Skip to main content

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?


Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12

Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?

“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 1, næsthægsta býtingartalið gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 2, og so framvegis, til talið á limum, ið valdir skulu verða, er býtt millum teir ymisku valevnislistarnar. Standa býtingartølini á jøvnum, skal lutakast fara fram; lutakastið verður tikið av formanni valnevndarinnar, meðan tey, ið hjástødd eru, síggja.”


Hvussu fungerar d’Hondt?

Um vit hyggja eftir atkvøðutølunum, so fáast hesir brøkarnir við at dividera samlaða talið við fyrst 1,2,3 o.s.fr. Sum sæst eigur Javnaðarflokkurin fyrsta brøkin (4599/1), meðan Tjóðveldi eigur næsta brøkin (2506/1). Síðani eigur Javnaðarflokkurin aftur triðja brøkin (4599/2=2300) o.s.fr. Javnaðarflokkurin er harafturat so heppin at eiga tólvta og trettinda brøkin (4599/6=767 og 4599/7=657). 14. brøkin eigur Framsókn (649/1) og 15. brøkin eigur Tjóðveldi (2506/4=627). Sostatt var Framsókn einans 8 atkvøður aftanfyri sjeyndvalda hjá Javnaðarflokkinum (657-649).

Listi
Atkvøðutal
1
2
3
4
5
6
7
8
A
1756
1756
878
585
439
351
293
251
220
B
1130
1130
565
377
283
226
188
161
141
C
4599
4599
2300
1533
1150
920
767
657
575
D
208
208
104
69
52
42
35
30
26
E
2506
2506
1253
835
627
501
418
358
313
F
649
649
325
216
162
130
108
93
81
H
287
287
144
96
72
57
48
41
36

Hetta er eitt sera gott dømi um, at d’Hondt-uppgerðarhátturin favoriserar stórar listar í mun til smáar listar.


Hvussu kundi tað annars verið?

Um vit høvdu eitt procentvíst býti at býráðslimunum (hátturin við størsta brøki), so hevði býráðið sæð nakað øðrvísi út. Javnaðarflokkurin hevði við mist sín sjeynda býráðslim til Framsókn, og Javnaðarflokkurin hevði sostatt ikki havt einsamallan meiriluta í býráðnum.

Listi
Atkvøðutal
Procentbýti
Limir sb.
D'Hondt-
háttinum
Limir sb.
Háttinum við
størsta brøki

A
1756
15,8%
2
2
2,05
B
1130
10,1%
1
1
1,32
C
4599
41,3%
7
6
5,37
D
208
1,9%
0
0
0,24
E
2506
22,5%
3
3
2,93
F
649
5,8%
0
1
0,76
H
287
2,6%
0
0
0,34
11135
100,0%
13
13


Sama hevði gjørt seg galdandi m.a. í Fuglafjarðar kommunu, har listi B hevði fingið ein býráðslim afturat og listi D ein færri.

Sum sagt er valið farið fram eftir kommunuvallógini, so har er einki at koma eftir. Men kanska átti vallógin at verið broytt til komandi kommunuval, soleiðis at vit fáa eitt rættvísari býti av býráðslimum? Í 2010 varð løgtingsvallógin broytt frá d’Hondt til fylgjandi skipan:

“§ 32. Uppgjørt verður, hvussu nógvar atkvøður, hvør góðkendur listi hevur fingið tilsamans. Samlaða atkvøðutalið hjá øllum listum, sum hava fingið í minsta lagi 1/33 part av atkvøðunum, verður býtt við tingmannatalinum (33). Við hesum tali verða atkvøðutølini hjá flokkunum býtt, og við hesum roknihátti verður funnið, hvussu nógv umboð hvør flokkur hevur rætt til at fáa í mun til atkvøðutalið. Geva teir við býti framkomnu býtingarpartar tilsamans, tá ið brøkarnir verða tveittir burtur, ikki 33 tingumboð, verða teir størstu brøkirnir hækkaðir, til hetta tal er rokkið (hátturin við størsta brøki). Standa atkvøður á jøvnum, ger lutakast av.”

Hví ikki eisini broyta kommunuvallógina, soleiðis at betri samsvar fæst millum atkvøðutal og tal á býráðslimum? Spurningurin er tó eisini um gátt skal ásetast ella ikki. Hevði hátturin við størsta brøki verið nýttur til kommunuvalið í Tórhavn 2012, so hevði Framsókn sloppið inn uttan gátt, men ikki við trettandaparts-gátt. Eisini kundi verið vert at umhugsa um samlaða talið á býráðslimum í Tórshavnar kommunu er nøktandi.

Greini sum pdf-fíl: http://www.vagaportal.fo/media/PDF/NOVEMBER/Er%20Kommunuvalskipanin%20n%C3%B8ktandi.pdf

Comments

Popular posts from this blog

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…