Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2012

Verður marknagilsdreymurin ein marra?

Í 2008 snúði løgtingsvalstríðið seg m.a. um betri umstøður til miðnámsskúlar. Hóast summi vóru ónøgd, vóru tey flestu tó fegin, tá hetta kjakið endaði við eini avgerð um at samskipa nógvar av miðnámsútbúgvingunum í einum nýggum skúladepli – tað vit í dag kenna sum Marknagilsdepilin. Leingi hevur verið togast um hetta málið. Viðhvørt hevur sæð bjartari út, viðhvørt daprari, og tá flottu tekningarnar av nýggja deplinum komu, fingu nógv jólaljós í eyguni. Men í heyst kom so eitt veruligt bakkast, ið mong tó høvdu væntað: Marknagilsdepilin kemur at vera nógv dýrari enn hvat ætlanin var, og roynt verður nú at finna sparingar, so verkætlanin kann gerast veruleiki.
Politiski spurningurin er so hvat skal gerast við hetta? Skulu nógvar eyka miljónir skulu koyrast í hesa verkætlan, ið eisini hevur stórt potentiali til at gerast aldarinnar byggigøla? 

Men tað er ikki einans møguliga eykajáttanin, ið stingur í eyguni. Eisini ætlaði prísurin er ørandi. Í prinsippinum havi eg einki ímóti, at so nógvi…