Skip to main content

Planlegging úr neðra – hvønn týðning skulu kommunur hava?


Grein skrivað í sambandi við Seturskjaki á Østrøm við evninum: “Planlegging – fyri hvønn og hví?”.  Týskvøldið 14. mai kl. 19.30.(Greinin er smávegis broytt 26. mai 2013)
 
Planlegging er eitt fyribrigdi, ið stendur heldur veikt í Føroyum. Planlegging verður eisini ofta sæð sum eitt slag av toppstýrdari fyrisiting, har yvirskipaðir, strukturellir tankar verða hugsaðir og rammur verða settar fyri hvat ber til og ikki ber til. Men hetta er bert ein síða av medaljuni, tí planlegging er eisini ein process, ið sprettir úr neðra. Planlegging hendir sum oftast í einum markamóti millum yvirskipað, strukturell áhugamál og lokal áhugamál, ið spretta upp so hvørt.  Í hesi grein fari eg at vísa á hvat planlegging eisini kann vera. Eg fari serliga at fokusera á sokallaða “borgaraluttøku” sæð í ljósinum av hugtøkum sum “nærdemokrati” og “luttøkudemokrati. Fyrst fari eg tó at vísa á nøkur rák, ið gera seg galdandi innan føroyska kommunala sektorin.

Hendan greinin byggir bæði á egnar royndir innan kommunala sektorin og á ymiskar case’ir, ið eru lýstar í bókum, verkætlanum o.l.


Broytingar í føroysku kommununum

Tað finnast ymiskir hættir at fata eina kommunu, eins og tað finnast ymiskir hættir at skipa kommunur. Ein serligur spurningur er her hvussu sjálvstøðugar kommunurnar skulu vera og harvið eisini hvussu fjølbroyttar tær skulu vera.  Ein annar atknýttur spurningur er í hvønn mun kommunurnar skulu eggja til luttøkudemokrati ella ei. Hesi bæði tingini hanga í stóran mun saman. Hetta hongur eisini saman við um vit síggja íbúgvarnar sum borgarar ella brúkarar. Síggja íbúgvarnir kommunurnar sum almennar stovnar, ið veita tænastur, ið tey kunnu brúka? Ella verða kommunurnar sæddar sum politiskar eindir, har man sjálvur hevur partábyrgd av at ein menning fer fram? Rákið tykist ganga móti brúkara-rationalinum, og hetta kann merkja eina flyting frá luttøku-demokrati til elitu-demokrati, m.a. eisini tí at íbúgvarnir gerast meiri individualiseraðir og fáa meiri geografisk fragmenteraðar lívsstílar. Tann upprunaliga fólksligi almenningurin er við at detta niðurfyri, og tað gongur striltið at skapa nýggjar lokalar borgarligar almenningar, ið kunnu skapa nýggjar platformar fyri nærdemokratinum.

Kommunurnar eru í síðsta enda ein decentralur partur av statinum – landsstýrisins forlongdi armur, so at siga. Eitt standandi kjak er í løtuni um uppgávubýtið millum land og kommunur, har eldraøkið og skúlaøkið eru dømi um eina víðkan av kommunala sektorinum. Hinvegin er tað klárt, at man saktans kundi skipað kommunur á ein nógv meiri centralstýrdan hátt, um man vildi. Barnaansing kundi t.d. saktans verið ein centralur stovnur í stíl við Almannaverkið. Men tað eru góðar grundir til at man hevur valt eina leið við kommunalum sjálvsstýri, tí tað má ásannast, at ymisk øki í landinum hava ymiskar tørvir og harumframt ymisk menningarynski. Allar kommunar ynskja ikki at satsa upp á tey somu tingjni, og tí má tað vera eitt reelt frælsi til at skipa seg ymiskt frá staði til stað. Harumframt eru kommunurnar í dag soleiðis skipaðar, at tær kunnu samstarva um ávís ting, ið hava áhuga yvir eitt størri øki.  

Øktur mobilitetur ger hinvegin planleggingina truplari, tí kommurnar ikki hava ein eintýðugan “rætning”. Tað er ein sera stór avbjóðing fyri kommunurnar, at ymisku partarnir av gerandislívinum ikki eru lokalt grundaðir, men eisini henda millum kommunur. Sum vera man hava nógvar kommunur uppdagað, at tað hevur avgerandi týðning at skapa trivnað fyri húsarhaldini, ikki einans arbeiðsmøguleikar og harvið livikorsmøguleikar.
Ein stórur vansi er vantandi samanhugsingin av elementum í planleggingni. Hvussu slepst undan negativum eksternalitetum, og hvussu tryggjast positivir eksternalitetir? Tað tykist tíverri vera ein heldur útbreidd fatan, at planlegging er dýrkandi og heldur óneyðug og at tingini líka væl kunnu loysa seg sjálvi. Tað finnast tó nógv dømi um at ymiskar fullkomiliga mótstríðandi funktiónir verða lagdar upp móti hvørjum øðrum, har ein miðvís planlegging hevði kunnað forða fyri slíkum tvístøðum.

Sum nú er fer nógv planlegging fram ad-hoc, tvs. til høvið, tá tørvurin uppstendur. Undantakið er tó, tá krøv beinleiðis vera givin frá erva, t.d. í sambandi við krøvunum um handfaring av spillvatni. Av hesi orsøk er tað eisini torført hjá nógvum kommunum at hugsa í størri samanhangum. Við einari yvirskipaðari og langsiktaðari planlegging kundu kommunurnar fingið eyga á hvat virksemi skapar socialar synergiir, soleiðis at hetta virksemið kundi verið lagt strategiskt samlað. Umvent er tað eisini upplagt at leggja dálkandi virksemi samlað, soleiðis at tað ikki reagerar negativt í mun til umhvørvi við rekreativum kvalitetum. Nevnast má tó, at fyri nógvar kommunur er hetta ein nærum ógjørligur trupulleiki at loysa, tí bústaðarøkini júst eru bygd upp kring vinnuliga virksemið – her eru klassadømini m.a. Fuglafjørður og Tvøroyri.

Man kann á ein heldur polemiskan hátt siga, at í dag liva ymiskir aktørar í kommununum í ymiskum “tíðum” við ymiskum rationalum. Ein av vansunum við kommunalari planelgging er eisini, at tað ikki verður planlagt fyri breiða tørvinum hjá ymiskum borgarum, men at tað verða ávís lokal áhugamál, ið seta dagsskránna og byrja at planleggja til seg og síni. Vandin fyri klientelismu og “partikularismu” er sanniliga til staðar, og nógv dømi kundu verið drigin fram hesum viðvíkjandi. Ein annar møguleiki er harumframt, at tað ikki verður arbeitt út frá einari rationellari process, har loysnir verða funnar fram við støði í trupulleikum, men at trupulleikar so at siga verða funnir til tær loysnir, ið eru tøkar.

Tí kann borgaraluttøka vera ein háttur at skapa eina meiri langsiktaða og framtíðartryggjaða planleggingarprocess.


Borgaraluttøka og luttøkudemokrati

Luttøkudemokrati er eftir mínum tykki eitt av argumentunum fyri at vit yvirhøvur hava kommunur (annað enn at: tað hava vit havt so leingi). Men luttøkudemokrati kann merkja nógv ymiskt.

Eitt úttrykk fyri luttøkudemokrati er sokallað borgaraluttøka. Sum orðið sigur krevur tað sjálvandi, at vit síggja íbúgvarnar sum borgarar, ikki bert sum brúkarar. Í mun til planlegging kann borgaraluttøka vera við til at skapa eina meiri kvalifiseraða menning av lokaløkinum. Hetta kann gerast á fleiri ymiskar hættir.
-          Tryggja ein lokalan almenning, soleiðis at man fær eina støðuga luttøkudemokratiska tilgongd. Hetta stendur veikt í nógvum føroyskum økjum, ið ikki so frægt sum hava avís, portal, nærvarp e.l. Her má kommunan syrgja fyri einari ávísari kunning. Her kann heimasíðan vera eitt hent amboð, men kommunan kann eisini senda út kunningarbløð við jøvnum millumbilum.
-          Borgarafundir. Ein háttur at aktivera borgarar kann vera gjøgnum borgarafundir. Hetta kann geva nøkur input, men kann umvent eisini enda við at teir somu ekspertaktivistarnir úttala seg, eins og politikararnir heldur nýta støðuna til profilering enn til dialog.
-          Skipa fyri borgarapanelum ella ekspertpanelum av ymiskum slagi. Hetta kann gerast á ymiskar hættir, t.d. við úrvaldum fokusbólkum, framtíðarverkstøðum ella menningarbólkum. Fyrimunurin við hesum meiri málrættaðu luttøkuformunum er, at til ber at tryggja sær eina umboðan av ymiskum sjónarmiðum, heldur enn at tað er upp til tilvildina hvør møtir upp.
-          Seta standandi ella ad-hoc nevndir. Hetta kunnu t.d. vera lokalar nevndir, eldraráð, ungdómsráð o.s.fr. Tað kunnu eisini vera nevndir, ið viðgera ávísar planbroytingar.
-          Nýta spurnakanningar at finna út av hvat borgarar ynskja. Til ber eisini at interviewa ávís fólk fyri at koma longur niður í samanhangirnar.
-          Lata fyrisitingina lofta fyrispurningum, meiningum o.a. í tí dagliga, t.d. gjøgnum eina journalskipan. Eisini kann hetta gerast gjøgnum teldupost, gjøgnum ein formular á heimasíðuni o.l. Hoyringar eru longu nú eitt krav.

Nakrir av fyrimununum við borgaraluttøku eru, at fólk í kommununi fáa størri ávirkan. Hetta kann í sær sjálvum styrkja lokalu netverkini, kommunala samleikan og styrkja ábyrgdarkensluna hjá borgarunum, tvs. bæði hugin at luttaka í politikki, hugin at vera demokratiskir borgarar og “empowerment” í breiðri týðningi, tvs. eitt mótrák móti brúkaragerðini av borgarunum. Borgararnir kunnu tá t.d. luttaka sum “ekspertaktivistar”, “gerandismakarar” ella gjøgnum felagsskapir sum t.d. skótar, ítróttarfeløg o.a. Tað skal heldur ikki dyljast, at luttøkudemokratiið á hendan hátt kann økja um lokala social kapitalin.  

Viðvíkjandi planleggingini ber á hendan hátt til at uppdaga konfliktir millum ymisk áhugamál, soleiðis at planleggingin sum heild verður betri, soleiðis skilt at bæði negativir og positivir eksternalitetir verða tiknir við í viðgerðina.

Ein annar fyrimunur er, at við borgaraluttøku fær man aktivar borgarar og spjaðir harvið vitanina um hvat hendir í økinum. Tað at borgararnir gerast kunnugir um tilboðini í kommununi ger, at teir fara at gagnnýta tilboðini betri, soleiðis at vælferðin í lokaløkinum økist. Kunning verður í stóran mun undirmett, men kann í sær sjálvum skapa eina risastóra vælferðarøking, serliga um kunningarstøðið hevur verið avbera vánaligt frammanundan. Hetta er sum vera man galdandi fyri nógvar føroyskar kommunur.

Umvent liggur sjálvandi tann trupulleikin við borgaraluttøku og planlegging, at politikararnir harvið geva vald frá sær – í hvussu er upp á stutt sikt. Man kann jú argumentera fyri, at politikararnir eru valdir til at taka avgerðir umboðandi veljararnar. Hví skulu politikararnir so geva vald frá sær aftur? Hetta er sjálvandi eitt stórt, teoretiskt kjak millum ymisk demokrati-idealir, og farast skal ikki longur niður í júst hetta kjakið á hesum staði.

Generelt kann man tó siga, at borgaraluttøka er týðandi, tí tað gevur borgarunum møguleika fyri at stuðla upp undir politisku avgerðunum – men umvent sjálvandi eisini at fara í mótstøðu móti førda politikkinum. Tað er av góðum grundum, at politkarar mangan himprast við at fara út í kjak um politikk, tí tað ofta kann gera tað truplari at taka konkretar avgerðir. Hetta leggur eisini upp til ein annan trupulleika: at politikararnir royna at brúka borgaraluttøkuna sum ein hátt at legitimera politikkin, uttan at eitt veruligt samskifti er farið fram partanna millum.

Sum heild má tó sigast, at borgaraluttøka má vera ein miðil til eitt mál, ikki bert eitt mál í sær sjálvum. Tað er týðandi, at politiska skipanin ikki ófyrireikað tekur borgararnar við upp á tal, men hevur eina holla fatan av dagsskránni og hvønn veg málið sum heild eigur at fara. Alt skal ikki vera til debatt.

Hava kommunurnar orku til luttøkudemokrati?

Tað krevur sjálvandi eitt ávíst arbeiði at fremja borgaraluttøku í verki, og antin má tað gerast ein føst rutina í kommununi ella má tað koyrast sum projekt, har t.d. fólk uttanfrá verað inndrigin.

Viðhvørt verður enntá spurt um vit yvirhøvur eiga at hava kommunur. Vit vita jú, at kommunur hava sera ymiskar socialar profilar og sera ymiska fíggjarorku. Hetta vil sostatt merkja, at borgarar ymsa staðni í landinum fáa ymiskt tænastustøði – evt. verri tænastur fyri hægri skattatrýst. Hetta kann sjálvandi loysast við onkrum slagi av kommunalari útjavning – ella snøgt sagt við centralari skattainnkrevjing. So er spurningurin tó um man ikki tekur ov stórt frælsi frá kommununum. Onkursvegna má tryggjast, at kommunurnar hava eitt rásarúm fyri íløgur, soleiðis at tær ikki verða fullkomiliga bundnar niður av krøvum frá í erva.

Undir øllum umstøðum ber til at siga, at um kommunurnar í stóran mun skulu veita sera standardiseraðar vælferðartænastur, so er meiningin við kommunala sjálvstýrinum bjóðað av. Uttan bottom-up processir missa kommunurnar í stóran mun sín legitimitet. Eg meti sjálvur, at kommunurnar hava ein leiklut í planleggingini, eisini framyvir. Men tað krevur, at kommunurnar megna at laga seg til tørvirnar úti í økjunum og ikki verða fullkomiliga stýrdar av krøvum úr erva. Kommunal planlegging snýr seg í høvuðsheitum um nærdemokrati, men um ikki hetta skal merkja “luttøkudemokrati”, so verður ilt framyvir at argumentera fyri kommunum. Umframt hetta má tað tryggjast, at kommunurnar hava reellan møguleika at fremja planlegging úr neðra. Her síggja vit jú longu nú dømi um ávís øki, ið eru so fíggjarliga veik, at tey mugu hjálpast av landinum, t.d Sandoyggin. Vit eiga onkursvegna at síggja í eyguni, at vit í dag hava A, B og C-kommunur og at allar kommunur ikki kunnu skerast eftir sama leisti. Bottom-up processir hava framvegis stóran týðning, men tað má viðgerast hvørja eindir best megna at lofta hesum processum. Kanska er tað ikki rætt at hava eina felags kommunala skipan fyri øll øki, tá økini eru so ymisk?

Vit vita, at flokkarnir standa sera veikir í fleiri kommunum. Tað er sostatt ikki eitt veruligt organisatoriskt bakland handan politisku umboðanina. Kvalifiseringin av politikkinum má sostatt henda á annan hátt – antin gjøgnum fyrisitingina, gjøgnum verkætlanir ella gjøgnum ráðgeving frá øðrum stovnum. Her kundi eitt samstarv millum kommunurnar og stovnar sum KSF, FKF, Agenda-stovuna, Søgu- og Samfelagsdeildina og evt. privatar ráðgevingarfyritøkur verið styrkt munandi, soleiðis at vitan kundi verið tikin inn á verkætlanarstøði heldur enn á rakstrarstøði. Gamla, hierarkiska kommunufatanin er løgd undir trýst, og kommunurnar eiga heldur at arbeiða við at fremja planlegging, ið fremur áhugamálini hjá ymiskum bólkum í kommununi.

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…