Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2013

Samfelagsfrøði sum linjufak

Grein á Setur.fo: http://setur.fo/tidindi/samfelagsfroedi-sum-linjufak/
Hetta seinasta árið hevur samfelasfrøði á fyrsta sinni verið útboðið sum linjufak. Fakið hevur fylt 45 ects og hevur verið býtt í fýra skeið, trý teoretisk og eitt verkligt. Tey trý teoretisku skeiðini eita Politikkur og fyrisiting, Samfelag og socialisering og Búskapur og vælferð. Hesi fak hava havt eitt fakligt støði á bachelor-stigi, men hava havt eitt sterkt didaktiskt fokus, har arbeitt hevur verið við hvussu undirvísing í teimum mangan torskildu evnunum kann fara fram. Síðsta skeiðið endaði beint eftir páskir og var ein starvsvenjing, har tey lesandi skuldu royna sína vitan í verki, umframt skriva og verja eina ritgerð um hetta.

Málið við hesum linjufakinum hevur í fyrstu syftu verið at skúla lærarar til at taka sær av samtíðarundirvísingini í føroyska fólkaskúlanum, ið er krav í elstu flokkunum. Vit vita av royndum, at søga-samtíð hevur verið dominerað av søgu, meðan samtíðin hevur ilt við at s…