Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2011

Viðmerking til Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiða niðursetta tíð

Sí tøl her: http://www.norden.org/da/publikationer/publikationer/2010-001Føroya Arbeiðsgevarafelag – FA – hevði fyrr í vikuni eina meining frammi um hví føroyingar – og serliga føroyskar kvinnur – arbeiða meiri niðursetta tíð enn onnur: ”Hagtøl fyri arbeiðsvirkni hjá føroyingum vísa, at føroyingar í størri mun enn í hinum norðurlondunum arbeiða niðursetta tíð. Í Føroyum eru tað oman fyri 30 % av teimum, sum eru í arbeiði, sum arbeiða niðursetta tíð. Men munurin á kynunum er stórur í hesum sambandi. Í Norðurlondum sum heild arbeiða 36 % av kvinnunum niðursetta tíð, men í Føroyum arbeiða 52 % av føroyskum kvinnum niðursetta tíð.” Tølini eru úr bóklinginum Nordic Statistical Yearbook, ið m.a. kann finnast á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Nærri ávíst eru vit á síðu 133.FA skrivar síðani hví tey ”halda”, at tað fyriheldur seg soleiðis, nevniliga at ”so stórur partur av føroyingum arbeiða niðursetta tíð er at finna í skattaskipanini. Felagið hevur áður víst á, at markið fyri, nær ein skal rind…