Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2012

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…

Fuglafjørður um 25 ár

(Røða hildin 18. sept. 2012 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði)

Gott kvøld. Eg eri til hetta høvi biðin um at hugleiða um Fuglafjørð. Nú eri eg sum tit vita samfelagsfrøðingur og plagi at fáast við faktuell viðurskifti, men at spáa um framtíðina er av góðum grundum ikki samfelagsfrøði, men rein fiktión. Tí havi eg valt at skriva tvær søgur um Fuglafjørð um 25 ár.

***
Fuglafjørður í 2037. Framvegis ein íðnaðarbygd. Fabrikkir og íðnaðarhentleikar í hópatali liggja út eftir báðum fjarðarørmunum. Stór skip koma og fara og skapa stórt virksemi í bygdini. Tí bygdin er ikki longur ein býur. Bygdin er aftur vorðin bygd, hóast virksemið er størri enn nakrantíð – mátað í framleiðslu. Men íðnaðurin er vorðin so automatiseraður, at tørvur bert er á fáum fólkum at reka virksemið á landi.

Fólk eru flutt burtur frá bygdini seinnu árini, tí minkandi er eisini av øðrum virksemi enn íðnaði. Fuglafjørður er ein íðnaðarbygd í einum tænastusamfelagi, og tænastur verða framhaldandi lagdar niður og fluttar til aðra…