Skip to main content

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki


Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.

Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.

Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.

Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu árini. Serliga er talan um fólk frá eystureuropeiskum londum, ið flyta til Føroyar, tó at Stórabretland eisini er væl umboðað. Eisini úr Afrika og Amerika er ein ávís tilflyting, meðan tølini fyri Oceania eru lítil.

Men isolerað sæð eru tað heilt týðiliga úr eysturasiatiskum londum – serliga Thailandi og Filipinunum, at nógvar kvinnur eru komnar seinastu árini. Við øðrum orðum er hetta eitt gott stað at byrja hetta nýggja “mentanarmøtið”, ið vit mugu átaka okkum – heldur fyrr enn seinni.


Útlendsku kvinnurnar – ein javnstøðumøguleiki

Útlendsku kvinnurnar mugu í fyrstu syftu síggjast sum ein javnstøðumøguleiki. Tað verður støðugt víst á tað lækkandi burðartalið. Hendan lækkingin hevur ikki so nógv at gera við, at føroyskar kvinnur fáa fá børn, men heldur, at tað gerast alsamt færri ungar kvinnur í Føroyum, ið kunnu føða børn. Um útlendskar kvinnur í hópatali koma til Føroya, so verður møguligt at fáa burðartalið lyft munandi uppaftur – um hesar væl at merkja eru í burðarførum aldri. Í hesum viðfangi er eisini vert at nevna, at føroyskar kvinnur generelt gerast eldri, tá tær føða børn, og tað er eisini ein langtíðartendensur móti at føroyskar kvinnur fáa færri børn. Ungar, útlendskar kvinnur kunnu sostatt eisini vera við til at fáa føðialdurin niður.

Tað hevði verið frægast, um vit eisini fingu fleiri ungar føroyskar kvinnur at støðast í Føroyum, men tað eina útilokar jú ikki hitt. Vit eiga bæði at arbeiða meiri langsiktað fyri at skapa eitt land, ið er meiri attraktivt fyri tær kvinnur, ið longu eru í Føroyum, eins og vit eiga at arbeiða meiri stuttsiktað við at fáa fleiri ungar kvinnur til Føroyar her og nú. Tí vit mugu eisini spyrja okkum um vantandi ungar kvinnur í Føroyum ikki við tíðini kunnu fáa ungu, støku menninar at flyta av landinum.

Vit vita jú, at føroyskir menn eru serstakliga mobilir og arbeiða kring allan heim. Vit vita jú, at alsamt fleiri av pengunum, ið dríva hetta samfelagið, verða vunnir av arbeiði í útlondum. Um tað ikki verður møguleiki hjá teimum at stovnseta familju í Føroyum, hví so ikki bara flyta til eitt annað land, har skatturin er lægri og veðrið betri?

Spurningurin er, um landið ikki beinleiðis átti at elvt til eina tilflyting av útlendskum kvinnum. Men um hetta verður ein politikkur, er tó neyðugt at gera nakrar víðfevndar skipanir, ið kunnu taka ímóti hesum kvinnum, soleiðis at tær koma at trívast.


Útlendsku kvinnurnar – ein javnstøðutrupulleiki

Tann mest eyðsýndi váðin við nógvu kvinnunum, ið flyta til Føroya, er hvørt tær gerast nóg væl integreraðar ella ei. Tær koma í alsamt størri mun frá fremmandum mentanum við fremmandum málum, ið als ikki minna um føroyskt. Takið at gerast partur av føroysku mentanini verður harvið nógv tyngri enn hjá kvinnum, ið flyta til Føroyar úr okkara grannalondum. Hesin vansin kann styrkjast um kvinnurnar ikki koma út á arbeiðsmarknaðin, tí tær kunnu enda við at sita heima og bert samskifta lítið við aðrar føroyingar enn familjuna, tær eru knýttar at. Um tær harumframt velja sær vinkonur úr heimlandinum, økist vandin enn meiri fyri at tær ongantíð veruliga integrerast.

Hetta síðsta verður tá ikki bert ein trupulleiki fyri kvinnurnar sjálvar, men kann eisini koma at ávirka uppalingina av teirra børnum. Royndir úr øðrum londum hava víst, at integratión av útlendskum mammum er avgerandi fyri at útlendsku børnini ikki marginalierast málsliga, socialt ella hugburðsliga. Tað kann hugsast at gera seg galdandi eisini í Føroyum.

Sostatt kunnu útlendsku kvinnurnar eisini síggjast sum ein javnstøðutrupulleiki, um vit harvið fáa ein stóran bólk av kvinnum, ið eru marginaliseraðar. Tað vildi jú verið tvørt ímóti tí ráki, ið vit annars síggja, har kvinnur fáa alsamt centralari týðning í samfelagnum.

Hvat skal so gerast við hendan trupulleika? Eitt rabiat boð vildi verið at forðað kvinnunum í at komið til Føroyar, men hetta er hvørki skilagott ella gagnligt. Og hvussu kann man argumentera fyri, at føroyskir menn ikki skulu kunna fáa eina konu, tá føroyskar kvinnur samstundis flyta av landinum í hópatali? Tað gevur snøgt sagt onga meining.

Vit mugu hinvegin fyrihalda okkum til avbjóðingina. Og í staðin fyri at taka avbjóðingina upp, tá hon veruliga er vorðin ein trupulleiki, áttu vit at verið proaktiv og innrættað samfelagið sambært tí menning, ið vit síggja.

Fyri tað fyrsta eiga vit at hava nakrar integratiónstænastur, ið kunnu geva hesum útlendsku kvinnum eitt skump inn í samfelagið. Her hugsi eg fyrst og fremst um miðvísa undirvísing í máli, mentan og samfelagi.

Kvinnurnar mugu læra eitt líkinda føroyskt, læra um føroyskar normar og virði, læra um hvussu føroyska samfelagið er innrættað, so tær vita hvagar tær skulu venda sær, um tær hava almennar tænastur fyri neyðini. Her er eisini vert at hugsa um at veita vælferðartænastur á enskum og nøkrum av teimum mest útbreiddu fremmandmálunum í Føroyum.

Umframt hetta kundi tað verið eitt hugskot at sett á stovn internationalar miðnámsflokkar – t.d. internationalt HF, ið bæði málsliga og innihaldsliga kundi verið rættað móti útlendingum í Føroyum.


Mugu vita meiri um evnið

Vit mugu taka globaliseringina seriøst. Í dag er tað ei longur nøkur sjálvfylgja, at føroyingar búgva í Føroyum. Sera nógvir føroyingar búgva aðrastaðni enn í Føroyum, og umvent skuldi logiska fylgjan av hesum verið, at vit lata betri upp fyri tilflyting av teimum samfelagsbólkum, ið vanta í Føroyum – serliga ungum kvinnum.

Men umframt hetta er eisini neyðugt at syrgja fyri, at hesar ungu kvinnur verða so væl móttiknar sum til ber, soleiðis at tær innan rímiliga tíð gerast integreraðar í føroyska samfelagið.

Og sum áður nevnt vita vit alt ov lítið um hetta evnið. Tað átti at verið kannað nærri hvussu hesar útlendsku kvinnur í Føroyum liva. Sum nú er hava vit yvirskipað hagtøl og anekdotur, men vit hava tørv á meiri neyvum hagtølum og djúptøknum samrøðum við hesar kvinnur, ið hava valt at flyta lív og lagnu til Føroyar.

Ein vanahugsan, ið tykist stinga seg upp millum manna, er at útlendskar kvinnur eru dømdar at miseyðnast. Men vit vita jú ikki hvussu tær reelt klára seg, tó at eg veit um dømi um útlendskar kvinnur, ið hava klárað seg væl í Føroyum. Vit mugu fyri alt í verðini ikki bara fokusera á trupulleikarnar, men eisini á teir møguleikar, ið hetta nýggja rákið skapar. Vit eiga heldur at taka væl móti útlendsku kvinnunum, soleiðis at vit økja sannlíkindini fyri, at tær fara at klára seg væl.

Hetta er eitt politiskt mál, ið onkur átti at fingið sær sum hjartamál. Tí í dag eru hundraðtals útlendingar í Føroyum og uppaftur fleiri, ið hava nærtilknýti til hesar útlendingar. Her eru snøgt sagt nógvar atkvøður at heinta.

Og ikki minst er hetta eitt mál, ið eigur at vera á breddanum hjá Javnstøðunevndini og øðrum, ið vara av socialari og kynsligari javnstøðu í Føroyum.


Hugskot úr salinum eftir fyrilesturin

Eftir framløguna komu nógv áhugaverd sjónarmið frá áhoyrarunum. Eg havi valt at nevna nøkur teirra her.

Serliga uppskotið um eina interntionala miðnámslinju varð væl móttikið av áhoyrarunm. Víst varð á, at ein av trupulleikunum er, at miðnámsskipanin er bygd á føroyskt og danskt. Men um vit høvdu eitt alternativ við støði í t.d. enskum kundi hetta gjørt gáttina hjá útlendingum inn í samfelagið mundandi lægri. Eisini varð mett, at ein slík linja kundi verið áhugaverd hjá føroyskum ungum, ið ynskja at gerast munandi betri til enskt enn hvat vanligir miðnámsskúlar megna. Bæði í mun til hægri lestur, fjarlestur, men eisini í mun til samstarv við fólk í øðrum londum má enskt síggjast sum ein avgerandi førleiki hjá føroyingum.

Víst varð eisini á, at nógvar útlendskar kvinnur eru væl útbúnar. Men vegna vantandi málførleikarnar kunnu tær illa brúka hesar førleikar. Í staðin noyðast nógvar at arbeiða sum ófaklærdar, og tað gevur lægri løn, lægri inntøkutrygd og lægri prestisju. Eisini kundi tað verið eitt íkast til føroyska samfelagið um hesir førleikar komu í nýtslu, so bæði av javnstøðuorsøkum, men eisini av samfelagsbúskaparligum orsøkum vil tað vera skilagott at føra ein aktivan integratiónspolitikk. Hildið varð, at vit eiga at fara frá at síggja útlendingar sum trupulleikar, men heldur at síggja teir sum eitt tilfeingi. Onkur helt, at Føroyar kundu verið ein fyrimynd viðvíkjandi integratión, um vit bóru okkum rætt at.

Í mun til gransking og politisering varð víst á, at tað eru átøk í gongd, ið royna at vísa á trupulleikar í føroyskum heimum undir heitinum “Harðskapur í parlagi og nærsambondum”, ásannandi at útlendskar kvinnur kunnu hugsast at hava størri marginaliseringstrupulleikar enn føroyskar kvinnur. Gott verður at fáa skilt fordómar frá fakta hesum viðvíkjandi. Tó varð eisini víst á, at vit ikki eiga at læsa okkum føst á útlendskar kvinnur sum offur, tí tað finnast eisini sólskinssøgur um útlendskar kvinnur, ið klára seg væl í Føroyum. At enda má eisini nevnast, at tað ikki einans eru útlendskar kvinnur, men eisini útlendskir menn, ið kunnu hava marginaliseringstrupulleikar. Undir øllum umstøðum varð tikið undir við, at vit eiga at vita nógv meiri um hetta evnið, soleiðis at vit verða noydd at taka støðu til trupulleikarnar, ið veruliga gera seg galdandi.

Í einum breiðri samanhangi kundi man umhugsað, at útlendingar fingu ein fastan kontaktpersón fyrstu tíðina eftir at teir komu til landið. Hetta kundi verið ein uppgáva fyri socialu deildirnar hjá kommunum.

Eitt síðsta áhugavert argument úr salinum fyri at fáa fleiri útlendingar til Føroyar var genetiskt. Føroyingar eru illa plágaðir av arvaligum sjúkum, og ein breidri genpulja kundi eisini lívfrøðiliga styrkt føroyingar sum fólkaslag. Eg má viðganga, at eg hevði sjálvur hugsað hendan tankan, men tordi ikki at taka hann upp, so eg var fegin um at hetta sjónarmiðið kom fram úr salinum.


Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur


Útgivið á m.a. Tórsportalinum, Vágaportalinum

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…