Skip to main content

Posts

Showing posts from January, 2013

Kirsten Brix heiðrað við útbúgvingarvirðisløn frá Yrkisfelagnum

Kirsten Brix, lektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði fekk á ársaðalfundi hjá Yrkisfelagnum 25. januar handað árligu útbúgvingvarvirðislønina. Yrkisfelagið (YF) er fakfelagið fyri m.a. studentaskúlalærarar og handilsskúlalærarar.
Hetta er triðja árið, Yrkisfelagið handar Útbúgvingarvirðislønina. Stýrið letur á ársaðalfundi felagsins, útbúgvingarvirðisløn á 5.000 krónur. Virðislønin verður latin einstaklingum, bólkum, stovnum ella myndugleikum, ið hava gjørt átøk fyri miðnámsskúlaútbúgvingarnar í Føroyum.
Slóðbrótandi innan undirvísingartilfar
Í grundgevingini fyri virðislønina verður m.a. víst til, at Kirsten Brix hevur verið virkin at gera tilfar og skipa fyri skeiðum, ið aðrir lærarar hava fingið nógv burturúr. Eisini hevur viðkomandi saman við øðrum skipað og útgivið bøkur til undirvísing í føroyskum á miðnámskúlastigi. Slóðir var fyrsta bókin; hon var nógv nýtt. Har aftur at hevur lærarin saman við øðrum gjørt ástøði og arbeiðsbók til Les3 at vegleiða og lætta um undirvísingina…