Wednesday, August 8, 2012

Nei, fullveldissamgongan økti ikki tilflytingina


Dimmalætting 8. august 2012

Ein av mínum yndisútvarpssendingum er faktakekk-sendingin Detektor hjá DR, har hugt verður eftir um nakað hald er í ymiskum pástandum, ið m.a. politikarar koma við.

Í Kringvarpinum er tíverri eingin slík sending (og generelt næstan ongar samfelagsviðgerandi góðskusendingar), so her í landinum hava politikarar góðar møguleikar at pástanda nærum hvat sum helst uttan at tað fær avleiðingar.


Myta: tjóðskaparkensla skapar tilflyting

Eitt dømi er Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon skrivar 6. August eitt lesarabræv í Norðlýsinum, har hon m.a. førir fram, at: fyri at vit skulu fjølgast og trívast, er neyðugt at vit støðugt mennast vinnuliga, mentanarliga og tjóðskaparliga. Tá fullveldisstríðið var fremsta politiska raðfesting frá 1998 fluttu fólk heim í hópatali, tí tey vildu vera við til at byggja land. Hesa kenslu kunnu vit fáa fram í fólk aftur og tá kunnu vit útinna kraftarverk.”

Serliga hetta við at fólk fluttu heim í hópatali frá 1998 má viðmerkjast, tí tann útsøgnin er ikki sonn. Hyggja vit eftir tilflytingartølunum (sí mynd niðanfyri), so síggja vit, at kurvan knekkar í 1998, tvs. at í 1998, tá fullveldissamgongan kemur til, byrjar tilflytingin at minka.



Um vit harumframt hyggja eftir fráflytingartølunum, so síggja vit, at í 2001 byrjar fráflytingin at økjast, og hon hevur við ávísum sveiggjum verið vaksandi síðani tá. 2001 er samstundis árið, tá vit valdu at lækka ríkisveitingina (frá og við 2002), og tað kann hugsast, at hetta óbeinleiðis hevur skundað undir fólkafráflytingina síðani.


Kringvarpið átti at havt faktakekk-sending

Eg tori næstan ikki at skriva hetta av ótta fyri at verða skýrdur sambandsmaður. Veruleikin er, at eg eri floksloysingur, men eg skrivi hetta, tí tað er hugstoytt, at vit ikki hava betri stýr upp á fakta í Føroyum. Og eg skal sjálvandi nevna, at tað ikki einans eru tjóðveldisfólk, ið reingja veruleikan. Tað gera samgonguflokkarnir sanniliga eisini. Úrslitið kann tíverri ofta vera skeivar avgerðir.

Tí eru sendingar sum ”Detektor” so týðningarmiklar, og ein slík sending átti at verið sett á programmið hjá Kringvarpinum. Eg skuldi havt verið við í sendingini ”Fríggjakvøld” seinasta fríggjakvøld, har eg skuldi geva nýggja kringvarpsstjóranum Dia Midjord góð ráð. Eg kundi tó ikki fara vegna Summarfestivalin, men so kann nýggi kringvarpsstjórin vónandi lesa hetta í staðin.

Hervið mítt ”detektor-íkast” til samfelagskjakið.


Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur


Keldur:
** Hagtølini frá Hagstovu Føroya: http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/Hagtalsgrunnur/ibugvav_val/VITAL
Broytingarnar í fólkatalinum skift á til- og frágongd og tíðarskeið

1990
1991
1992
1993
1994
1995
1996
1997
1998
1999
2000
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
2008
2009
2010
2011
Tilflyting
1 101
1 103
1 020
982
1 342
1 689
1 924
1 976
1 986
1 899
1 830
1 772
1 754
1 560
1 419
1 223
1 488
1 478
1 599
1 351
1 419
1 281
Fráflyting
2 107
1 708
1 895
2 832
3 273
2 285
1 778
1 779
1 697
1 543
1 379
1 229
1 364
1 351
1 585
1 670
1 577
1 695
1 543
1 678
1 737
1 662


No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...