Thursday, August 9, 2012

Tilflytingin 1998-2003

Annita á Fríðriksmørk mótmælir m.a. á Vágaportalinum 9. august 2012, mína útsøgn um at fullveldissamgongan ikki økti um tilflytingina.  http://www.vagaportal.fo/pages/posts/ju-sanniliga-okti-fullveldissamgongan-um-tilflytingina-21810.php

Her sigur hon m.a., at "Talvan undirbyggir jú heilt greitt – og enntá við greiðum tølum, at ongantíð í Føroya søgu er tilflytingin økt so nógv sum tíðarskeiðið frá 1998 til 2003."

Eg vil heilt einfalt svara henni aftur við somu hagtølum sum eg brúkti til at siga, at fullveldissamgongan ikki økti um tilflytingina; http://samalsdiary.blogspot.com/


Eg havi valt at gera 6 stabbar reyðar, tvs. teir, har ADE og ADEH samgongurnar sótu við valdið. Á hesi heimasíðuni kann síggjast nær ymisk samgonguskjøl eru undirskrivað: http://logting.elektron.fo/index.asp?id=9&lurl=Ymiskt/Soga%20Foroya%20Logtings.html



So kann lesarin sjálvur meta um rættleikan av útsøgnini hjá Gunvør Balle: Tá fullveldisstríðið var fremsta politiska raðfesting frá 1998 fluttu fólk heim í hópatali, tí tey vildu vera við til at byggja land.”

(Annars fegnist eg sjálvandi um hesi tølini kunnu seta eitt kjak í gongd um føroysku fólkatalsmenningina - og orsøkirnar aftanfyri henni. Eg eri sum áður nevnt floksloysingur og havi ongan áhuga at stuðla einum ella øðrum parti. Men eg havi stóran áhuga í at punktera mytur.)

Vinarliga, 
Sámal Matras Kristiansen

2 comments:

Anonymous said...

Vildi bara meint at at so leingi nettoflytinging er postiv so er tað framgongd. Serea einkilt..og uttan at snara tølini sum ein vil ella hvørjum ein heldur við.

Samal Matras Kristiansen said...

Veldst um hvat man vil síggja. Tøl kunnu tulkast á ymsar hættir. Man kann eisini tulka tilflytingartølini sum eitt barometur fyri optimismu í samfelagnum.

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...