Skip to main content

Kirsten Brix heiðrað við útbúgvingarvirðisløn frá Yrkisfelagnum

Kári Jespersen, formaður fyri YF, handar
Kirsten Brix útbúgvingarvirðislønina 2013

Kirsten Brix, lektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði fekk á ársaðalfundi hjá Yrkisfelagnum 25. januar handað árligu útbúgvingvarvirðislønina. Yrkisfelagið (YF) er fakfelagið fyri m.a. studentaskúlalærarar og handilsskúlalærarar.

Hetta er triðja árið, Yrkisfelagið handar Útbúgvingarvirðislønina. Stýrið letur á ársaðalfundi felagsins, útbúgvingarvirðisløn á 5.000 krónur. Virðislønin verður latin einstaklingum, bólkum, stovnum ella myndugleikum, ið hava gjørt átøk fyri miðnámsskúlaútbúgvingarnar í Føroyum.

Slóðbrótandi innan undirvísingartilfar
Í grundgevingini fyri virðislønina verður m.a. víst til, at Kirsten Brix hevur verið virkin at gera tilfar og skipa fyri skeiðum, ið aðrir lærarar hava fingið nógv burturúr. Eisini hevur viðkomandi saman við øðrum skipað og útgivið bøkur til undirvísing í føroyskum á miðnámskúlastigi. Slóðir var fyrsta bókin; hon var nógv nýtt. Har aftur at hevur lærarin saman við øðrum gjørt ástøði og arbeiðsbók til Les3 at vegleiða og lætta um undirvísingina í føroyskum. Viðkomandi hevur lagt sítt í til at gera miðnámsskúlan sjónligari. Ofta er arbeiðið at gera tilfar lítið virðismett og vit lærarar finnast eins gjarna at tí, ið er ikki gjørt, enn at seta prís á tað, ið kemur út.

Kirsten Brix er rithøvundur, týðari og lektari í týskum, donskum og føroyskum. Hevur verið í føstum starvi á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði síðani 1975. Vardi í 2002 á Fróðskaparsetri Føroya Ph.D.-ritgerðina Dialog i Babelstårnet um prosuskaldskapin eftir Regin í Líð.

  • http://aktuelt.fo/grein/kirsten_brix_heidra
  • http://torsportal.fo/index.php?id=18&tx_ttnews%5Btt_news%5D=6693&cHash=296e250761655c129658b78b4e6312fd
  • http://www.vp.fo/pages/posts/kirsten-brix-heidrad-vid-utbugvingarvirdislon-fra-yrkisfelagnum-26714.php
  • http://snar.fo/skipan/tidindi/news/kirsten-brix-heidrad/?fb_comment_id=fbc_141779645981747_280204_141780549314990#f1e81eb1f8



Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…