Skip to main content

Sundaløg – afturlítandi, men gleðilig hugnafløga


Fløguummæli

Fyrst í desembur kom fløgan Sundaløg út. Talan er um eina fløgu við sera blandaðum tónleiki frá fólkum, ið nærum bert hava eitt til felags: tilknýti til Sundalagið. Samleikin hjá fløguni er hvørki rockur, poppur ella country, men snøgt sagt sundasamleikin.

Um eg sigi, at talan er um eina slóðbrótandi og nýskapandi fløgu, so lúgvi eg. Talan er um eina sera afturlítandi fløgu, ið vísir aftur á gamlar tónlistarligar gøtur. Mær dámar væl at hoyra heilstoyptar fløgur við einum berandi konsepti, og tað hevur hendan fløgan ikki. Men hóast hetta er sum heild talan um eitt væl framleitt og forkunnugt produkt. Her er nakað fyri tey flestu, men uttan at tað á nakran hátt fer út um tann mainstream, ið flestøll tola at hoyra.

Tað hepna við fløguni er eisini, at fløguhúsin inniheldur sangtekstir umframt myndir og lýsingar av teksta- og tónasmiðunum umframt sangarum og tónleikarum.

Jens Marni vísir vegin

Treytaleyst besta lagið á fløguni er bráðvakri sangurin “Hvar eru vit fødd” hjá Jens Marna Hansen, ið serliga er kendur frá bólkum sum Kjølum og All That Rain. Sjálvandi er hetta eitt øgiliga “typiskt” lag, ið ikki er nýskapandi, men leggur seg fjálgt inn í sjangruna av klaverboksandi singer-songwriters. Hóast Jens Marni plagierar í eystur og vestur, so er hetta eitt heilstoypt og hugkveikjandi lag, ið verður hangandi í heysinum langa tíð eftir at man hevur hoyrt tað. Tað hevur eisini verið nógv at hoyrt í útvarpinum farnu vikurnar.

Finnur Hansen hevur eisini skapað eina frálíka ljóðmynd, ið er dominerað av lekrum, saftigum klaverspæli. Teksturin er uttan stórvegis dýpi, men tekur allíkavæl ikki nógv burtur frá góðu heildarupplivingini. Tað serliga hugaliga við hesum lagnum er hvussu nógv Jens Marni hevur ment sín sang til nakað nógv meiri kensluborið enn man kann vænta av einum garvaðum rock’nrollara.

Tað drynjandi, tó sjarmerandi

Næstu trý løgini eru ikki serliga ambitiøs tónlistarliga, men tola tó væl at hoyrast.

Sangurin “Minnir” hjá Inga Hansen er ein yrkingarbaserað ballada uttan stórvegis tónlistarligt flødaskúm. Yrkingin er sera gamaldags, men eisini vøkur, og stendur heilt víst sterkari enn lagið. Eg haldi, at sangurin koyrir dekan ov nógv í sama spori og kundi verið eitt sindur meiri málandi tónlistarliga. Ja, eg haldi eisini, at Petur Hans syngur eitt sindur keðiliga. Samanlagt eitt tað veikasta lagið á fløguni.

Sangurin “Í hálvum gekki” hjá Magnusi á Stongum hevur nakað av tí klassiska Tinganest-soundinum við nógvum eftirklangi og ógvusliga drynjandi sangi. Men eins og á seinastu fløguni hjá Magnusi stendur hansara rødd seg ikki so væl einsamøll ella í samklangi við seg sjálva. Eg tími næstan ikki at hoyra Magnus uttan Jóan Jakku Guttesen, tí teirra æviga drynjandi røddir skapa nakað heilt serligt saman, men hvør sær ganga tær ikki upp í eina hægri eind. Men tó so, fittur tekstur og hugnaligt lag uttan stórvegis tónlistarligt krem.

Fjórði sangurin er “Sundalagið” hjá Kára Andreasen. Fínur sing-along-sangur við frískligum, tó typiskum countrykendum tónleiki. Sangavrikið hjá Kristleyg Hansen kundi saktans verið nógv betri frágingið, eins og serliga niðurlagið kundi trongt til t.d. eitt sindur av kórsangi fyri at kontrastera versini. Men tað er púra víst, at lagið er deiliga fólksligt og harvið eitt av hittunum á fløguni.

Sum heild eru hesir tríggir sangirnir tó ein aldudalur í mun til flotta byrjunarlagið á fløguni.

Ragnar heldur stílin

Fimta sangin á fløguni eigur Ragnar í Vík. “Trúgvandi maður” hevur kanska tann áhugaverdasta tekstin á fløguni og harumframt gjøgnumført, sjarmerandi countryfylgispæl. Hóast Ragnar eisini hevur eina drynjandi rødd, so er munurin, at her ljóðar tað fullkomiliga autentiskt og skal absolutt ikki vera øðrvísi. Deiligur sangur frá einum “countrysangara av Guds náði” sum tað eisini stendur skrivað í fløgufaldaranum.

Eitt annað lag, ið gjørdi meg jaliga bilsnan var “Mín skattur” hjá Signari í Homrum, ið í 90’unum spældi saman við Jens Marna í Kjølum. Hetta er milt sagt nakað heilt, heilt annað enn tann diskandi, háspenti sangurin, ið Signar er so kendur fyri. Lagið kundi tað sama verið skrivað av Stanley Samuelsen – ikki minst tí at Signar í støðum tykist at imitera dialektina hjá Stanley, m.a. tey accentueraðu hjáljóðini. Eisini røddin minnir nógv um ta hjá Stanley, tó nakað ljósari. Tað er tó frálíkt at hoyra Signar nýta nøkur breidri aspektir av síni rødd, og eisini tónleikurin er serstakliga frágingin.

Hesir báðir sangirnir hava eftir mínari meining góða slitstyrki. teir eru ikki so áleypandi og bráðvakrir, men tykjast at vaksa hvørja ferð eg hoyri teir.

Og so til tað ordiliga bygdasliga

Sjeyndi sangurin á fløguni, “Í skýmaskoti”, er sum tikin frá einum dansi í onkrum bygdarhúsi. Festligur tekstur, festligt lag, festligur tónleikur við festligum guitarspæli. So ónýskapandi sum nakað kann vera, men púra víst nakað, ið hóskar til felagssangin undir einum borðhaldi, tá man hevur fingið nakrar øl og ein snaps. Leingi livi festligar sangir á móðirmálinum. Tað er gull vert.

Áttandi sangurin er ikki minni afturlítandi. Nicolina av Kamarinum hevur skrivað orð og lag. Eg kann ikki siga, at mær dámar hendan sangin. Meðan míni oyru saktans kunnu tola Bacon’skan tónleik, er hetta nakað eg ikki ordiliga tími at lurta eftir. Um eg eri til veitslu, eru slíkir sangir eitt gott høvi at fara út í tún at svala sær á. “Minnisvarðin” er ótrúliga keðiligur, men hevur uttan iva sín málbólk. Eg hoyri bara á ongan hátt til hendan málbólkin. Eg haldi, at tað hevði verið feitari um fløguframleiðarin hevði latið hendan sangin í ein heilt, heilt annan ham, tí bæði tekstur og lag hava ein grundsubstans, ið saktans kundi verið tulkaður á ein meiri hugvekjandi hátt.

Men sum sagt í byrjanini: hetta er ein afturlítandi fløga, og tá er í lagi at hava slíkt tilfar við.

Og so tað sukursøta

“Eyðnuleys” hjá Elsu Anniku Dam Olsen er níggjunda lagið á fløguni. Mær dámar rættiliga væl lagið, tónleikurin byrjar í smáum, men byggir spakuliga upp. Røddin hjá Emmu Hansen hóskar sera væl til fyrru helvtina av sanginum, men verður spakuliga yvirtrumfaður av meiri rockuta og yvirarrangeraða endanum. Sangurin hevði sitið betri um hann helt einfalda stílin allan vegin og avmarkaði guitarsósina til millumspølini. Eisini haldi eg, at teksturin er heldur fýrkantaður í støðum. Ov strammur og sangbærur, ov lítið lyriskur.

Næstseinasti sangurin, balladan “Need your love” er ein tíðarferð við Annette Spange Davidsen aftur í 80’ini. Lagið eigur Jens Marni Hansen. Deiliga djúpa divakenda altrøddin úr Hósvík kemur veruliga til sín rætt í hesum stórbara lagnum frá Jens Marna Hansen. Og yes.... har er guitarsolo við. Ikki so ofta man hoyri tað nú á døgum. Umvent fyrsta sangin á fløguni er hetta ein øgiliga Jens Marnasligur sangur. Sangurin er sera væl spældur tónleikarliga, og serliga má eg vísa á frálíka, men diskreta kórsangin, ið lyftir Annette eitt sindur meiri upp í niðurløgunum.

Síðsti sangurin er skrivaður av Jákup Wenningstedt Hansen. “Farin ár” er ein duett millum systkinabørnini Terja og Duritu Djurhuus. Eg haldi ikki, at Terji livir upp til talentið hjá Duritu, og tað er synd. Sangurin hevði riggað væl um antin Terji ella Durita sungu, men saman ganga tey ikki upp í eina hægri eind og tað er tí eitt flatt upplivilsi. Annars ein fittur, hugnaligur sangur, ið riggar væl sum rosinan í pylsuendanum.

Ella rættari – har er ein rosina afturat. Framleiðarin Hans Olivur Joensen hevur valt at leggja eitt egið instrumentallag inn í endan á fløguni. Lagið “Tilveran” er sera vakurt og 80’arasligt, men í støðum alt ov “plastiskt”. Meiri sax og meiri guitar og minni av hasum alt ov syntetiska tangentspælinum, ið eftir mínum tykki ikki stuðlar ljóðmyndina, ið frálíka saxofonin gandar fram. Tá orglið tekur yvir móti endanum verður tað nógv betri. Men sum heild er hetta tó eitt lekkurt og hugvekjandi lag.

Góð jólagávu til tey eitt sindur tilkomnu

Sum heild haldi eg, at henda fløgan er góð og eitt frálíkt jólagávuhugskot. Men man skal nokk vera komin væl framvið tey 30 fyri at fáa tað stóra burtur úr fløguni, tí løgini eru so afturlítandi. Fløgan er sera tvíbýtt: nøkur frálík løg og nøkur minni ambitiøs løg. Man skal leita leingi eftir einari fløgu við so veikum tónleikaligum samleika sum hendan – hetta er næstan sum ein Popp List fløga. Men umvent er tað víst, at fløgan fyrst og fremst er ætlað fólki, ið hava kenslur knýttar at Sundalagnum. Umframt hetta er tað altíð kærkomið við populertónleiki á føroyskum. Sæð í hesum ljósinum er hetta ein gleðilig hugnafløga, ið vónandi verður at hoyra í nógvum fløguspælarum komandi tíðina.


Sámal Matras Kristiansen

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…