Thursday, October 4, 2012

Verður marknagilsdreymurin ein marra?

Í 2008 snúði løgtingsvalstríðið seg m.a. um betri umstøður til miðnámsskúlar. Hóast summi vóru ónøgd, vóru tey flestu tó fegin, tá hetta kjakið endaði við eini avgerð um at samskipa nógvar av miðnámsútbúgvingunum í einum nýggum skúladepli – tað vit í dag kenna sum Marknagilsdepilin. Leingi hevur verið togast um hetta málið. Viðhvørt hevur sæð bjartari út, viðhvørt daprari, og tá flottu tekningarnar av nýggja deplinum komu, fingu nógv jólaljós í eyguni. Men í heyst kom so eitt veruligt bakkast, ið mong tó høvdu væntað: Marknagilsdepilin kemur at vera nógv dýrari enn hvat ætlanin var, og roynt verður nú at finna sparingar, so verkætlanin kann gerast veruleiki. 

Politiski spurningurin er so hvat skal gerast við hetta? Skulu nógvar eyka miljónir skulu koyrast í hesa verkætlan, ið eisini hevur stórt potentiali til at gerast aldarinnar byggigøla? 

Men tað er ikki einans møguliga eykajáttanin, ið stingur í eyguni. Eisini ætlaði prísurin er ørandi. Í prinsippinum havi eg einki ímóti, at so nógvir pengar verða brúktir til ein skúlabygning, men tá hetta verður hildið upp móti hvussu politiska skipanin annars prioriterar innan útbúgvingarsektorin, verður Marknagilsdepilin knappliga meiri ein marra enn ein ynskidreymur.


Marknagil sum eitt tómleikans tempul?
Eg eri farin at óttast, at Marknagilsdepilin kann gerast eitt haft um beinini á føroyskum miðnámsútbúgvingum. Longu nú er miðnám skorið inn á bein, og sambært áliti, ið Mentamálaráðið skrivaði í summar, hevur næstan helvtin av allari arbeiðsmegini í miðnámsskúlunum ikki neyðugu undirvísingarførleikarnar, serliga tí Mentamálaráðið ikki hevur fíggjað námsfrøðiliga eftirútbúgving í sera nógv ár. Og hetta talið vil bara økjast sum árini ganga og gamlir fullførir undirvísarar fara frá. Umframt hetta verða eisini aðrar sparingar gjørdar, ið minka um møguleikarnar fyri dygdarundirvísing. 


Um vit seta hetta upp móti hvørjum øðrum, so tykist mær, at vit nærum eru farin frá at diskutera miðnám sum innihald og einans stara okkum blind á formin – hendan glæsiliga og glasiliga bygningin, ið skal gerast ein varði í føroyska samfelagnum – eitt “monument” (sum onkur kallaði tað). Spurningurin er tó um hann ikki kann enda sum eitt “tómleikans tempul” (sum onkur annar kallaði eina aðra stóra byggiverkætlan), ikki kvantitativt, men kvalitativt, tvs. at vit fáa eitt flott hylki, men uttan neyðuga tøkniliga innihaldið – og verst av øllum – uttan neyðuga humankapitalin. Eg beri ótta fyri, at risaíløgurnar í form koma at skava av framtíðar íløgum í tøkni og humankapital, og í síðsta enda er góðskan av miðnámsútbúgvingum ikki bara ein spurningur um form, men primert um innihald.


Mugu flyta kjakið frá formi til innihald
Eg haldi, at kjakið um miðnám eigur at verða flutt meiri yvir móti tí innihaldsliga. Politikararnir mugu fáast at skilja, at tað lítið nyttar at byggja ein flottan potens-forleingjara, um sáðið ikki ber frukt. Tað nyttar lítið at brúka so nógvar pengar til ein flottan bygning, um góðskan á arbeiðsmegini framhaldandi skal niðurlagast. Niðurlagingin av arbeiðsmegini hendir líðandi, og tí kann niðurlagingin vera trupul at fáa eyga á. Eg var sjálvur skelkaður av, at tað sambært Mentamálaráðnum í dag eru heili 47% av arbeiðsmegini, ið ikki hava neyðugu førleikarnar til arbeiðið á miðnámi – eg helt, at talið var munandi lægri, tó at eg visti at tað var í skjótari hækking. 


Men tíverri tykist Mentamálaráðið ikki at vilja nýta pengar til at broyta hesa ótespiligu gongd. Mentamálaráðið tykist ikki hava vilja til at framtíðartryggja góðskuna á miðnámi, tó at tað sjálvandi ikki skortar við føgrum orðum.

Mentamálaráðið vil ikki brúka tær fáu miljónirnar árliga, ið skulu til fyri at tryggja ein nøktandi humankapital og harvið nøktandi góðsku innan miðnámsundirvísingina. Men Mentamálaráðið vil gjarna brúka hundraðtals miljónir til at byggja stásiligar karmar til eina innantóma skipan. Hetta vendir snøgt sagt ikki rætt. 

Men eg dugi hinvegin væl at skilja hví politikararnir hugsa soleiðis. Íløga í humankapital og tøkniliga útgerð sæst ikki serliga væl fyri óvandu eyguni, og ágóðin av hesum íløgum liggur ofta nógv ár frammi í tíðini, eins og tað ikki er lætt at vísa á hvørjar íløgur skaptu hvørja effekt. Hvussu skapar t.d. lívfrøðiundirvísing í 1.s ein altjóða viðurkendan professara í havlívfrøði? Umvent er tað lætt hjá politikarum at sýna ein konkretan bygning fram, eins og tað er lætt at argumentera fyri hvørja effekt ein bygningur hevur. 

Men tað er ikki altíð tað, ið er lætt, ið er rætt. Og tað er ikki altíð tann stuttskygda loysnin, ið gevur langskygda avkastið. 


Sámal Matras Kristians
en,

Samfelagsfrøðingur
Undirvísari á Studentaskúla, HF og Fróðskaparsetri



(Útgivið á m.a. Portalinum, Vágaportalinum, Tórsportalinum, Norðlýsinum)

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...