Tuesday, October 11, 2011

Grundgevingar fyri decentralisering

Hugtøkini centralisering og decentralisering verða ofta sett upp á ein heldur ideologiskan hátt – eitt sindur sum við loysing og sambandi, har man antin skal vera fyri ella ímóti. So einfaldur er veruleikin ikki, og tí vil eg siga beinanvegin, at eg ikki eintýðugt eri fyri decentralisering, eins og eg heldur ikki eintýðugt eru fyri centralisering. Men leikluturin eg havi átikið mær í dag er at grundgeva fyri decentralisering, og orsøkin til at eg havi játtað hetta, er tí at decentralisering stendur ov veikt í føroysku diskursini, og at rætta svarið heldur má finnast í einari balansu millum centralisering og decentralisering. Tó fari eg at royna at vera eitt sindur polemiskur í hesum upplegginum.

Eisini skal eg viðmerkja, at eg í hesi grein defineri “miðstaðin” sum “Streymoyar sýslu”. Tað eru sjálvandi sera nógvar ymiskar meiningar um hvat skal takast við ella ikki, men eg havi valt hetta – m.a. av hagtalsligum ávum.

Tá vit kjakast um samfelagsviðurskifti mugu vit skilja, at vit øgiliga ofta hugsa normativt. Vit hava nøkur grundrationalir, ið stýra okkara tankagongd og harvið eisini okkara niðurstøðum. Soleiðis er eisini, tá vit tosa um centralisering og decentralisering. Alt eftir hvørjar brillur vit seta fyri eyguni, síggja vit ymisk ting. Um vit einans hyggja gjøgnum reint økonomiskar brillur, fáa vit aðrar niðurstøður enn um vit hyggja gjøgnum aðrar fakligar ella ideologiskar brillur.

Rættvísi og solidaritetur

Havt verður ofta á lofti, at tað er dýrt og ineffektivt at decentralisera. Hetta veldst sjálvandi um hvat verður decentraliserað, men tað er rætt, at um vit hava fleiri fyrisitingarligar eindir – t.d. kommunur – so verða nógvar fyrisitingarligar dupultfunktiónir, eins og tað verður trupulari at uppnáa stórrakstrarfyrimunir. Tær reint búskaparligu brillurnar kunnu geva eina tílíka niðurstøðu.

Til ber tó eisini at síggja málið gjøgnum brillur av rættvísi og solidariteti. Tað er soleiðis, at líkamikið hvar í landinum ein býr, so er skattatrýstið á leið tað sama. Í nøkrum smákommunum er kommunuskatturin gaman í munandi lægri[1], men tað verður helst bara søga í framtíðin, tá kommunurnar helst eru lagdar saman í størri eindir.

Man skal ikki bara geva skatt, men eisini fáa vælferð. Tað er eitt mark fyri hvat fólk vilja finna seg í, áðrenn tey flyta – antin til størru plássini ella til útlandið. Verulekin hjá vanliga føroyinginum er, at gerandisdagurin skal hanga saman so ella so, og um tað verður ov møtumikið, vilja fólk at enda flyta.

Men tað rættvísi eg her tosi um snýr seg um at øll helst skulu fáa umleið líka nógv burtur úr limaskapinum í vælferðarstatinum. Sum nú er hava fólk í t.d. Eysturoynni munandi verri møguleikar at gagnnýta teir møguleikar, ið vælferðarsamfelagið bjóðar. Um vit taka solidaritet sum eitt ideal, so skuldi tað enntá verið soleiðis, at vit nýttu almenna sektorin sum eitt lokomotiv til at menna minni framkomnu økini. Undir øllum umstøðum hoyrast javnan røddir í ymisku økjunum, ið harmast um, at staturin fer avstað við so nógvum skatta- og avgjaldskrónum uttan at man kann vænta sær ein nøkulunda ágóða av hesum.

Tó so verða alsamt fleiri tænastur digitaliseraðar, soleiðis at til ber at fáa tænastur online. Hettta tøkniliga rákið kann sjálvandi punktera argumentið fyri at flyta almennar tænastur út um landið, men man kann eisini venda tí við og siga, at júst vegna digitaliseringina ber líka væl til at hava tænasturnar í t.d. Eysturoynni sum í Havn.

Eisini kann man siga, at um Skálafjarðartunnilin verður bygdur, so eru færri góð argument fyri at leggja alment virksemi inn í Eysturoynna ella til Klaksvíkar. Um vit fáa Skálafjarðartunnilin dugi eg t.d. illa at síggja hví man skal varðveita eitt fullriggað sjúkrahús í Klaksvík ella miðnámsskúlarnar á Kambsdali, tí tá er sera stutt hjá øllum at koyra. Undir øllum umstøðum er ikki skilagott at varðveita dupultfunktiónir, ið liggja geografiskt nær hvørja aðra. Men inntil víðari er Skálafjarðartunnilin einans ein ætlan, og eg fyrihaldi meg til tann veruleika, ið ger seg galdandi í dag.

Tað sama ger seg hinvegin ikki galdandi fyri sjúkrarhúsið á Tvøroyri og miðnámsskúlan í Hovi. Suðuroyggin eri einari heilt aðrari geografiskari støðu enn restin av landinum. Ein tunnil til Suðuroynna er neyvan realistiskur, og hóast suðuroyingar fingu ein tunnil vildi oyggin framvegis verið fjarskotin.

Almenni geirin tryggjar livikor

Ein grundgeving, ið mangan verður førd fram móti decentralisering, er at tað er órættvíst, at stovnar verða lagdir har færri fólk búgva, soleiðis at truplari verður hjá teimum flestu at koma til stovnin. Hetta er í grundini eitt gott argument, men avleiðingin av hesi tankagongd má vera, at næstan alt skal centraliserast í Havn, har flestu fólkini búgva.

Men alment virksemi snýr seg ikki einans um tænastuveitingar, men eisini um trygg og stabil arbeiðspláss. Almenn arbeiðspláss eru sera týðandi partar av arbeiðsmarknaðunum kring landið.

Almennu arbeiðsplássini eru serliga týðandi fyri konufólkini og hava verið ein avgerandi táttur í moderniseringini av føroyska samfelagnum. Tað hava í stóran mun verið almennu arbeiðsplássini, ið seinastu áratíggjuni hava drigið kvinnurnar út úr húsunum og út á arbeiðsmarknaðin.

Tó ikki alt kann decentraliserast, tí sannlíkt fær man ikki tey allarmest specialiseraðu fólkini at flyta út á bygd – ella at koyra úr Havn út á bygd. Eisini tænastur, ið krevja nærkontakt ella persónligt samskifti mugu liggja so nær við flestu kundanum sum gjørligt. Men heilt nógvar tænastur kunnu tað sama liggja í t.d. Runavík sum í Havn. Dømi Almannastovan/Nærverkið, ið í dag hevur høvuðsskrivstovur í Havn, men deildir úti um landið. Hetta kundi saktans verið umvent: Høvuðsskrivstova í t.d. Runavík og deildir úti um landið – m.a. í Havn. Í Eysturoy og Norðoyggjum búgva næstan 17.000,- fólk – samanlíkniligt við fólkatalið í Havn. Har er ivaleyst av fólki at taka av.

Longu nú eru almennar fyrisitingar fluttar út um landið. Kendasta dømið er helst Strandferðslan, ið varð flutt á Tvøroyri. Annars kunnu størri, samanlagdar kommunur gerast førar fyri at átaka sær fyrisitingar og tænastur, ið í dag liggja undir landsstovnum- og ráðum.

Mytan um eintýðugu centraliseringina

Ofta verður ført fram, at “øll fólk flyta til Havnar”. Tað er onkursvegna vorðin ein sannleiki millum summi, at samfelagið einans flytir seg ein veg, men hetta er beinleiðis skeivt. Tað er rætt, at tað fer ein urbanisering fram í Føroyum – eins og tað hevur gjørt gjøgnum alla 20. øld. Men urbaniseringsrákið hevur eisini eitt kontra-urbaniseringsrák við sær. Tað eru IKKI øll, ið ynskja at flyta til Havnar. Tað eru eisini Havnarfólk, ið velja at flyta á bygd. Og tað eru slettis ikki allir útisetar, ið velja at flyta til Havnar.

Í talvu 1 sæst, at tað serliga eru suðurøkini, ið missa í innlendis flytingini. Men eisini Norðoyggjarnar hava mist nógv fólk í nevnda tíðarskeiðnum. Í tali eru tey flestu gaman í flutt til Streymoyar sýslu, men í prosentum hevur vøksturin verið nógv størstur í Vága sýslu. Við øðrum orðum hevur bygdarlívið eina stóra atdráttarmegi, tó at tað helst ikki skal vera ov langt burtur frá miðøkinum.

Í talvu 2 sæst, at Streymoyar sýsla liggur næstniðast, tá tað kemur til netto-útlendisflyting. Einans Sandoyar sýsla liggur lægri, meðan tað er Vága sýsla, ið hevur minst negativu tølini. Hetta er sjálvandi partvíst tí at Streymoyingar hava nógv størri tendens til at flyta av landinum enn aðrir føroyingar. Men framvegis er ein heilt stórur partur av tí fólki, ið flytur til Føroyar, ið flytur til hini økini.

Í talvu 3 (a og b) havi eg hugt eftir hvussu flytingin var til og frá Streymoynni í 2010[2]. Her vísir tað seg, at samanlagt var tilflytingin til Streymoynna negativ - tilflytingin var 96 % av fráflytingini. Tilflytingin frá útlondum til Streymoynna var enntá bara 83 % av fráflytingini. Tað, ið bjargaði fólkatalinum var – umframt burðaravlopið – stóra nettotilflytingin frá Norðoyggjum, Suðuroy og í minni mun Eysturoy. Hinvegin vóru tað nærum líka nógv, ið fluttu frá Streymoy til Sandoynna sum fluttu frá Sandoynni til Streymoynna. Og eisini vísir tað seg, at fleiri fluttu úr Streymoynni vestur í Vágar enn umvent.

Tað er rætt, at summi útjaðaraøki í landinum hava trupult við at halda upp á fólkið, men onnur útjaðaraøki í landinum vísa seg at tiltrekkja fleiri fólk enn Streymoyggin ger. Hóast samlaða nettotalið sigur, at vit spakuliga verða urbaniserað, so eru vit framvegis sera rural, og við hetta lag fer tað at taka ekstremt langa tíð, áðrenn dreymarnir hjá centralistunum gerast til veruleika.


Livikor fyri ymiskar lívsstílar

Eg haldi, at vit eiga at ásanna, at fólk búgva í Føroyum av ómetaliga ymiskum orsøkum, ið ikki kunnu setast á ein einfaldan, búskaparligan formul. Hugtøk sum familjubond, netverk, kenslur, tilknýti, siðvenja, lívsstílar o.a. mugu eisini takast við í viðgerðina. Vit eiga at góðtaka, at ymisk støð í Føroyum hava ymiskar kvalitetir, ið skapa lívsgóðsku fyri fólk við ymiskum lívsstílum.

Onkursvegna tykist mær sum vilja summi “demonisera” bygdarfólk, ja nærum at umtala tey sum býtt, skitlig ella minni ment. Umvent gerast Havnarfólk harvið diskursivt ein yvirstætt, ja nærum eitt yvirfólk, ið umboðar ímyndina av “rætta føroyinginum”. Havnin er nærum vorðin ein ideologi hjá summum. Sjálvur siti eg eitt sindur millum tveir stólar í hesum kjakinum. Eg eri akademikari, búgvi í Streymoynni, arbeiði í Hoydølum og havi stórt netverk í Havn. Men eg eri eisini bygdarmaður og havi nógvar relatiónir serliga í Eysturoynni og í Norðuroyggjum. Eg dugi at síggja virði í fleiri ymiskum ruralum lívsstílum, ikki einans teimum urbanu-akademisku lívsstílunum.

Í síðsta enda snýr tað seg um at skapa livikor fyri føroyingar – ikki fyri onkran abstraktan idealføroying, men fyri konkret føroysk húski. Tað snýr seg m.a. um inntøkur, bústaðir, matvøruprísir og ymiskt annað, ið skal til fyri at skapa grundarlag fyri einum meiningsfullum lívi.

Tað verður mangan sagt, at vit eru noydd at miðsavna alt í Havn, tí Føroyar eru ein útjaðari í Europa og at vit mugu hava ein “metropol”, ið kann lokka fólk at verða búgvandi í Føroyum.

Ein slík grundgeving tykist mær løgin, tí gaman í er rætt, at Føroyar eru ein útjaðari. Men at Havnin er ein metropolur, er ein stór misskiljing. Havnin er ein lítil provinshøvuðsstaður í einum lítlum veðurbardum klettabólki langt burtur frá øllum miðstøðum. Eg skilji tó væl, at vit hava lyndi til at fantasera um Havnina sum meiri enn hon er, men viðhvørt kundi hjálpt at hugt meiri realistiskt eftir tingunum, og vit fáa høvi til tað nú hóskvøldið.

“Gløgt er gestsins eyga”, plagar man at taka til, og hóskvøldið kemur danski skemtarin Jan Gintberg til Føroyar at gera gjøldur við Føroyum og – ikki minst – Havnini. Hetta er ein liður í einari sendirøð, har hann finnur fram til løgin fyribrigdi í útjaðaraøkjum, og vit fáa harvið eitt gylt høvi at síggja okkum í einum heilt øðrum ljósi enn vit plaga[3].

Útjaðari við miðstaðarprísum

Føroyar eru ein útjaðari. Og Havnin er ein lítil provinshøvuðsstaður. “Havnin er ein lítil bygd...” sum Teitur Lassen syngur. Men ein tann størsti samfelagstrupulleikin er føroyski bústaðarmarknaðurin – og kanska serliga bústaðarmarknaðurin í Havn. Bústaðarprísirnir í Havnini eru øtiliga høgir – bæði um tú vilt eiga ella leiga. Hetta er helst ein av høvuðsorsøkunum til at vit hava eina so stóra netto-fráflyting.

Sum sæst á húsaprísa-yvirlitinum hjá Eik[4] er tað umleið dupult so dýrt at keypa sær hús í Havn sum á bygd. Bara hetta er eitt gott argument fyri at búgva á bygd. Sæð í altjóða ljósi er tað eisini undrunarvert, at tað kostar so nógv at keypa hús í einum lítlum provinsbýi sum Havnini. Verður t.d. hugt eftir villa-prísum í ymiskum donskum býum, sæst at nógvir býir størri enn Tórshavn hava munandi lægri prísir.[5] Hví skulu fólk tíma tað, tá so nógv onnur objektiv ting eisini trekkja niður? Man skal hava øgiliga sterkar positivar kenslur mótvegis Havnini, áðrenn tað uppvigar allar teir negativu faktorarnar. Um nakað kann sigast at vera “metropol-kent” við Havnini, so er tað húsaprísirnir. Tað mesta er fyri so vítt hugnaliga trygt og provincielt.

Skal almenni sektorurin centraliserast, má búsetingin fylgja við

Ynskir man at centralisera Føroyar, so er tað ikki nóg mikið einans at centralisera almenna tænastuútboðið. Av tí at almenni sektorurin í so stóran mun snýr seg um at skapa livikor hjá føroyskum húsarhaldum, mugu vit eisini skapa fjølbroyttar búsetingarmøguleikar í Havn. Sum nú er kann Havnin í ávísan mun síggjast sum ein forðing fyri centralisering av búsetingini. Havnin hevur ikki nógv stórt absorbtiónsevni til at taka móti teimum, ið vilja flyta til, men er við til at trýsta fólk – út á bygd og til onnur lond.

Alternativt kunnu vit sjálvandi satsa upp á Skálafjarðartunnilin, ið fer at gera tað møguligt at koma skjótt til og frá Havnini. Men verður einki annað gjørt við bústaðarmarknaðin í Havn, fer ein Skálafjarðartunnil heldur at merkja, at Eysturoyggin veksur (eins og Vágarnir gera tað nú), tí havnarfólk í størri mun fáa møguleika at flyta, ikki minst tí vit mugu rokna við einum rættiliga góðum bussambandi millum Havnina, Skálafjørðin og Klaksvík, ið ger tað bíligari at ferðast ímillum.

Mín fatan er tí, at anti,l.mn mugu vit gagnnýta teir decentralu strukturarnar vit longu hava, antin við útflyting av virksemi – ella við íløgum í infrakervið. Ella má setast í verk ein væl planløgd centralisering á fleiri frontum, serliga á bústaðarøkinum. Tað kann ikki vera soleiðis, at fólk uttanfyri Streymoynna skulu lata skatt til at fíggja almenna sektorin hjá okkum vælbjargaðu streymoyingum.


Fótnotur:

[2] Talva 3a vísir veruligi tølini, meðan talva 3b vísir tilflytingarratuna hjá Streymoyar sýslu í mun til onnur øki. Litirnir í talvu 3b vísa til litirnar í talvu 3a.

[3] Uppslag hjá Norðurlandahúsinum: http://www.nlh.fo/?tmid=16853&ItemID=2033

Friday, October 7, 2011

Frælsi – eitt tvíeggjað svørð

“Freedom’s just another word for nothing left to loose” syngur Kris Kristofferson um Bobby McGee. Hetta er ein sera fangandi, poetiskur setningur, men hevur ikki nógv við veruleikan at gera. Frælsi er eitt hugtak, ið kann merkja nógv ymiskt, men eg skilji vanliga hugtakið sum “møguleikar at útynna egnan vilja”, hóast tað sjálvandi finnast nógvar aðrar fatanir. Um vit góðtaka mína fatan er hon sostatt ein fullkomin mótsetningur til orðini hjá Kristofferson, men harvið ikki sagt, at hann fer skeivur. Tí tað er sum við so nógvum øðrum: til eitt víst er frælsi nakað gott, men verður tað yvirdrivið, verður tað til nakað ringt.

Summi fólk hava lyndi at seta frælsi upp sum eitt mál í sær sjálvum. At vera móti frælsi inniber retoriskt sæð eitt ynski um framhaldandi ófrælsi. Eg vil í hesi greinini vísa á, at hetta er ein bæði høpisleys, men eisini vandamikil fatan, tí frælsi hevur ongantíð eina beina leið, men verður treytað av øllum teimum ymisku menniskjunum, ið tilsamans mynda samfelagið. Tað er næstan altíð soleiðis, at frælsi fyri nøkur merkir ófrælsi fyri onnur. Verður frælsið víðkað ein veg, verður frælsið ofta skert ein annan veg. Í hesi grein fari eg at taka nøkur dømi, ið flest øll munnu kennast við. Eg fari ikki langt niður í diskussiónirnar, men haldi meg á einum yvirskipaðum støði, har øll kunnu vera við. Málið er at vísa ævigu tvístøðuna hjá frælsishugtakinum.


Alment frælsi mótvegis privatum frælsi

Tað finst ein politisk hugsjón, ið nevnist liberalisma. Frælsið er centralt í hesi hugsjón, og serliga verður hugsað um frælsi hins einstaka, frælsið hjá familjunum ella frælsið hjá fyritøkunum, tvs. frælsið hjá “tí privata”. Frælsi merkir sum sagt, at man kann útynna egnan vilja, og hetta innber sum oftast eitt økonomiskt frælsi, tó at hetta sjálvandi er ein einfaldgerð av liberalismuni.

Taka vit einstaklingin, so skulu helst ikki vera ov nógvar lógir, ið forða einstaklinginum at gera sum hann vil. Ferðahámark er eitt dømi um hvussu frælsið verður skert hjá einstaklinginum at koyra so skjótt hann hevur hug til. Skattur og avgjøld eru onnur dømi um hvussu frælsið hjá einstaklinginum verður skert. Jú fleiri pengar verða tiknir frá einstaklinginum, tess færri pengar kunnu brúkast til at fremja egnan vilja. Pengarnir verða í staðin nýttur út frá einum kollektivum, demokratiskum vilja – tvs. innan tað vit nakað misvísandi kalla fyri “tað almenna” ella “staturin”.

Umvent merkir hetta júst, at nøkur onnur fáa meiri frælsi enn tey annar vildu havt. Í einum samfelagi við lítlum stati vilja tað júst vera handilsfólk, vinnulívsfólk og onnur rík, ið hava bestan møguleika at útynna sín vilja. Tey, ið lítið og einki eiga eru hinvegin tvingað til at arbeiða fyri onnur fyri at tjena nóg mikið til at liva eitt virðiligt lív. Um ikki vildu tey verið noydd at stjolið, rænt ella biddað í støðugum váða fyri einari uppaftur ógvusligari frælsistøku sum t.d. fongsling.

Høgi skatturin merkir hinvegin, at ráð er at veita borgarunum góðar vælferðartænastur, soleiðis at hann fær færri eginútreiðslur. Við at staturin fremur nøkur kollektiv val fyri borgararnar, fáa tey fátøku møguleikar til at fáa ókeypis ágóðar. Sostatt kunnu hesi nýta sínar fáu pengar til onnur ting, og harvið hava tey fingið fleiri valmøguleikar og harvið meiri frælsi. Umframt hetta fíggjar skatturin eina rúgvu av almennum størvum, ið kunnu tryggja fólki stabilari inntøkur enn um tey bara dúvaðu upp á teir privatu arbeiðsgevararnar og teirra mangan knappligu avgerðir.

Sostatt merkir høgi skatturin í samfelagnum yvirskipað sæð, at frælsi verður tikið frá teimum ríku, men givið teimum fátøku – í besta Robin Hood stíli. Frælsið verður so at siga útjavnað.

Átrúnaður mótvegis sekularisering

Í demokratiskum samfeløgum er vanliga eisini trúarfrælsi. Einhvør hevur rætt til at biðja til tann gudin honum lystir – ella kanska at vera ateistur. Trúarfrælsi er sostatt eisini her eitt tvíeggjað svørð, tí við at velja sín egna átrúnað ber til at undirkasta seg strangar normar, ið koma at minka um møguleikarnar í lívinum. Um man velur at vera partur av einari moralskt strangari samkomu, eru nógv tabu og forboð, ið einfaldgera lívsførsluna, men samstundis avmarka handlingsmøguleikarnar. Ofta vil tað t.d. vera soleiðis, at ein helst ikki skal drekka alkohol, dyrka sex uttanfyri hjúnarlag ella taka fostur. Harvið ikki sagt, at eitt moralskt strangt lív er eitt verri lív, men tað er á ein hátt minni frælst.

Ein ateistur hevur færri bond á sær enn tann fundamentalt trúgvandi. Sostatt hevur hann fleiri møguleikar, tí færri forðingar eru fyri hansara lívsførslu. Ein ateistur vil tískil kenna, at í einum relativt religiøsum samfelagi sum Føroyum vilja nógv ting ikki vera møgulig ella viðføra sera stóran socialan kostnað. Um ein t.d. er samkyndur, kann tað kosta nógv at viðganga hetta og praktisera tað.

At útynna sín egna vilja kann sostatt merkja, at tilveran kemur at kennast enn meiri ófræls, tí hurðar latast aftur og netverk slitna. Júst í einum slíkum føri byrjar citatið frá Kristofferson knappliga at geva meining. Man kann tvíhalda um frælsi, men enda við at standa einsamallur og harvið við færri reellum møguleikum enn áðrenn. Paradoksið er, at eitt økt principielt frælsi kann enda við einum reelt minni frælsi.

Umvent kann tann trúgvandi, ið velur at avnokta ávísar (syndafullar) handlingsmøguleikar, koma at kenna seg fríari, tí at hann ikki støðugt skal bera ta tungu byrðu allatíðina at skula taka avgerðir.

Menn mótvegis kvinnum

Seinastu árini hevur verið nógv tosað um javnstøðu. Javnstøða eigur í grundini at merkja at javna út korini bæði til frama fyri bæði kvinnur og menn, men í gerandistalu merkir tað vanliga at betra um korini fyri kvinnur. Tað sigur seg sjálvt, at kvinnur ikki vilja finna seg í teimum gomlu patriarkalsku strukturunum, ið hava gjørt seg galdandi í samfelagnum gjøgnum tíðirnar. Tað sigur seg sjálvt, at kvinnur vilja tjena sínar egnu pengar, koma út á arbeiðsmarknaðin, luttaka í politikki o.s.fr. Javnstøða átti av røttum at itið kvinnufrígering, tí talan er um at skapa betri møguleikar hjá kvinnum at útynna sín egna vilja – tær vilja “emanciperast”.

Men økta frælsið hjá kvinnunum skerjir jú frælsið hjá monnunum í ávísan mun. Tá kvinnurnar ikki longur eru húsmøður, mugu menninir í størri mun hjálpa til í heiminum, rudda, ansa eftir børnum o.s.fr. Tað gevur minni tíð til onnur ting.

Umvent letur hetta eisini upp fyri heilt øðrum møguleikum hjá monnum, ið fáa møguleika at velja eitt lív, har strævna arbeiðslívið ikki er tað altavgerandi. At vera á arbeiðsmarknaðinum er sjálvandi ein formur fyri frælsi, men tað tekur burturav frælsinum tað er ikki at vera í arbeiði. Tað finnast eisini menn, ið gjarna vilja sleppa at liva eitt lív knýtt at húsi, báti, seyði o.s.fr. Av somu orsøk er tað eisini, at summar kvinnur velja karrieruna frá og heldur velja minni orku- og tíðarkrevjandi arbeiði, soleiðis at tær fáa frælsið til at prioritera onnur ting. Kanska summir reyðsokkar síggja hesar kvinnur sum “svíkjarar”, men tað er skeivt at halda, at tær altíð eru undirkúgaðar av monnum. Í summum førum hava tær bara ein øðrvísi frælsistørv.

Frælsi er eitt sera subjektivt hugtak, ið ikki kann skiljast uttan at vit eisini hyggja eftir lívsforminum hjá einstaklingunum og húsarhaldunum. Øll menniskju hava ikki somu prioritetir í lívinum. Tað er heldur ikki øll arbeiði, ið kennast líka fræls, meðan onnur arbeiði beinleiðis kunnu kennast frælsisgevandi.

Loysing mótvegis samband

Í Føroyum verður hugtakið frælsi nýtt mest í sambandi við kjakið um loysing ella samband. Frælsi verður oftast nýtt av loysingarfólkum, og hesi hava tíverri ein tendens til at síggja “fullveldi” (suverenitet) sum tann ultimativa frælsisformin. Til dømis hevur tjóðveldiskvinnan Gunnvør Balle argumenterað fyri hví vit mugu stremba eftir fullveldi:

“At styrkja sambandið við umheimin er altumráðandi fyri at Føroyar skulu flyta seg framá, ... Vit mugu víðka sjónarringin og arbeiða miðvíst fyri at luttaka í teimum fora, har okkara áhugamál kunnu fremjast. Og gjøgnum miðvísa altjóða luttøku økja vit støðugt tilvitanina um at tað finst ein verð uttanfyri Føroyar-Danmark symbiosuna. Vit fara at sanna, at tað ber til at samstarva við onnur lond á alskins økjum, uttan at tað nýtist at taka nakað frá góðum samstarvsavtalum, sum vit hava við Danmark.” [1]

Tjóðveldisfólk kenna seg hava ov fáar handlingsmøguleikar, tí so nógvar handlingar eru bundnar at ríkisfelagsskapinum. Hóast ríkisfelagsskapurin gevur føroyingum ávísar heimildir á altjóða leikpallum, kennist hetta ov stramt, og tí er eitt aðalmál hjá tjóðveldisfólkum at gera Føroyar til ein frælsan, altjóða aktør. Men fullveldi er bara ein variantur av frælsi, og sambandsfólk kunnu vísa á heilt aðrar frælsisformar.

Loysingarfólk framhevja sum vera man teir møguleikar, ið fullveldi vil geva føroyingum (les: føroyska statinum), men til fólkatingsvalið 2011 valdu sambandsfólk at vísa á allar teir konkretu møguleikar, ið ríkisfelagsskapurin gevur. Sambandsmaðurin Johan Dahl hevur sagt hetta soleiðis:

“Oftast verður orðið frælsi tengt at orðinum "suverenitet". Tíverri má eg siga at "suverenitetur ella fullveldi" hava lítið og einki við veruligt frælsi at gera. Vit síggja og hoyra hvønn dag um sokallað suveren lond ella fullveldi, har íbúgvarnir í landinum als ikki eru frælsir. Fyri mær merkir veruligt frælsi tað, at tjóðin hevur frælsi. Hvat er so tjóðin? Tað eru vit, sum her búleikast og virka. Tað eru vit, fólkið - menniskjuni. Vit skulu m.a. hava frælsi til: At fáa okkum góða útbúgving. At seta okkum í búgv og geva okkara familju eitt trygt og gott lív. At fáa eitt gott starv og møguleikar fyri at arbeiða okkum upp. At hava møguleika og karmarnar til at skapa okkara egnu eydnu.” [2]

Sambandsfólkini vunnu fólkatingsvalið, og kanska vunnu sambandsfólkini eisini definitiónsrættin á hugtakið “frælsi” – fyri hesaferð. Onkursvegna eru konkretu frælsisdømini, ið sambandsvongurin sipar til, lættari at skilja enn heldur abstrakta frælsið, ið loysingarvongurin sipar til. Harvið ikki sagt, at einki hald er í tí, ið loysingarfólkini siga, men sannleikin er, at frælsi bæði kann vinnast við einari loysingarstrategi og við einari sambandsstrategi. Við loysingarstrategiini vinna vit ymiskar møguleikar sum ST-limaskap og OL-limaskap. Við sambandsstrategiini vinna vit m.a. blokkstuðulin, ið skapar fíggjarligan møguleika fyri nógvum tryggum, almennum arbeiðsplássum í Føroyum.

Uttan iva kundu Føroyar klárað seg á egnum beinum, tí vit tá vórðu noydd at skapa okkara egnu møguleikar. Men tað er helst trupult at sannføra fólk um at hetta fer at henda, serliga tá ríkisfelagsskapurin fyri nógv ikki kennist serliga undirkúgandi, men heldur man kennast frælsistryggjandi.

Mær tykist, at loysingarfólk mugu ásanna, at frælsið hjá einstaklingunum og húsarhaldunum kanska hevur størri týðning enn frælsið hjá okkum sum “tjóð”, ikki minst tí føroyska tjóðin nærum er vorðin synonym við ekstremt høgar skattir og harvið lægri búskaparligt einstaklingafrælsi. Uttan blokkstuðul ganga nógv fólk út frá, at skatturin verður uppaftur hægri og at frælsið harvið verður uppaftur meiri skert enn tað longu er. Umframt hetta kann eisini spyrjast um formliga fullveldisfrælsið veruliga gevur stórvegis reelt frælsi, serliga í einari tíð, har lond hava lyndi at tengja seg saman fyri at standa sterkari í altjóða høpi. Hesir statir ásanna, at hvør sær verða teir ignoreraðir, men saman verða teir hoyrdir.

Nakrar niðurstøður um frælsi

Vit hava hugt eftir nøkrum dømum, ið vísa hvussu paradoksalt frælsishugtakið er. Har eru ymiskir lærdómar vit kunnu taka við okkum, millum annað hesir:

· Frælsi er subjektivt og ymiskar lívsumstøður skapa ymiskar frælsisfatanir. Øll ynskja ikki tað sama, og harvið er tað ymiskt hvørjir møguleikar verða uppfataðir sum frælsi.

· Frælsi er nær skilt við eyðnusemi. Frælsi snýr seg sum oftast um at hava møguleikan at liva eitt eyðnuríkt lív. Men eisini eyðnuhugtakið er sera subjektivt, og eitt einfalt og trygt lív vil vera eyðna fyri summi, meðan onnur hava størri tørv á at “royna sínar veingir”.

· Frælsi kann eisini kennast sum ein mótsetningur til eyðnu. Frælsi inniber valmøguleikar, men hevur man ikki hug at velja, kann frælsi kennast sum ein byrða.

· Ymisk sløg av frælsi kunnu saktans vera mótstríðandi. T.d. er frælsið hjá vinnulívsmanninum beinleiðis mótstríðandi við frælsið hjá arbeiðsmanninum.

· Frælsi vil ofta vera gott til eitt víst, men fer man ov langt, kann frælsið enda í ófrælsi. Socialisma kann skapa nakrar møguleikar og harvið eitt økt netto-frælsi, men víðgongd socialisma endar við at kollektivisera so nógv, at vit fáa eitt minni netto-frælsi.

· Formligt frælsi er ikki altíð tað sama sum reelt frælsi. Man kann saktans hava frælsi á pappírinum, men framvegis hava sera avmarkaðar møguleikar. Hetta er eisini galdandi fyri statir.


Sámal Matras Kristiansen,

samfelagsfrøðingur

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...