Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2011

Sundaløg – afturlítandi, men gleðilig hugnafløga

Fløguummæli
Fyrst í desembur kom fløgan Sundaløg út. Talan er um eina fløgu við sera blandaðum tónleiki frá fólkum, ið nærum bert hava eitt til felags: tilknýti til Sundalagið. Samleikin hjá fløguni er hvørki rockur, poppur ella country, men snøgt sagt sundasamleikin.Um eg sigi, at talan er um eina slóðbrótandi og nýskapandi fløgu, so lúgvi eg. Talan er um eina sera afturlítandi fløgu, ið vísir aftur á gamlar tónlistarligar gøtur. Mær dámar væl at hoyra heilstoyptar fløgur við einum berandi konsepti, og tað hevur hendan fløgan ikki. Men hóast hetta er sum heild talan um eitt væl framleitt og forkunnugt produkt. Her er nakað fyri tey flestu, men uttan at tað á nakran hátt fer út um tann mainstream, ið flestøll tola at hoyra. Tað hepna við fløguni er eisini, at fløguhúsin inniheldur sangtekstir umframt myndir og lýsingar av teksta- og tónasmiðunum umframt sangarum og tónleikarum.

Jens Marni vísir veginTreytaleyst besta lagið á fløguni er bráðvakri sangurin “Hvar eru vit fødd” hjá Jens Mar…