Thursday, August 9, 2012

Óerligt at samanlíkna krepputíðir og uppgangstíðir

Svar til Annitu á Fríðriksmørk viðvíkjandi fólkatilflyting, har hon m.a. vísir á niðanfyristandandi tøl: http://www.vagaportal.fo/pages/posts/ta-id-folktilflytingin-var-i-haeddini-21818.php


Hennara argumentatión byggir á eina samanlíkning av trimum 6-ára skeiðum: 1992-1997, 1998-2003 (fullveldissamgongutíðin) og 2004-2009. Men eg haldi ikki, at hetta er ein heilt erlig samanlíkning.

Tí vit minnst væl framvegis, at tíðarskeiðið 1992-1997 m.a. fevndi um eina risakreppu, og at tíðarskeiðið 2004-2009 eisini fevnir um eina kreppu, eins og kjalarvørrurin frá mini-kreppuni í 2003 ger um seg í 2004. At bæði hesi 6-áraskeið eisini høvdu upptíðir, er tó rætt. Men man kann ikki síggja burtur frá, at kreppurnar trekkja tilflytingartalið munandi niður.


Umvent hevði tíðin seinast í 90'unum risastóran búskaparvøkstur.

Alternativ 6-ára skeið

Eg havi valt at finna fram til bestu og vánaligastu 6-ára tilflytingar-skeiðini seinastu 20 árini. 

Besta 6 ára skeiðið seinastu 20 árini var hetta:
1996
1997
1998
1999
2000
2001
1924
1976
1986
1899
1830
1772

Vánaligasta 6-ára skeiðið fyri 1998 var hetta:
1989
1990
1991
1992
1993
1994
1599
1101
1103
1020
982
1342

Vánaligasta 6-ára skeiðið eftir 1998 var hetta:
2004
2005
2006
2007
2008
2009
1419
1223
1488
1478
1599
1351

Ella hetta, ið gevur neyvt sama tal:
2005
2006
2007
2008
2009
2010
1223
1488
1478
1599
1351
1419

Hønan ella eggið?
Við øðrum orðum byrja uppgangstíðirnar áðrenn fullveldissamgongan kemur fram at.

So spurningurin eru um fullveldissamgongan skapti góðu tíðirnar síðst í 90'unum, ella góðu tíðirnar síðst í 90'unum skaptu fullveldissamgonguna - ella sagt á annan hátt: skapti fullveldissamgongan optimismuna, ella skapti optimisman fullveldissamgonguna. Tað kann lesarin sjálvur sleppa at meta um.


Ja, tøl eru takksom

Tó má eg siga, at eg eri serstakliga samdur við tað fyrsta Annita á Fríðriksmørk skrivar: "Er tað nakað, sum er takksamt, so eru tað hagtøl."

Og hon prógvar tað enntá í verki.

Tó er tað ikki heilt rætt, at "Hagtøl kanst tú fáa at síggja út akkurát sum tú vilt", tó at man kann velja ymiskar vinklar og velja brotpartar úr hagtalsrúgvuni, eins og man kann kamuflera og snýta á vektini. Tað var eisini tí eg valdi at sýna nógv rundanumtøl, soleiðis at lesarin kundi síggja tann størri samanhangin.

"There are three kinds of lies: lies, damned lies, and statistics"
, sum Benjamin Disraeli skal hava sagt.
 

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...