Røða hildin á tiltaki um trivnað fyriskipað av Fuglafjarðar kommunu 5. mai 2011. Sí eisini greinina á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu. Eisini hava tíðindi verið á Portalinum um hetta.

Trivnaður er bæði nakað subjektivt og nakað yvirskipað. Tað krevjast karmar fyri at skapa trivnað, men tað krevur eisini eina tulking frá einstaklingunum sjálvum, tí í síðsta enda snýr trivnaður seg um at menniskju merkja sálarliga vælveru, og hetta er sum vera man ikki lætt at seta upp í ein formul. Tó má staðfestast, at fyri flest øll normal menniskju krevur trivnaður social netverk. Eftir at hetta er sagt, verður hugtakið tó sera óhondgrípiligt og torført at hava við at gera. Tað er sum við so nógvum øðrum mangtumfevnandi hugtøkum, at tey missa bit og fáa ymiskan týðning alt eftir hvønn ein tosar við.

Man kann skilja trivnað á sera nógvar hættir, og eins og við so nógvum øðrum samfelagsviðurskiftum er eitt ávíst spenni millum hvussu ymisk fólk fata trivnað. Man kann seta hetta upp í eina rúgvu av spenningsfeltum, men tey mest áhugaverdu eru eftir mínum tykki hesi:

1) Staðbundið >< mobilt

2) Fysiskt >< virtuelt

3) Einstaklingar >< kollektiv

4) Náttúra >< mentan

5) Heim >< bygd

1) Trivnaður kann bæði byggja á ein staðbundnan (lokalan) platform, ið tekur støði í einum geografiskt avmarkaðum øki. Umvent vita vit jú, at stórur partur av trivnaðinum hjá fólki í m.a. Fuglafirði er bygdur á mobilitet. Hetta hevur vanliga nakað við aldur at gera, tí vanliga hava vaksin størri sjónarring og størri flytføri enn børn. Steintór Rasmussen segði hetta so væl í vakra sanginum Rósa: “sum barn var heimurin bygdin, sum ung eitt oyggjaland, nú hevði hon hug at ferðast, út at síggja seg um”. Men tað hevur eisini nakað við ættarlið at gera, tí vit kunnu ikki vænta, at øll virðini og dreymarnir hjá uppvaksandi ættarliðunum eru tey somu sum tey hjá eldru ættarliðunum.

2) Trivnaður kann harumframt byggja á antin ein fysiskan ella ein virtuellan platform. Spurningurin er bara um socialu netverkini skulu vera beinleiðis ella umvegis onkran miðil, t.d. Internetið. Virtuelli veruleikin nýtist ikki at vera minni socialur enn tann fysiski (“kropsreelli”) veruleikin, bara socialur á ein annan hátt.

3) Hetta leiðir yvir í tann næsta spurningin, um trivnaðurin verður baseraður á einstaklingar ella á kollektiv. Sum sagt er tað ikki so einfalt sum summi vilja gera tað til, at virtuellir platformar føra til einsemi. Heldur ikki má man billa sær inn, at einsemi er ein mótsetningur til trivnað. Fólk eru so ymisk, og tað er ymiskt hvønn tørv fólk hava á at vera ávikavíst eina og í felagsskapi. Hjá normalum menniskjum vil tað altíð vera ein blanding av báðum, men tað vil variera nógv alt eftir persónligheitstypu.

4) Eisini er tað ymiskt hvussu stóran tørv ymisk fólk hava á mentanarupplivingum ávikavíst náttúruupplivingum. Hóast hugtakið trivnaður ofta verður nýtt sum synonym fyri mentan, so er tað ikki so einfalt.

5) At enda skal nevnast, at samvera ikki í stóran mun nýtist at inkludera onnur í lokalsamfelagnum enn familjuna. Tað kann saktans hugsast, at summi trívast fullvæl, tó at tey ikki mingla serliga nógv við tað størra lokala kollektivið. Kanska hava tey eitt netverk, ið gongur heilt aðrar leiðir enn tað man vil vænta út frá einum staðbundnum sjónarmiði, t.d. gjøgnum Internetið.

Orsøkin til at eg nevni alt hetta, er fyri at kommunan ikki gloymir, at trivnaður ikki er tað sama sum “kollektiv lokalmentan”, tó at mær tykist, at tað sum oftast er hetta fólk meina við, tá tey tosa um “trivnað”. Í lýsingini til hetta tiltak verður nevnt, at “tey evni, sum her vera tengd at trivnaði, eru mentan, ferðsla, fríðkan, ungdómur, barnafamiljur, eldri fólk og Mentanarhúsið”. Tað er frálíkt at yvirskriftir verða settar á, men fólk flest vilja hugsa hesar yvirskriftir út frá einum lokalum sjónarhorni, meðan eg vil vísa á, at hesi hugtøk eisini mugu skiljast út frá einari mobilari tankagongd.

Ein býur sum Fuglafjørður skal skapa rúm fyri ymiskum slagi av trivnaði, og av røttum átti kommunan javnan at spurt sínar borgarar um hvat tey seta prís upp á ella kanska sakna. Hetta kann gerast við einari púra vanligari spurnakanning, og tá koma eisini nøkur sjónarmið fram frá teimum meiri tigandi borgarunum.

Eg eri tó samdur í, at tað er neyðugt at blása nýtt lív í ta kollektivu lokalmentanina, bæði tí at hetta vil geva borgarunum nøkur eyka trivnaðaraspekt, ið vilja lyfta samlaða trivnaðin enn longur upp. Harumframt kann hetta uppbyggja fatanina av, at Fuglafjørður er eitt stað har fólk trívast. Tað er kanska banalt at staðfesta tað, men eitt er, at tingini eru í lagi, eitt annað er at fólk vita at tingini eru í lagi. Hetta er langt frá altíð samanfallandi. Millum avsendara og móttakara liggur altíð ein tulking, ið avskeplar samskiftið – til tað betra sum til tað verra.

Um til ber at skapa eina fatan av, at Fuglafjørður framvegis er ein mentanarbygd, so vil hendan diskursin eisini breiða seg til onnur støð og kann harvið skapa gróðrarbotn fyri tilflyting.

Strukturarnir víðkast – fatanin má fylgja við

Vit eru von at hugsa býir sum Fuglafjørð út frá einum staðbundnum perspektivi. Fuglafjørður er vaksin upp sum markatalsbygd, gjørdist sjálvstøðug sókn og kommuna. Í eldri tíðum var Fuglafjørður ein miðstaður, ið skapti búskaparlig livikor fyri fólki og harvið dró fólk til frá øðrum økjum, har livikorini ikki longur vóru nøktandi. Hetta er langt síðani broytt, tí nú kunnu fólk búgva aðrastaðni, men framvegis arbeiða á teimum arbeiðsplássum, ið finnast innanfyri kommununa.

Í dag vil eg heldur venda tí á høvdið og spyrja um íðnaðurin eintýðugt er gagnligur fyri Fuglafjørð, ella um býurin eftirhondini er vorðin so domineraður av íðnaði, at talan ikki longur eru um ein bústaðarbý við tilknýttum íðnaðarøki, men um ein íðnaðarbý við tilknýttum bústaðarøki. Og hugsa vit regionalt kunnu vit venda tí og siga, at Fuglafjørður er vorðin til íðnaðarøkið í Eysturoynni, meðan onnur støð taka sær av øðrum, “bleytari” funktiónum. Sjálvur haldi eg, at fuglfirðingar hugsa heldur nógv um íðnað og heldur lítið um trivnað. Mær tykist sum at Fuglafjørður framvegis er domineraður av eini íðnaðardiskurs, og tað er tørvur á í størri mun at uppbyggja eina mentanardiskurs.

Vit kunnu ikki longur bara síggja trivnað sum eitt lokalt fenomen. Eisini trivnaðurin verður regionaliseraður og globaliseraður. Til dømis munnu tað vera tey fáu, ið einans ganga upp í ÍF á fótbóltsøkinum. Tey flestu fylgja eisini dagliga gongdini hjá teirra yndisliðum í útlendskum fótbóltsdeildum, United, Liverpool, Barcelona o.s.fr.. Tað er jú eisini mentan, tað er jú eisini trivnaður. Tað má eisini respekterast, hóast tað uttan iva er við til at taka megi og fokus frá øðrum mentanaraktivitetum í lokalsamfelagnum. Og tað snýr seg ikki bara um fótbólt, men um øll møgulig sløg av mentan, ið tey seinnu árini eru flutt yvir á aðrar platformar enn teir lokalu. Tónleikur, filmur og sjónleikur eru langt síðani farin frá sjónleikarahúsinum til sjónvarp og internet og harvið burtur frá tí “kollektivu lokalmentanini” til meiri einstaklingakendar og privatar samanhangir.

Alt hetta setir heilt nýggjar standardir fyri trivnaðin í einum staði sum Fuglafirði. Men tað er eitt tvíeggjað svørð. Partvíst er økti mobiliteturin – bæði tann fysiski og virtuelli – við til at fjøltátta tilboðini hjá fólki, ið búgva her. Hetta økir harvið um møguleikarnar hjá ymiskum fólki at trívast her í býnum, men tað merkir tíverri eisini, at mentanin verður fragmenterað, og harvið verða lokalu mentanartilboðini veikari. Mobiliteturin er ein háttur at skapa trivnað, men tað kann tíverri merkja, at lokalu støðini spakuliga missa meining.

Enn hevur Fuglafjørður ein sterkan identitet, og býurin hevur eisini nógv ting, ið samla fólk. Neyðugt er ikki bara at hugsa lokalt, men eisini góðtaka, at trivnaður í Fuglafirði má samla mentanartræðrir aðrastaðni frá økinum. Tað er tíð upp á at ásanna, at tað er torført at halda eitt fjøltáttað mentanartilboð, ið einans byggir á Fuglafjørð. Meiri átti at verið gjørt fyri at fingið vitjandi aðrastaðni frá til tey tiltøk, ið felagsskapir í Fuglafirði skipa fyri. Við at samla áhugað frá grannabygdum upp, kundi man harvið skapt betri fíggjarligt grundarlag.

Kommunan má vera proaktiv?

Tað, ið hetta kvøldið snýr seg um, er at elva fram inspiratión til hvat kann gerast fyri trivnaðin í Fuglafirði. Tað er sera kærkomið, at Fuglafjarðar kommuna skipar fyri einum degi sum hesum, tí tað kann partvíst leiðbeina politikarunum í hvørji tilboð skulu veitast, men harumframt eigur tað at vera við til at fáa borgararnar at hugsa nýtt og at netverka.

Yvirskipað kann Fuglafjarðar kommuna arbeiða á ymiskum stigum fyri at tryggja eitt livandi kollektivt lokalmentarlív: 1) Sum veitari av lokalum mentanartilboðum, 2) við at veita karmar fyri lokalari mentan og 3) við at ítaluseta lokalu mentanina. Leikluturin hjá eini kommunu er vanliga at skapa karmar fyri mentanini, t.d. at tryggja góð og bílig hølisviðurskifti, vallir o.s.fr. Men eisini verða ávísar tænastur veittar beinleiðis av kommununi sum m.a. barnagarður, bókasavn, svimjihylur og kvøldskúli, tó at slíkar veitingar vanliga verða suppleraðar við brúkaragjaldi.

Hinvegin verður gjørt alt ov lítið við at ítaluseta lokalu mentanina. Eitt er at tilboð eru tøk, men tað má eisini skapast ein tilvitska millum fólk um hetta. Sum nú er verða tilboðini útboðin, og so verður vónað, at borgararnir taka undir við tí. Hetta er eisini fínt, men kommunan átti at lagt seg eftir at aktivera fleiri til at gagnnýta facilitetirnar. Tað er ikki nóg mikið bert at kunna á heimasíðuni og á svørtutalvu. Tá fólk skulu rekrutterast til trivnaðartilboð er neyðugt at gera kampanjur, ið málrættað royna at vekja áhuga millum ynskta málbólkin. Tað er jú ikki soleiðis, at øll lata seg kunna á sama hátt, og tað er neyðugt at kunna gjøgnum teir miðlarnar, ið eru mest effektivir í mun til málbólkin. Hetta kann eisini krevja at tilboðini verða latin í á ein eggjandi hátt, tí sum áður nevnt bjóðar nútíðarsamfelagið eina ørgrynnu av trivnaðartilboðum á alskyns platformum – ikki minst á teimum virtuellu. Tað krevur nógv at fáa uppmerksemi í dagsins samfelagi.

Her hugsi eg ikki bert um tey tilboðini, ið kommunan bjóðar. Kommunan eigur eisini at hjálpa teimum feløgum, ið hava nakað at bjóða, at koma út við sínum boðskapi. Kommunan eigur snøgt sagt at samla saman vitan um hvat hendir í kommununi og samskifta hetta víðari út til borgararnar. Alternativið er, at tað verða teir somu sosialu cirklarnir, ið gagnnýta tilboðini, meðan onnur hava trupult við at orientera seg.

Nøkur konkret hugskot til átøk

Eg vil at enda koma við nøkrum hugleiðingum um hvørji átøk kunnu gerast av kommununi fyri at styrkja um kollektivu lokalmentanina.

1) “Mentanarsamskipari”. Fuglafjarðar kommuna átti at havt ein mentanarsamskipara við fleksiblum arbeiðstíðum og fleksiblum arbeiðsuppgávum. Talan má vera um eina høgguslokkatypu, ið dámar væl at fáast við sera ymisk fólk og sera ymiskar uppgávur.

2) “Diskursivt mentanararbeiði”. At tosa lokalu mentanina upp, gera vart við mentanartilboð og generelt at halda mentanina sjónliga bæði í lokalsamfelagnum og úteftir.

3) “Spurkaningar um ynski borgaranna”. Tá man spyr borgarar vil man ofta hoyra tey, ið tora væl at siga sína meining, meðan hini antin ikki tíma ella tora at úttrykkja seg. Við einari anonymari spurnakanning kundi man fingið sjónarmið fram, ið politikarar og fyrisiting ikki vanliga koma fram á, heldur ikki við hoyringstiltøkum sum hesum.

4) “Netverksmøguleikar á mentanarøkinum”. Kommunan eigur javnan at bjóða inn til hugnaligar netverksfundir av meiri óforpliktandi slagi. Málið má vera at kveikja og inspirera, ikki at “lokka” fólk til at gera nakað, ið tey kanska ikki í veruleikanum hava hug til.

5) “Eitt mentanarhús til fólk og feløg”. Mentanarhúsið eigur grundleggjandi at drívast sum eitt aktivitetshús, ið lokalir mentanarfelagsskapir kunnu gagnnýta til serlig tiltøk, tá felagshølini verða ov trong. Tað skal vera ómakaleyst og ókeypis/bíligt at koma inn í húsið, ja feløgini eiga at kenna seg vælkomin.

6) “Mobilitetur til serlig høvi”. Um lokalar kreftir leggja stóra orku í at fáa tiltøk upp at koyra, kann kommunan stuðla við undirstøðukervi, t.d. við busstúrum til serlig høvi.

7) “Betri pláss fyri bleytar trafikantar”. Fuglafjørður er sum íðnaðarbýur væl gearaður til stór og tung akfør, men hevur minni at bjóða bleytum trafikantum: fótgangarum, barnavognum og súklum. Kommunan átti at skapað fleiri og betri samanhangandi býarrúm, har bleytir trafikantar kunnu hittast og skapa social rúm. Hesir bleytu trafikantar hava nógv lægri ferð og tí er størri møguleiki fyri at hitta fólk man ikki vanliga hevði steðgað upp og tosað við. Tað átti at verið møguligt at gingið heilt frá Toftabønum oman í Gjógvará uttan at farið tvørtur um ein koyriveg. Eisini er her vert at nevna eina gongu/súklu-teig millum Fuglafjørð og Kambsdal.

Hetta vóru bert nøkur innleiðandi hugskot, og eg vóni at fleiri spennandi hugskot koma fram. Vónandi fáa tit eitt gott hugarokskvøld øll somul

Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...