Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2012

Kritikk av ideologiskari ideologi-kritikk

Lat meg staðfesta beinanvegin: Tað var stak áhugavert at lesa dramatisku greinarøðina hjá Hanusi Kamban um “Kríggið móti borgaranum” í seinastu viku. Tað er altíð hugaligt, tá fólk royna at síggja samfelagsliga veruleikan í einum størri høpi, tí oftast fer kjakið fram á einum rættiliga smalsporaðum einkultmáls-støði.Høvuðsboðskapurin í greinini er ein kritikk av marknaðar-ideologiini, og Hanus Kamban hevur sjálvandi púra rætt, tá hann sigur, at vit í løtuni eru í einari sera ógvusligari høgrasnaring – fyri ikki at siga hondbremsusvingi. Hvussu hetta fer at spæla av, er ómetaliga trupult at meta um, men eg helli til at geva Høgna Hoydal rætt, tá hann í einari aðrari grein lýsir hetta sum eina roynd at fremja “sjokk-terapi” mótvegis føroyska samfelagnum, eins og vit hava sæð tað í fleiri londum seinastu áratíggjuni.Tá tað er sagt, haldi eg, at ávísir partar av greinini hjá Hanusi Kamban eru heldur avgjørdir. Hervið ein (vónandi) konstruktiv kritikk av nøkrum útvaldum meingum úr greinini…