Wednesday, June 29, 2011

Viðmerking til Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiða niðursetta tíð

Sí tøl her: http://www.norden.org/da/publikationer/publikationer/2010-001

Føroya Arbeiðsgevarafelag – FA – hevði fyrr í vikuni eina meining frammi um hví føroyingar – og serliga føroyskar kvinnur arbeiða meiri niðursetta tíð enn onnur: ”Hagtøl fyri arbeiðsvirkni hjá føroyingum vísa, at føroyingar í størri mun enn í hinum norðurlondunum arbeiða niðursetta tíð. Í Føroyum eru tað oman fyri 30 % av teimum, sum eru í arbeiði, sum arbeiða niðursetta tíð. Men munurin á kynunum er stórur í hesum sambandi. Í Norðurlondum sum heild arbeiða 36 % av kvinnunum niðursetta tíð, men í Føroyum arbeiða 52 % av føroyskum kvinnum niðursetta tíð.” Tølini eru úr bóklinginum Nordic Statistical Yearbook, ið m.a. kann finnast á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Nærri ávíst eru vit á síðu 133.

FA skrivar síðani hví tey ”halda”, at tað fyriheldur seg soleiðis, nevniliga at ”so stórur partur av føroyingum arbeiða niðursetta tíð er at finna í skattaskipanini. Felagið hevur áður víst á, at markið fyri, nær ein skal rinda marginalskatt er alt ov lágt, samstundis sum eitt marginalskattatrýst oman fyri 60 % er alt ov høgt.” Tískil heldur FA, at tað er neyðugt at gera broytingar í skattaskipanini, soleiðis at tað fer at loysa seg at arbeiða.

Mær tykist, at Vinnuhúsið roynir at fáa tølini at passa til niðurstøðuna í hesum sambandi. Ella hava tey bara framt eina øgiliga grunna analysu. Man kundi tó blaðað nakrar síður fram í bóklinginum, neyvari til síðu 127, har arbeiðsmarknaðirnir verða neyvari samanlíknaðir. Her vísir tað seg, at føroyingar saman við íslendingum hava nógv hægri arbeiðsmarknaðartilknýti enn hinir norðurlendingarnir. Hægra arbeiðsmarknaðartilknýtið byggir á niðursetta tíð. tvs. at fleiri fólk eru um somu nøgd av arbeiði.

Tulkingin av hesum kann eftir mínum tykki líka væl vera, at fleiri føroyingar velja at vera aktivir á arbeiðsmarknaðinum, og at partar av hesi marginalu arbeiðsmegini ikki ynskja fulltíðararbeiði. Kann tað hugsast, at fleiri av hesum í grundini als ikki ynskja at arbeiða, men eru tvingað til tað vegna høgu livikostnaðirnar í Føroyum? Ella er tað kanska tí at okkara vælferðarskipanir eru so ógvusliga arbeiðsmarknaðar-orienteraðar í mun til í grannalondunum fyri eystan, at tey mugu arbeiða? Ivaleyst er svarið ein blanding av sera nógvum ymiskum viðurskiftum.

Umframt hetta heldur FA, at munurin á kynunum er serliga stórur hvat viðvíkurr niðursettari tíð. Hetta er ikki heilt rætt. Tølini úr árbókini sýna, at í 2009 arbeiddu uml. tvífalt so nógvar kvinnur sum menn niðursetta tíð, tvs. uml. 67% av teimum parttíðarsettu eru kvinnur. Men í Danmark eru 71% av teimum parttíðarsettu kvinnur, og í Svøríki er talið næstan 75%. Í tabellini eru Føroyar tað landið, har mismunurin á hesum økinum er minstur. Veruleikin er tó, at bæði menn og kvinnur í størri mun arbeiða parttíð enn í øðrum londum.

At enda vil eg seta spurnartekin við niðurstøðuna hjá Vinnuhúsinum, tá tey siga, at grundin til at so nógv arbeiða niðursetta tíð er vegna høga marginalskattin. Eg góðtaki ikki treytaleyst hesa tulking, tí hvussu hongur tað saman við, at relativt nógv fleiri føroyingar enn t.d. danir velja at vera á arbeiðsmarknaðinum? Sum nevnt omanfyri kundi hugsast, at føroyska modellin umvent er við til at trýsta fleiri fólk út á arbeiðsmarknaðin, tí vælferðarágóðar sum ALS, Barsilsgrunnurin og Samhaldsfasti verða fíggjaðir av arbeiðsmarknaðarpørtunum. Kann tað ikki hugsast, at hesir ”eykaskattirnir” beinleiðis tvinga/lokka fleiri út á arbeiðsmarknaðin? Um vit einans tosa um progressiva inntøku-landsskattin, so dugi eg at fylgja grundgevingini, men incitamentini á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru snøgt sagt ikki so einføld, at ein lækking av marginalskattinum kann vera ein altuppfyllandi gandastavur.

Tað er fínasta slag at FA ”heldur” ymiskt, men tað er jú ikki meiri enn ein hypotesa, um tað ikki verður grundað í mátingum og metodu. Tað kundi sømt seg um FA brúkti orku upp á at kanna hvønn hugburð og atburð føroyingar sum heild sýna mótvegis arbeiði, áðrenn tey útbasunera kvikar niðurstøður. Sjálvandi ynskir FA at nýta eitthvørt høvi at grundgeva fyri lægri (marginal)skatti, tað er eitt av teirra grundleggjandi rationalum sum áhugamálsfelagsskapur fyri arbeiðsgevararnar. Men í hesum føri er grundgevingin dekan ov tunn. Minnist til, at ikki øll hugsa sum yvirstættin, ið FA umboðar, so tað, ið tykist logiskt uppi í Vinnuhúsinum nýtist ikki at vera logiskt úti í samfelagnum. Øll hugsa ikki um profittmaksimering, og eyðnumaksimering er sanniliga ikki altíð tað sama sum profittmaksimering.

Við hagtalskvøðu,
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...