Skip to main content

Fuglafjørður um 25 ár


(Røða hildin 18. sept. 2012 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði)

Gott kvøld. Eg eri til hetta høvi biðin um at hugleiða um Fuglafjørð. Nú eri eg sum tit vita samfelagsfrøðingur og plagi at fáast við faktuell viðurskifti, men at spáa um framtíðina er av góðum grundum ikki samfelagsfrøði, men rein fiktión. Tí havi eg valt at skriva tvær søgur um Fuglafjørð um 25 ár.

***
Fuglafjørður í 2037. Framvegis ein íðnaðarbygd. Fabrikkir og íðnaðarhentleikar í hópatali liggja út eftir báðum fjarðarørmunum. Stór skip koma og fara og skapa stórt virksemi í bygdini. Tí bygdin er ikki longur ein býur. Bygdin er aftur vorðin bygd, hóast virksemið er størri enn nakrantíð – mátað í framleiðslu. Men íðnaðurin er vorðin so automatiseraður, at tørvur bert er á fáum fólkum at reka virksemið á landi.


Fólk eru flutt burtur frá bygdini seinnu árini, tí minkandi er eisini av øðrum virksemi enn íðnaði. Fuglafjørður er ein íðnaðarbygd í einum tænastusamfelagi, og tænastur verða framhaldandi lagdar niður og fluttar til aðrar bygdir og býir.


Fuglafjørður er lagdur saman við restina av Eysturoynni og er nú bert ein partur av eini størri kommunu. Møguleikin at laga bygdina til nýggjar tíðir er avmarkaður. Nýggja stórkommunan hevur valt at miðsavna tænastur fyri at rationalisera. Umvent er Fuglafjørður stórkommunalt satsningsøki viðvíkjandi íðnaðarmenning. 
Hóast Fuglafjørður frá natúrunnar hond er eitt sera vakurt pláss, so hevur økta íðnaðargerðin og niðurslítingin av bústaðarøkjunum gjørt sjálvt búplássið munandi minni attraktivt.  Eisini hava kanningar víst, at nógva íðnaðarvirksemið hevur havt ringar avleiðingar fyri heilsuna hjá teimum, ið búgva í Fuglafirði. Tað er ikki eitt stað, ið foreldur ynskja at lata síni børn vaksa upp í.


Eitt ljóspunkt er hóast alt. Skúladepilin á Kambsdali er framvegis í brúki, og nú er eisini útskúlingin í fólkaskúlanum flutt út har. Kambsdalur er sum heild vaksin nakað, meðan Fuglafjørður er minkaður meiri enn samsvarandi. Tað eru framvegis øki í Fuglafirði, ið eru væl dámd sum bústaðarøki, men sum heild hava verið bygd ov fá nýggj hús, soleiðis at stórur partur av húsunum nú eru í sera ringum standi. Tey verða í stóran mun leigað út til útlendingar, ið koma í arbeiðsørindum, men ofta fara burtur aftur stutta tíð seinni. Ein annar stórur samfelagsbólkur eru eldri fólk, ið búsettust í tíðini, tá Fuglafjørður framvegis var ein sjálvstøðug kommuna. Annars eru tey flestu yngru fólkini ófaklærdir arbeiðarar, og aðrastaðni í landinum verður bygdin umtalað sum ein social ghetto.



Fuglafjørður var leingi kend sum ein bygd við sterkum mentanarlívi, men eftir at kommunan varð løgd saman við restina av Eysturoynni, hevur tað ikki verið gjørt nógv frá almennari síðu til at seta mentanarlig tiltøk í gongd. Mentanarligu eldsálirnar, ið plagdu at eyðkenna Fuglafjørð eru farnar at eldast ella eru fluttar úr bygdini. Nógvar av gomlu kempunum, ið settu ferð á ítrótt og mentan, eru farnar undir grønutorvu ella sita uppi í Vesturstovu og síggja bygdina fána handan regnvátu rútarnar.

***

Soleiðis kundi ein ikki órealistisk ræðusøga ljóðað um Fuglafjørð um 25 ár. Men so galið nýtist tað tó ikki at ganga. Íðnaður nýtist ikki at vera av tí ringa. Um kommunan megnar at seta treytir fyri hvussu nógv íðnaðurin sleppur at ávirka og dálka umhvørið, so kann hann framhaldandi verða ein fyrimunur fyri bygdina. Tað krevst, at kommunan lurtar eftir hvat borgararnir síggja sum eitt gott lív og hvørji krøv teir seta til síni bústaðarumhvørvi.Íðnaður fer um 25 ár væntandi at krevja enn færri fólk í arbeiði enn í dag. Umvent verða eftirverandi arbeiðini enn meiri vitanar- og førleikakrevjandi. Men væl útbúgvin fólk krevja eitt høgt tænastustøði, vakurt natúrligt umhvørvi og eitt gott mentanarútboð. Fuglafjørður hevur tí lagt seg eftir at hava landsins besta barnaskúla og landsins bestu barnaansing. Hesi størvini verða høgt vird í býnum, og kommunan ger nógv fyri at hendan “bleyta” arbeiðsmegin skal kenna seg heima í Fuglafirði. Við stuðli frá kommuni hevur seinnu árini verið skipað fyri einum árligum “námsfrøði-festivali”, ið er vitjaður av námsfrøðiáhugaðum úr øllum landinum.


Hóast íðnaðurin hevur verið í framhaldandi vøkstri, hevur Fuglafjørður satsað nógv upp á at menna tænastuvirksemið í býnum. Kommunan samskipar árliga fleiri stór tiltøk í samstarvi við samkomur og áhugabólkar við tí máli at skapa sunn og mennandi ítriv fyri børn og ung í býnum. Kommunan sýnir altíð vælvild, tá onkur hevur í umbúna at skipa fyri savnandi tiltøkum. Kommunan hevur eitt know-how um samskipan og er altíð klár við góðum ráðum um onkur kemur við góðum hugskotum. Man veit, at kreativitetur ofta krevur sparring, og tí er mentanardeildin altíð opin hjá fólki at vitja, eisini hóast tey einans hava leyslig hugskot í tonkunum.



Eisini hevur kommunan syrgt fyri, at tað verður lættari hjá borgarunum at koma runt til gongu og við súklu. Rásir eru langt niðan í allar dalarnar, soleiðis at til ber hjá familjum at fara hugnaligar túrar burtur frá býnum. Rásir eru eisini gjørdar millum Fuglafjørð og Kambsdal, og verða hesar rásir nógv nýttar av kondirennarum og familjum við barnavognum. Heilsa og motión eru vorðin lyklaorð – ikki bara í Fuglafirði, men í øllum landinum. Eisini innanhýsis í Fuglafirði er tað vorðið tryggari hjá børnum at ferðast. Nú ber til at ganga allan vegin frá Toftabønum og oman á Føroya størstu sandstrond uttan at møta einum einasta bili. Gongutunlar eru gjørdir, og ein fríðkað rás er gjørd við spæliplássum, motiónsplássum og smáum viðarlundum, har fólk kunnu hittast til eitt lítið prát í gerandisdegnum. Fleiri slíkar loysnir eru á veg, ið gera tað trygt og gott hjá bleytum trafikantum at ferðast í bygdini. 


Eisini mentanin stendur í blóma. Í ymisku mentanar- og samkomuhúsunum eru nógv tiltøk, ið verða væl vitjað. Kommunan hevur valt at vera ein viðspælari á mentanarøkinum og nýtir nógva orku til at fáa borgararnar at síggja møguleikar heldur enn forðingar í bygdini. Tað hevur víst seg neyðugt ikki einans at veita eitt gott útboð, men eisini at styrkja eftirspurningin, og tí kunnar kommunan aktivt borgararnar um tað, ið fyriferst í kommununi – lítið sum stórt. Kommunan hevur miðvíst arbeitt við at styrkja samskiftið við borgararnar, tí tað hevur alt at siga, at borgararnir kenna seg hoyrdar og virdar av politikarunum. Fuglafjarðar kommuna er framvegis sjálvstøðug kommuna, men rekur flestu tænasturnar í samstarvi við aðrar kommunur.


Tað búgva í 2037 ein breið vifta av ymiskum fólkum í Fuglafirði. Rætt er, at Fuglafjørður er eitt tað plássið í landinum við flestum útlendingum. Ein triðingur eru antin tilflytarar ella annað ættarlið av tilflytarum. Summir hava tilknýti til íðnaðin, meðan onnur røkja tænastustørv í býnum og í oynni sum heild. Kommunan hevur hegnisliga megnað at gjørt hesar útlendingar til eitt aktiv fyri býin, heldur enn at síggja teir sum eina hóttan. Borgarstjórin í býnum kom upprunaliga úr Filipinunum, men gjørdist skjótt virkin í býnum. Fuglafjørður var fyrsta kommunan, ið setti á stovn eitt víðfevnandi intergratiónstilboð, og í dag koma útlendingar úr øllum Norðurøkinum og taka integratiónsskeið á hesum stovninum, ið verður hýstur á stóra vitanardeplinum á Kambsdali.


Hesin vitanardepilin má metast sum eitt tað størsta aktivið hjá Fuglafjarðar kommunu. Hann byrjaði við handilsskúla og studentaskúla, men er víðkaður munandi seinastu árini. Til dømis er nú eisini ein “virtuellur” læringsdepil, har fjarundirvísing verður samskipað bæði við støði í tilboðum hjá Fróðskaparsetrinum og hjá útlendskum lærustovnum.

Fuglafjørður er í 2037 ein vitanarbýur í vøkstri. Íðnaðurin spælir framvegis ein týðandi leiklut, men dentur verður støðugt lagdur á vitan og førleikamenning. Lívslong læring er ein partur av tí at vera fuglfirðingur. Tað er í tráð við eyðkenda slagorðið hjá kommununi: “Fuglafjørður: har vitan og vinna ganga hond í hond!”



Havið eina góða mentanarviku,Sámal Matras Kristiansen

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…