Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2012

Óerligt at samanlíkna krepputíðir og uppgangstíðir

Svar til Annitu á Fríðriksmørk viðvíkjandi fólkatilflyting, har hon m.a. vísir á niðanfyristandandi tøl: http://www.vagaportal.fo/pages/posts/ta-id-folktilflytingin-var-i-haeddini-21818.php


Hennara argumentatión byggir á eina samanlíkning av trimum 6-ára skeiðum: 1992-1997, 1998-2003 (fullveldissamgongutíðin) og 2004-2009. Men eg haldi ikki, at hetta er ein heilt erlig samanlíkning.

Tí vit minnst væl framvegis, at tíðarskeiðið 1992-1997 m.a. fevndi um eina risakreppu, og at tíðarskeiðið 2004-2009 eisini fevnir um eina kreppu, eins og kjalarvørrurin frá mini-kreppuni í 2003 ger um seg í 2004. At bæði hesi 6-áraskeið eisini høvdu upptíðir, er tó rætt. Men man kann ikki síggja burtur frá, at kreppurnar trekkja tilflytingartalið munandi niður.

Umvent hevði tíðin seinast í 90'unum risastóran búskaparvøkstur.

Alternativ 6-ára skeið
Eg havi valt at finna fram til bestu og vánaligastu 6-ára tilflytingar-skeiðini seinastu 20 árini. 

Besta 6 ára skeiðið seinastu 20 árini var hetta: 1996 1997 1998 199…

Tilflytingin 1998-2003

Annita á Fríðriksmørk mótmælir m.a. á Vágaportalinum 9. august 2012, mína útsøgn um at fullveldissamgongan ikki økti um tilflytingina.  http://www.vagaportal.fo/pages/posts/ju-sanniliga-okti-fullveldissamgongan-um-tilflytingina-21810.php

Her sigur hon m.a., at "Talvan undirbyggir jú heilt greitt – og enntá við greiðum tølum, at ongantíð í Føroya søgu er tilflytingin økt so nógv sum tíðarskeiðið frá 1998 til 2003."

Eg vil heilt einfalt svara henni aftur við somu hagtølum sum eg brúkti til at siga, at fullveldissamgongan ikki økti um tilflytingina; http://samalsdiary.blogspot.com/

Eg havi valt at gera 6 stabbar reyðar, tvs. teir, har ADE og ADEH samgongurnar sótu við valdið. Á hesi heimasíðuni kann síggjast nær ymisk samgonguskjøl eru undirskrivað: http://logting.elektron.fo/index.asp?id=9&lurl=Ymiskt/Soga%20Foroya%20Logtings.html


So kann lesarin sjálvur meta um rættleikan av útsøgnini hjá Gunvør Balle: Tá fullveldisstríðið var fremsta politiska raðfesting frá 1998 fluttu fó…

Nei, fullveldissamgongan økti ikki tilflytingina

Dimmalætting 8. august 2012
Ein av mínum yndisútvarpssendingum er faktakekk-sendingin Detektor hjá DR, har hugt verður eftir um nakað hald er í ymiskum pástandum, ið m.a. politikarar koma við.
Í Kringvarpinum er tíverri eingin slík sending (og generelt næstan ongar samfelagsviðgerandi góðskusendingar), so her í landinum hava politikarar góðar møguleikar at pástanda nærum hvat sum helst uttan at tað fær avleiðingar.

Myta: tjóðskaparkensla skapar tilflyting
Eitt dømi er Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon skrivar 6. August eitt lesarabræv í Norðlýsinum, har hon m.a. førir fram, at: fyri at vit skulu fjølgast og trívast, er neyðugt at vit støðugt mennast vinnuliga, mentanarligaog tjóðskaparliga. Tá fullveldisstríðið var fremsta politiska raðfesting frá 1998 fluttu fólk heim í hópatali, tí tey vildu vera við til at byggja land. Hesa kenslu kunnu vit fáa fram í fólk aftur og tá kunnu vit útinna kraftarverk.”
Serliga hetta við at fólk fluttu heim í hópatali frá 1998 má viðmerkjast, tí …

Viðmerkingar til 10 boð um læring

Á blogginum “What Ed Said” * eru 10 tilmæli um hvussu undirvísing ikki skal fara fram: Í Facebook-bólkinum “Læring” ** spurdi Ólavur Ellefsen hvat vit hildu um hesi boðini, og gjørdi hann tann beina at umseta boðini til føroyskt:
10 ting sum foreldur áttu at ólært. Samd/ur?

1. Læring verður best mátað við einum karakteri 2. Produktið er týdningarmiklari enn prosessin og framburðurin 3. Børn eiga at vera vard móti at gera nakran feil 4. Internetið er vandamikið fyri børn 5. Foreldur og lærarar skulu kjakast uttan at tann lærandi er til staðar 6. Heimaarbeiði krevst 7. Skúlin hevur ábyrgd fyri allari útbúgving hjá barninum 8. Perspektivið hjá tínum barni er tað einasta 9. Læringin er tann sama sum tá tú gekk í skúla 10. Legg dent á (og fiksa) tað, sum títt barn ikki dugir, heldur enn á tað, sum tað eydnast við
Niðanfyri mínar viðmerkingar, ið tó eru umskrivaðar eitt sindur. Legg til merkis, at tíggju boðini omanfyri eru serliga vend móti fólkaskúlaundirvísing, meðan mínar undirvísingarroyndir…