Monday, July 23, 2012

Hvussu lurtar man eftir einum “navni”?


(eitt sindur øðrvísi ummæli)


Á G! leygarkvøldið fingu gestir á G! og føroyingar annars at vita, at “stóru nøvnini” ikki kundu lenda vegna mjørka. G! fekk bjargað støðuni við at rokera í skránni og fáa Teit Lassen at framføra um miðnáttarleitið. Samanlagt sostatt ein fínur festivalur, hóast  tey “størstu nøvnini” ikki kundu koma.

Men nær eru fólk farin at lurta eftir “nøvnum”? Eg eri so gamaldags, at eg framvegis lurti eftir “bólkum”, tvs. nøkrum fólkum, ið spæla á nøkur ljóðføri og syngja. Fyri meg er tað líkasum meiningin við tí heila: at hoyra væl úr hondum greiddan tónleik – at hoyra dugnaskap og kreativitet og at hoyra nakað nýtt.

Men tað tykist sum at nógv fólk ganga meiri upp í “nøvn” enn bólkarnar sum so. Kennir man “navnið”, dámar man tónleikin. Kennir man ikki “navnið”, heldur man, at tað er skræpa.  

Úrslitið er, at á festivalum sum G! eru túsundtals fólk, ið klumpa seg saman at hoyra vælpromoveraðu “stóru nøvnini” sum “Kapten Röd”, “Frændur” og “Teitur”, meðan aðrir frálíkir bólkar mugu spæla fyri fáum hundrað fólkum ella færri.


Tit lumpa bara tykkum sjálvi

Hóast eg partvíst haldi tað vera synd fyri teir nógvu frálíku tónleikararnar, ið hava havt ov fáar áhoyrarar á G!, so haldi eg tað vera meiri synd í øllum tykkum, ið ikki hoyrdu hesar frálíku bólkarnar. Tit kenna ikki “navnið”, og tí tykist bólkurin ikki áhugaverdur hjá tykkum.

Tit minna meg mest um forkelað børn, ið helst bara vilja eta kylling og chips, tí tað vita tit hvat er: tit hava roynt tað fyrr, og tað passar til tykkara vanabundnu, kræsnu tungur. Av tí sama leggja tit heldur ikki í at royna nýggjar tónlistarligar rættir. Tit vilja hava nakað tit kenna: tónlistarligan grillmat, so at siga. Men tað eru bara tit sjálvi, ið missa øll tey upplivilsi, ið tónleikurin annars kann bjóða, um man førkar seg eitt sindur burtur frá main-stream. Tit lumpa bara tykkum sjálvi við at vera fordómsfull og bangin fyri tí ókenda.

Eg vil heita á tykkum um at gera ein størri innsats, tá tað kemur til tónleik. Hvørja ferð man víðkar sín sjónarring, fær man nakrar nýggjar referansur, ið gera tað møguligt at skilja og dáma øðrvísi tónleik. Man fær snøgt sagt betri tónlistarlig fatanarevni við at lurta eftir nógvum og fjølbroyttum tónleiki.

Í minsta lagi áttu tit at gjørt tykkum sjálvum tann beina ikki einans at stara tykkum blind á “stóru nøvnini” á plakatini, men gera eitt sindur av research, so tit hava okkurt at grunda tykkara fordómar á. Tað er so lætt í hesum tíðum við smartphones, har tit kunnu liggja og surfa, meðan tit liggja brakk dagen derpå.


Hvat hendir á G! ?

Nú skulu fólk endiliga ikki halda, at mær ikki dámar “stór nøvn”. T.d. var konsertin við “D.A.D.”  á Summarfestivalinum í fjør eitt framúr upplivilsi, eins og avgjørt gleddi meg til at hoyra “Tim Christensen and The Damn Crystals” (“størsta navnið” mátað í nøgd av bókstavum). Men umvent vóru “smærri nøvn” sum t.d. “Benjamin”, “Dánjal”, “Kaj Klein” og “Monkey Rat” eisini stór upplivilsi á G! í ár. Fyri ikki at gloyma “Amsterdam Klezmer Band”.

Dagin fyri G! varð eg spurdur “hvat hendir á G!”, undirforstaðið hvørjum eg ætlaði at lurta eftir. Mítt svar var einfalt: “Har hendir G!”. Besta orsøkin at fara á G! er, at man gjøgnum tríggjar dagar sleppur at hoyra eina rúgvu av væl valdum góðskutónleiki – kendar sum ókendar bólkar. Eg keypi atgongumerki til G! so skjótt seðlarnir koma út, tí eg veit, at tað altíð vil vera nógv feitt at hoyra á G!

Og nú fari eg at gleða meg til Summarfestivalin...


Sámal Matras Kristiansen,
trúgvur festivalgestur

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...