Skip to main content

Samfelagsfrøði sum linjufak

Samfelagsfrøði sum linjufak
Grein á Setur.fo: http://setur.fo/tidindi/samfelagsfroedi-sum-linjufak/ 

Hetta seinasta árið hevur samfelasfrøði á fyrsta sinni verið útboðið sum linjufak. Fakið hevur fylt 45 ects og hevur verið býtt í fýra skeið, trý teoretisk og eitt verkligt. Tey trý teoretisku skeiðini eita Politikkur og fyrisiting, Samfelag og socialisering og Búskapur og vælferð. Hesi fak hava havt eitt fakligt støði á bachelor-stigi, men hava havt eitt sterkt didaktiskt fokus, har arbeitt hevur verið við hvussu undirvísing í teimum mangan torskildu evnunum kann fara fram. Síðsta skeiðið endaði beint eftir páskir og var ein starvsvenjing, har tey lesandi skuldu royna sína vitan í verki, umframt skriva og verja eina ritgerð um hetta.

Málið við hesum linjufakinum hevur í fyrstu syftu verið at skúla lærarar til at taka sær av samtíðarundirvísingini í føroyska fólkaskúlanum, ið er krav í elstu flokkunum. Vit vita av royndum, at søga-samtíð hevur verið dominerað av søgu, meðan samtíðin hevur ilt við at sleppa upp í part, kanska av “gomlum vana”, kanska vegna vantandi innliti í tey støðugt broytandi samtíðarviðurskiftini. Við linjufakinum í samfelagsfrøði fara lærarar tó út í undirvísingarskipanina, ið hava sera hollan førleika til at lofta samtíðarundirvísingini. Linjufakið samfelagsfrøði er beinleiðis designað við støði í námsætlanini fyri Søgu og Samtíð.


Samfelagsfrøði í fólkaskúlanum

Nógv hevur verið kjakast um at gera samfelagsfrøði til sjálvstøðuga lærugrein í fólkaskúlanum. Eitt lógaruppskot var frammi í heyst um gera fakið kravt í 9.flokki, men uppskotið fall fyrr í ár. Sostatt er samfelagsfrøði framvegis ein partur av lærugreinini Søgu og Samtíð – undir navninum Samtíð. 

Staðfestast má, at tað eru sera tvíbýttar meiningar um samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Til dømis hevur Lærarafelagið ikki talað fyri enn einum faki í fólkaskúlanum, og tað kann man væl skilja, tí longu nú er tað sera smábýtt millum tey nógvu ymisku fakini.  Umvent hava ymiskir næmingar víst á tørvin á samfelagsfrøði í fólkaskúlanum, og tað er ikki nøkur loyna, at heilt nógv ung júst menna sín samfelagsliga áhuga í seinastu árum fólkaskúlans. Júst tí er tað didaktiskt upplagt, at hesi evni verða viðgjørd gjølla á hesum floksstigum. Um navnið skal vera Samfelagsfrøði, Samtíð ella okkurt heilt triðja er í princippinum undirorðnað, so leingi tað verður praktiserað á ein innihaldsliga nøktandi hátt.

Frá í ár verður samfelagsfrøði C ein tvungin lærugrein í øllum miðnámi. Hetta er sjálvandi at fegnast um, og harvið koma tey flestu ungu at fáa eina nøktandi innføring í samfelagsviðurskifti. Tó fer framhaldandi at vera ein restbólkur, ið ikki fer á miðnám, og hesi áttu eisini at fingið høvið at lært um tey mest grundleggjandi samfelagsviðurskiftini. Samfelagið í dag er jú so mikið torgreitt og óyvirskoðiligt, at eitt grundleggjandi skeið í samfelagsfrøði nærum má síggjast sum eitt koyrikort til at klára seg í samfelagnum. Øll hava jú ikki neyðugu mentanarligu bakkgrundina til at fáa hetta við frá heimi ella vinum.

Eitt síðsta aspekt hesum viðvíkjandi liggur sjálvandi í kjakinum um at seta valrættaraldurin niður á 16 ár. Hetta hevur verið frammi í fleiri reisum, men skal tað gerast veruleiki, er tað enn eitt argument fyri, at ung eiga at hava nortið væl og virðiliga við samfelagsviðurskifti longu áðrenn tey fylla 16, soleiðis at tey hava nøkur amboð til at skilja samfelagið, búskapin og politiska landslagið.


Samfelagsfrøði sum linjufak í framtíðini

Tað er ógreitt hvussu samfelagsfrøði verður snikkað saman sum linjufak framyvir. Skal tað integrerast við søgu, soleiðis at tað samsvarar við fakið søgu/samtíð? Samfelagsfrøði og “samtíðarsøga” hava jú í stóran mun sama empiriska evnisøki, tó at metodurnar eru sera ymiskar. Hetta ger so eisini, at didaktisku vinklarnir gerast sera ymiskir. Men heldur enn at síggja hesi tvey fakini sum mótstríðandi, átti man møguliga at fingið tey at spælt saman, soleiðis at undirvísing í søgu- samtíð kann fáa tað besta út báðum legunum – at samhugsa tað diakrona og synkrona, so at siga.

Um so var kundi ein søgulektari havt ábyrgdina av linjugreinini, men kundi eftir tørvi fingið inn fakligar førleikar frá Søgu- og samfelagsdeildini, ið jú er undir somu megindeild sum Námsvísindadeildin. Um tað hinvegin var ein samfelagsfrøðilektari, ið hevði ábyrgdina av linjugreinini, kundu søgufrøðiligir førleikar hinvegin verið tiknir inn.

Tað er eingin ivi um, at samanleggingin av stovnunum skapar møguleikar fyri størri dynamikki og hægri støði, einfalt tí at tað er møguleiki fyri størri specialisering. Ein undirvísari hevur munandi betri fortreytir fyri at undirvísa og didaktisera egin kjarnufakøki enn øki, ið eru meiri perifer. Góðskan á t.d. linjufakinum samfelagsfrøði vildi sostatt verið uppaftur betri, um skeiðsavvarðandi hevði møguleika at fingið undirvísingarmegi svarandi til t.d. 10 ects. av arbeiðsmegi aðrastaðni av Setrinum og kundi kvitterað við at starvast aðrastaðni í skipanini.

Sjálvur meti eg, at hesi viðurskifti eisini eru sonn fyri nógv onnur linjufak á Námsvísindadeildini.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…