Skip to main content

Grundgevingar fyri decentralisering

Hugtøkini centralisering og decentralisering verða ofta sett upp á ein heldur ideologiskan hátt – eitt sindur sum við loysing og sambandi, har man antin skal vera fyri ella ímóti. So einfaldur er veruleikin ikki, og tí vil eg siga beinanvegin, at eg ikki eintýðugt eri fyri decentralisering, eins og eg heldur ikki eintýðugt eru fyri centralisering. Men leikluturin eg havi átikið mær í dag er at grundgeva fyri decentralisering, og orsøkin til at eg havi játtað hetta, er tí at decentralisering stendur ov veikt í føroysku diskursini, og at rætta svarið heldur má finnast í einari balansu millum centralisering og decentralisering. Tó fari eg at royna at vera eitt sindur polemiskur í hesum upplegginum.

Eisini skal eg viðmerkja, at eg í hesi grein defineri “miðstaðin” sum “Streymoyar sýslu”. Tað eru sjálvandi sera nógvar ymiskar meiningar um hvat skal takast við ella ikki, men eg havi valt hetta – m.a. av hagtalsligum ávum.

Tá vit kjakast um samfelagsviðurskifti mugu vit skilja, at vit øgiliga ofta hugsa normativt. Vit hava nøkur grundrationalir, ið stýra okkara tankagongd og harvið eisini okkara niðurstøðum. Soleiðis er eisini, tá vit tosa um centralisering og decentralisering. Alt eftir hvørjar brillur vit seta fyri eyguni, síggja vit ymisk ting. Um vit einans hyggja gjøgnum reint økonomiskar brillur, fáa vit aðrar niðurstøður enn um vit hyggja gjøgnum aðrar fakligar ella ideologiskar brillur.

Rættvísi og solidaritetur

Havt verður ofta á lofti, at tað er dýrt og ineffektivt at decentralisera. Hetta veldst sjálvandi um hvat verður decentraliserað, men tað er rætt, at um vit hava fleiri fyrisitingarligar eindir – t.d. kommunur – so verða nógvar fyrisitingarligar dupultfunktiónir, eins og tað verður trupulari at uppnáa stórrakstrarfyrimunir. Tær reint búskaparligu brillurnar kunnu geva eina tílíka niðurstøðu.

Til ber tó eisini at síggja málið gjøgnum brillur av rættvísi og solidariteti. Tað er soleiðis, at líkamikið hvar í landinum ein býr, so er skattatrýstið á leið tað sama. Í nøkrum smákommunum er kommunuskatturin gaman í munandi lægri[1], men tað verður helst bara søga í framtíðin, tá kommunurnar helst eru lagdar saman í størri eindir.

Man skal ikki bara geva skatt, men eisini fáa vælferð. Tað er eitt mark fyri hvat fólk vilja finna seg í, áðrenn tey flyta – antin til størru plássini ella til útlandið. Verulekin hjá vanliga føroyinginum er, at gerandisdagurin skal hanga saman so ella so, og um tað verður ov møtumikið, vilja fólk at enda flyta.

Men tað rættvísi eg her tosi um snýr seg um at øll helst skulu fáa umleið líka nógv burtur úr limaskapinum í vælferðarstatinum. Sum nú er hava fólk í t.d. Eysturoynni munandi verri møguleikar at gagnnýta teir møguleikar, ið vælferðarsamfelagið bjóðar. Um vit taka solidaritet sum eitt ideal, so skuldi tað enntá verið soleiðis, at vit nýttu almenna sektorin sum eitt lokomotiv til at menna minni framkomnu økini. Undir øllum umstøðum hoyrast javnan røddir í ymisku økjunum, ið harmast um, at staturin fer avstað við so nógvum skatta- og avgjaldskrónum uttan at man kann vænta sær ein nøkulunda ágóða av hesum.

Tó so verða alsamt fleiri tænastur digitaliseraðar, soleiðis at til ber at fáa tænastur online. Hettta tøkniliga rákið kann sjálvandi punktera argumentið fyri at flyta almennar tænastur út um landið, men man kann eisini venda tí við og siga, at júst vegna digitaliseringina ber líka væl til at hava tænasturnar í t.d. Eysturoynni sum í Havn.

Eisini kann man siga, at um Skálafjarðartunnilin verður bygdur, so eru færri góð argument fyri at leggja alment virksemi inn í Eysturoynna ella til Klaksvíkar. Um vit fáa Skálafjarðartunnilin dugi eg t.d. illa at síggja hví man skal varðveita eitt fullriggað sjúkrahús í Klaksvík ella miðnámsskúlarnar á Kambsdali, tí tá er sera stutt hjá øllum at koyra. Undir øllum umstøðum er ikki skilagott at varðveita dupultfunktiónir, ið liggja geografiskt nær hvørja aðra. Men inntil víðari er Skálafjarðartunnilin einans ein ætlan, og eg fyrihaldi meg til tann veruleika, ið ger seg galdandi í dag.

Tað sama ger seg hinvegin ikki galdandi fyri sjúkrarhúsið á Tvøroyri og miðnámsskúlan í Hovi. Suðuroyggin eri einari heilt aðrari geografiskari støðu enn restin av landinum. Ein tunnil til Suðuroynna er neyvan realistiskur, og hóast suðuroyingar fingu ein tunnil vildi oyggin framvegis verið fjarskotin.

Almenni geirin tryggjar livikor

Ein grundgeving, ið mangan verður førd fram móti decentralisering, er at tað er órættvíst, at stovnar verða lagdir har færri fólk búgva, soleiðis at truplari verður hjá teimum flestu at koma til stovnin. Hetta er í grundini eitt gott argument, men avleiðingin av hesi tankagongd má vera, at næstan alt skal centraliserast í Havn, har flestu fólkini búgva.

Men alment virksemi snýr seg ikki einans um tænastuveitingar, men eisini um trygg og stabil arbeiðspláss. Almenn arbeiðspláss eru sera týðandi partar av arbeiðsmarknaðunum kring landið.

Almennu arbeiðsplássini eru serliga týðandi fyri konufólkini og hava verið ein avgerandi táttur í moderniseringini av føroyska samfelagnum. Tað hava í stóran mun verið almennu arbeiðsplássini, ið seinastu áratíggjuni hava drigið kvinnurnar út úr húsunum og út á arbeiðsmarknaðin.

Tó ikki alt kann decentraliserast, tí sannlíkt fær man ikki tey allarmest specialiseraðu fólkini at flyta út á bygd – ella at koyra úr Havn út á bygd. Eisini tænastur, ið krevja nærkontakt ella persónligt samskifti mugu liggja so nær við flestu kundanum sum gjørligt. Men heilt nógvar tænastur kunnu tað sama liggja í t.d. Runavík sum í Havn. Dømi Almannastovan/Nærverkið, ið í dag hevur høvuðsskrivstovur í Havn, men deildir úti um landið. Hetta kundi saktans verið umvent: Høvuðsskrivstova í t.d. Runavík og deildir úti um landið – m.a. í Havn. Í Eysturoy og Norðoyggjum búgva næstan 17.000,- fólk – samanlíkniligt við fólkatalið í Havn. Har er ivaleyst av fólki at taka av.

Longu nú eru almennar fyrisitingar fluttar út um landið. Kendasta dømið er helst Strandferðslan, ið varð flutt á Tvøroyri. Annars kunnu størri, samanlagdar kommunur gerast førar fyri at átaka sær fyrisitingar og tænastur, ið í dag liggja undir landsstovnum- og ráðum.

Mytan um eintýðugu centraliseringina

Ofta verður ført fram, at “øll fólk flyta til Havnar”. Tað er onkursvegna vorðin ein sannleiki millum summi, at samfelagið einans flytir seg ein veg, men hetta er beinleiðis skeivt. Tað er rætt, at tað fer ein urbanisering fram í Føroyum – eins og tað hevur gjørt gjøgnum alla 20. øld. Men urbaniseringsrákið hevur eisini eitt kontra-urbaniseringsrák við sær. Tað eru IKKI øll, ið ynskja at flyta til Havnar. Tað eru eisini Havnarfólk, ið velja at flyta á bygd. Og tað eru slettis ikki allir útisetar, ið velja at flyta til Havnar.

Í talvu 1 sæst, at tað serliga eru suðurøkini, ið missa í innlendis flytingini. Men eisini Norðoyggjarnar hava mist nógv fólk í nevnda tíðarskeiðnum. Í tali eru tey flestu gaman í flutt til Streymoyar sýslu, men í prosentum hevur vøksturin verið nógv størstur í Vága sýslu. Við øðrum orðum hevur bygdarlívið eina stóra atdráttarmegi, tó at tað helst ikki skal vera ov langt burtur frá miðøkinum.

Í talvu 2 sæst, at Streymoyar sýsla liggur næstniðast, tá tað kemur til netto-útlendisflyting. Einans Sandoyar sýsla liggur lægri, meðan tað er Vága sýsla, ið hevur minst negativu tølini. Hetta er sjálvandi partvíst tí at Streymoyingar hava nógv størri tendens til at flyta av landinum enn aðrir føroyingar. Men framvegis er ein heilt stórur partur av tí fólki, ið flytur til Føroyar, ið flytur til hini økini.

Í talvu 3 (a og b) havi eg hugt eftir hvussu flytingin var til og frá Streymoynni í 2010[2]. Her vísir tað seg, at samanlagt var tilflytingin til Streymoynna negativ - tilflytingin var 96 % av fráflytingini. Tilflytingin frá útlondum til Streymoynna var enntá bara 83 % av fráflytingini. Tað, ið bjargaði fólkatalinum var – umframt burðaravlopið – stóra nettotilflytingin frá Norðoyggjum, Suðuroy og í minni mun Eysturoy. Hinvegin vóru tað nærum líka nógv, ið fluttu frá Streymoy til Sandoynna sum fluttu frá Sandoynni til Streymoynna. Og eisini vísir tað seg, at fleiri fluttu úr Streymoynni vestur í Vágar enn umvent.

Tað er rætt, at summi útjaðaraøki í landinum hava trupult við at halda upp á fólkið, men onnur útjaðaraøki í landinum vísa seg at tiltrekkja fleiri fólk enn Streymoyggin ger. Hóast samlaða nettotalið sigur, at vit spakuliga verða urbaniserað, so eru vit framvegis sera rural, og við hetta lag fer tað at taka ekstremt langa tíð, áðrenn dreymarnir hjá centralistunum gerast til veruleika.


Livikor fyri ymiskar lívsstílar

Eg haldi, at vit eiga at ásanna, at fólk búgva í Føroyum av ómetaliga ymiskum orsøkum, ið ikki kunnu setast á ein einfaldan, búskaparligan formul. Hugtøk sum familjubond, netverk, kenslur, tilknýti, siðvenja, lívsstílar o.a. mugu eisini takast við í viðgerðina. Vit eiga at góðtaka, at ymisk støð í Føroyum hava ymiskar kvalitetir, ið skapa lívsgóðsku fyri fólk við ymiskum lívsstílum.

Onkursvegna tykist mær sum vilja summi “demonisera” bygdarfólk, ja nærum at umtala tey sum býtt, skitlig ella minni ment. Umvent gerast Havnarfólk harvið diskursivt ein yvirstætt, ja nærum eitt yvirfólk, ið umboðar ímyndina av “rætta føroyinginum”. Havnin er nærum vorðin ein ideologi hjá summum. Sjálvur siti eg eitt sindur millum tveir stólar í hesum kjakinum. Eg eri akademikari, búgvi í Streymoynni, arbeiði í Hoydølum og havi stórt netverk í Havn. Men eg eri eisini bygdarmaður og havi nógvar relatiónir serliga í Eysturoynni og í Norðuroyggjum. Eg dugi at síggja virði í fleiri ymiskum ruralum lívsstílum, ikki einans teimum urbanu-akademisku lívsstílunum.

Í síðsta enda snýr tað seg um at skapa livikor fyri føroyingar – ikki fyri onkran abstraktan idealføroying, men fyri konkret føroysk húski. Tað snýr seg m.a. um inntøkur, bústaðir, matvøruprísir og ymiskt annað, ið skal til fyri at skapa grundarlag fyri einum meiningsfullum lívi.

Tað verður mangan sagt, at vit eru noydd at miðsavna alt í Havn, tí Føroyar eru ein útjaðari í Europa og at vit mugu hava ein “metropol”, ið kann lokka fólk at verða búgvandi í Føroyum.

Ein slík grundgeving tykist mær løgin, tí gaman í er rætt, at Føroyar eru ein útjaðari. Men at Havnin er ein metropolur, er ein stór misskiljing. Havnin er ein lítil provinshøvuðsstaður í einum lítlum veðurbardum klettabólki langt burtur frá øllum miðstøðum. Eg skilji tó væl, at vit hava lyndi til at fantasera um Havnina sum meiri enn hon er, men viðhvørt kundi hjálpt at hugt meiri realistiskt eftir tingunum, og vit fáa høvi til tað nú hóskvøldið.

“Gløgt er gestsins eyga”, plagar man at taka til, og hóskvøldið kemur danski skemtarin Jan Gintberg til Føroyar at gera gjøldur við Føroyum og – ikki minst – Havnini. Hetta er ein liður í einari sendirøð, har hann finnur fram til løgin fyribrigdi í útjaðaraøkjum, og vit fáa harvið eitt gylt høvi at síggja okkum í einum heilt øðrum ljósi enn vit plaga[3].

Útjaðari við miðstaðarprísum

Føroyar eru ein útjaðari. Og Havnin er ein lítil provinshøvuðsstaður. “Havnin er ein lítil bygd...” sum Teitur Lassen syngur. Men ein tann størsti samfelagstrupulleikin er føroyski bústaðarmarknaðurin – og kanska serliga bústaðarmarknaðurin í Havn. Bústaðarprísirnir í Havnini eru øtiliga høgir – bæði um tú vilt eiga ella leiga. Hetta er helst ein av høvuðsorsøkunum til at vit hava eina so stóra netto-fráflyting.

Sum sæst á húsaprísa-yvirlitinum hjá Eik[4] er tað umleið dupult so dýrt at keypa sær hús í Havn sum á bygd. Bara hetta er eitt gott argument fyri at búgva á bygd. Sæð í altjóða ljósi er tað eisini undrunarvert, at tað kostar so nógv at keypa hús í einum lítlum provinsbýi sum Havnini. Verður t.d. hugt eftir villa-prísum í ymiskum donskum býum, sæst at nógvir býir størri enn Tórshavn hava munandi lægri prísir.[5] Hví skulu fólk tíma tað, tá so nógv onnur objektiv ting eisini trekkja niður? Man skal hava øgiliga sterkar positivar kenslur mótvegis Havnini, áðrenn tað uppvigar allar teir negativu faktorarnar. Um nakað kann sigast at vera “metropol-kent” við Havnini, so er tað húsaprísirnir. Tað mesta er fyri so vítt hugnaliga trygt og provincielt.

Skal almenni sektorurin centraliserast, má búsetingin fylgja við

Ynskir man at centralisera Føroyar, so er tað ikki nóg mikið einans at centralisera almenna tænastuútboðið. Av tí at almenni sektorurin í so stóran mun snýr seg um at skapa livikor hjá føroyskum húsarhaldum, mugu vit eisini skapa fjølbroyttar búsetingarmøguleikar í Havn. Sum nú er kann Havnin í ávísan mun síggjast sum ein forðing fyri centralisering av búsetingini. Havnin hevur ikki nógv stórt absorbtiónsevni til at taka móti teimum, ið vilja flyta til, men er við til at trýsta fólk – út á bygd og til onnur lond.

Alternativt kunnu vit sjálvandi satsa upp á Skálafjarðartunnilin, ið fer at gera tað møguligt at koma skjótt til og frá Havnini. Men verður einki annað gjørt við bústaðarmarknaðin í Havn, fer ein Skálafjarðartunnil heldur at merkja, at Eysturoyggin veksur (eins og Vágarnir gera tað nú), tí havnarfólk í størri mun fáa møguleika at flyta, ikki minst tí vit mugu rokna við einum rættiliga góðum bussambandi millum Havnina, Skálafjørðin og Klaksvík, ið ger tað bíligari at ferðast ímillum.

Mín fatan er tí, at anti,l.mn mugu vit gagnnýta teir decentralu strukturarnar vit longu hava, antin við útflyting av virksemi – ella við íløgum í infrakervið. Ella má setast í verk ein væl planløgd centralisering á fleiri frontum, serliga á bústaðarøkinum. Tað kann ikki vera soleiðis, at fólk uttanfyri Streymoynna skulu lata skatt til at fíggja almenna sektorin hjá okkum vælbjargaðu streymoyingum.


Fótnotur:

[2] Talva 3a vísir veruligi tølini, meðan talva 3b vísir tilflytingarratuna hjá Streymoyar sýslu í mun til onnur øki. Litirnir í talvu 3b vísa til litirnar í talvu 3a.

[3] Uppslag hjá Norðurlandahúsinum: http://www.nlh.fo/?tmid=16853&ItemID=2033

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…