Skip to main content

Viðmerkingar til 10 boð um læring


Á blogginum “What Ed Said” * eru 10 tilmæli um hvussu undirvísing ikki skal fara fram:
Í Facebook-bólkinum “Læring” ** spurdi Ólavur Ellefsen hvat vit hildu um hesi boðini, og gjørdi hann tann beina at umseta boðini til føroyskt:

10 ting sum foreldur áttu at ólært. Samd/ur?

1. Læring verður best mátað við einum karakteri
2. Produktið er týdningarmiklari enn prosessin og framburðurin
3. Børn eiga at vera vard móti at gera nakran feil
4. Internetið er vandamikið fyri børn
5. Foreldur og lærarar skulu kjakast uttan at tann lærandi er til staðar
6. Heimaarbeiði krevst
7. Skúlin hevur ábyrgd fyri allari útbúgving hjá barninum
8. Perspektivið hjá tínum barni er tað einasta
9. Læringin er tann sama sum tá tú gekk í skúla
10. Legg dent á (og fiksa) tað, sum títt barn ikki dugir, heldur enn á tað, sum tað eydnast við

Niðanfyri mínar viðmerkingar, ið tó eru umskrivaðar eitt sindur. Legg til merkis, at tíggju boðini omanfyri eru serliga vend móti fólkaskúlaundirvísing, meðan mínar undirvísingarroyndir einans eru innan miðnám og hægri lestur. Eisini skal viðmerkjast, at mínar royndir eru frá undirvísing í samfelagsfrøði og geografi. Hesar viðmerkingar mugu endiliga ikki síggjast sum generaliseringar, men sum mínar egnu royndir, ið onnur kunnu læra av ella kritisera. Ongantíð betri enn um hesin bloggur elvir til mótsvar, tí tað er ofta í diskussiónini, at mesta læringin fer fram.
Eg havi valt at sláa punkt 3 og 10 saman, tí tey viðgera nær skildar problematikkir.
Eg havi eisini valt at síggja burtur frá fimta boði: Foreldur og lærarar skulu kjakast uttan at tann lærandi er til staðar”. Kenni ikki so nógv til hetta. Hjá okkum kjakast vit beinleiðis við næmingin. Eg havi ikki gjørt mær stórvegis tankar um hetta.

1. Læring verður best mátað við einum karakteri
Læring kann mátast bæði kvantitativt og kvalitativt. Kvalitativ eftirmeting er ofta meiri formativt orienterað og letur upp fyri at næmingurin kann læra meiri. Kvantitativu karakterirnir eru ofta eitt slag av summativari eftirmeting, ið úttrykkir eitt meðalvirði fyri hvat undirvísarin metir at næmingurin dugir. Kvantitativ eftirmeting hevur tó ta avgjørdu styrki, at hon leggur upp til kapping, tvs. at næmingar fara at kappast móti hvørjum øðrum, flokkar fara at kappast móti hvørjum øðrum, undirvísarar fara at kappast móti hvørjum øðrum o.s.fr. Persónliga ivist eg ikki eitt sekund í, at kapping er læruelvandi hjá nógvum - men sjálvandi ikki hjá øllum. Tí nyttar tað einki at vera fundamentalistiskur hesum viðvíkjandi. Kvalitativt og kvantitativt mugu ganga hond í hond.

2. Produktið er týdningarmiklari enn prosessin og framburðurin
Eg haldi, at vit fokusera alt ov lítið á produktið sum nú er. Og í grundini er tað nonsens at skilja millum produkt og process, tí einhvør process kann lutast niður í fleiri smærri "millumfabrikata". Læruframburður er júst at lata næmingar framleiða eitt hóskandi produkt, ið teir kunnu yvirskoða og vera stoltir av - so at siga byggja ein forteljing upp um. T.d. tá teir við einum 11-tali í hondini kunnu siga: hygg, nú dugi eg 100% at argumentera, men tíverri dugdi eg bara 80% at arbeiða við Excel seinasta mánað. So kann tann næmingurin umhugsa um hann møguliga er betri egnaður sum juristur enn sum økonomur.
Process-skriving gevur forrestin betri skrivlig produktir. Tað er sostatt ikki ein spurningur um at processin hevur størri týðning enn produktið, men at processin og produktið eru tvær síður av somu søk, og tað er vánaligt didaktiskt arbeiði at skilja tey at.

3. Børn eiga at vera vard móti at gera nakran feil / 10. Legg dent á (og fiksa) tað, sum títt barn ikki dugir, heldur enn á tað, sum tað eydnast við
Tað er neyðugt at koma út í støður, har man lærir nakað nýtt. Tað má vera rúm fyri at gera feilir, uttan at man verður trektur í karakter fyri tað. Ein góður undirvísari má skapa eitt klima, har tað er positivt at gera "kvalificeraðar feilir", tvs. at tað verður roknað sum gagnligt fyri evalueringina, at man torir at vera fakliga djarvur. Ein góður næmingur kann fáa mest burtur úr einum undirvísara, um hann torir at fara inn á okkurt, ið hann bert partvíst dugir. So ber til hjá undirvísaranum at instruera restina.

Men ein undirvísari skal eisini duga at síggja tað rætta í tí sum næmingurin sigur, men síðani eisini vísa á hvussu man kann loysa tingini betri. Tað at vera negativur móti næmingum er bara ikki góð pedagogikk, tí tað kann skapa órationella mótstøðu móti læring.
Fokusera á tað, ið næmingurin dugir og bygg víðari út frá tí.

4. Internetið er vandamikið fyri børn
Hetta er næstan sum at siga, at lívið er vandamikið fyri børn. Tað ber snøgt sagt ikki til at lata sum um at vit ikki hava Internetið. Hóast tað mesta á Internetinum er skrambul, so eru eisini ómetaliga nógv frálík mið, eins og ymisk samskiftistøkni ger tað møguligt at handfara tilfarið nógv meiri dynamiskt enn man áður kundi. Umframt hetta verður samfelagið alsamt meiri digitaliserað, alt frá fíggjarkervi yvir handil til fyrisiting, so í framtíðini vil tað vera at samanlíkna við analfabetismu, um man ikki er sera dugnaligur innan KT.

6. Heimaarbeiði krevst
Ja, heimaarbeiði krevst av teirri einføldu orsøk, at miðnámsútbúgvingar í dag fyrireika til víðari lestur. Ein miðnámsútbúgving er ein fyrireiking til víðari lestur, og umframt fakligu læringina er neyðugt at ung læra at studera, og heimaarbeiði (les: sjálvstudium) er ein risapartur av flestu hægri og meðallongum útbúgvingum. Heimaarbeiði er sostatt fyrst og fremst ein venjing í sjálvstudium, í sjálvdisciplin og ábyrgd fyri egnari læring (og í fólkaskúlanum eisini ábyrgdin hjá foreldrunum).

7. Skúlin hevur ábyrgd fyri allari útbúgving hjá barninum
Hjá børnum mugu foreldrini sigast at hava helvtina at ábyrgdini fyri læringini hjá barninum. Omanfyri 18 ár er tað princippið um ábyrgd fyri egna læring, ið telur, tó at vit sjálvandi mugu hava rúm fyri, at summi er óbúgvin og at onnur hava t.d. psykiskar trupulleikar. Men hóast tað er gleðiligt um foreldur hjálpa til eftir at næmingarnir eru vorðnir 18, so eru tey jú pr. definitión vaksin fólk, ið mugu klára seg sjálvi við hjálp frá lærustovninum. Tað keðiligasta er, at alt ov nógv fara á student ella HF, hóast teirra teoretisku førleikar eru vánaligir. Tað áttu at verið betri møguleikar hjá ungum uttan teoretiskar ambitiónir at taka meiri praksis-orienteraðar miðnámsútbúgvingar.

8. Perspektivið hjá tínum barni er tað einasta.
Tað er ómetaliga neyðugt, at tey verða uppald nøktandi í fólkaskúlanum, soleiðis at tey ikki gerast ein byrða á miðnámi. Tað eru heilt nógvir næmingar - serliga á HF - ið ikki halda tað hava týðning at liva upp til grundleggjandi systemkrøv sum uppmøting, halda avtalur, atburð o.s.fr. Tað er spell, at orka skal nýtast til hetta, tí tað tekur bara orku og fokus fá øðrum meiri konstruktivum pørtum av undirvísingini.

9. Læringin er tann sama sum tá tú gekk í skúla.
Nei, vitanin er í dag nógv minni hierarkisk og nógv meiri netverksbaserað - serliga vegna Internetið. Gamla fatanin av at vitan verður skapað í toppinum og síðani verður transporterað niður gjøgnum pyramiduna er óhóskandi í dag, tí í dag eru øll óendaliga nær við stórar partar av vitanini – í hvussu er tá vit tosa um fólkaskúla-, miðnáms- og bachelor-stig, tó at tað ofta eru størri forðingar fyri at ogna sær vitan á hægri stigi.

Av tí at vitanin ikki verður sorterað á veg niður gjøgnum hierarkiið, er tó alsamt meiri neyðugt at læra at fyrihalda seg til góðskuna av vitanini. Fyrr varð hendan góðskan garanterað av hierarkinum, men í dag liggja skeiv og rætt svør lið um lið, og lykilin til vitan er hjá teimum, ið duga at finna røttu vitanina. Tí er metodulæra so avgerandi í dagsins samfelagi, tí hon gevur grundførleikar til at navigera í einum mangan kaotiskum vitanarumhvørvi.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur, cand.scient.soc.
Undirvísari á miðnáms- og universitetsstigi.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…