Skip to main content

Tíðin


Røða á Jóansøku 2013 á Oyrarbakka

Nú er tann ljósa tíðin komin. Løturnar vit hava langtast eftir gjøgnum myrka veturin er loksins upprunnin. Vit kunnu nú njóta hesar føgru, livandi summardagar og sólarinnar styrkjandi mátt. Men tíðin er longu við at fara frá okkum. Longu nú er aftur farið at ganga móti myrkari tíðum.

Tíðin er eitt løgið fyribrigdi. Alt eftir hvussu man sær upp á hana er hon nakað, ið rennur frá okkum  - ella nakað, ið kemur sum ein afturvendandi gáva. Alt eftir hugburði til lívið er tíðin harvið antin nakað, ið altíð er farið ella nakað, ið altíð kemur.

Í okkara framkomna samfelagi hoyra vit nógv um stress og vantandi støðufesti. Vit hoyra um fólk, ið definera sína eyðnu sambært nøkrum, ið skal henda um fleiri ár. Tíðin er sum ein maraton-renning: tað ræður um at vera millum tey fremstu og helst koma á mál sum ein succesrík menniskja.

Hvør vil ikki hava succes? Er tað ikki tað optimala her í lívinum? Er tað ikki meiningin við okkum menniskjum, at vit skulu skara framúr og vera betri enn øll onnur? Er kapping ikki skapandi og sunn?

Í hesum døgum kappast tey óført í Brasil um hvør skal vinna heiðurin sum besta landslið í heiminum. Vit síggja upp til hesar hetjur, ið longu eru í fremstu røð og nú hava sum aðalmál at fáa fótin fram um hini. Vit kenna tað eisini her úr Sundalagnum, har vit stolt fylgja knassunum úr EB/Streymi og kvinnunum á Hvassa. Vit síggja upp til hesi fólk, ið leggja so nógv upp fyri at gerast tað sindrið betri, ið skal til fyri at koma á fremstu røð.

Hjá hesum er tíðin avgerandi. Fótbóltskappingin varar gott eitt hálvt ár. Fótbóltsdystir vara 90 minuttir. Tað ræður um at halda seg í form og geva sítt besta í avgerandi løtunum. Tað ræður um at vera fyrstur á bóltinum. Kappróður er ein spurningur um at stytta um tíðina tað tekur at rógva ein ávísan tein. Tað ræður um at gera ein eyka innsats á stevnunum, soleiðis at man vónandi kann lyfta steypið á Ólavsøku.

Men tíðin er ikki bara nakað, ið kemur og fer. Tíðin er ikki bara nakað vit kappast um og kappast ímóti. Tíðin er eisini nakað afturvendandi. Tíðin er nakað, ið gevur okkum frið og vón – nakað, ið gevur okkara tilveru meining, eisini allar tær løturnar, tá vit ikki skulu levera tað optimala.

Eingin megnar í longdini at liva eina tilveru av stress. Hóast stress er ein ágóði í avgerandi, kritiskum løtum, so er hetta eingin varandi loysn. Vit mugu sum menniskju fáa kropsliga – og ikki minst andaliga – hvíld, soleiðis at vit kunnu klára okkara týðningarmestu uppgávu: at vera góð við okkara næstu.

Tíðin kemur og fer. Tíðin er ikki einans nakað lineert, men eisini nakað cirkulert. Hóast okkara framkomna, peningarikna samfelag byggir á ein lineeran logikk, har íløgur í dag skulu geva avkast í morgin, so mugu vit ikki gloyma týðningin av teimum afturvendandi løtunum, ið ikki eru til fyri at geva eitt avkast.

Jóansøka er ein av hesum løtunum – ein afturvendandi, árlig fagnarløta. Fyri meg kanska tann løtan á árinum eg gleði meg mest til, tí tá stendur sólin hægst á himlinum og dagurin er so langur sum hann kann verða. Hendan dagin stendur sólin í zenith á norðaru hálvkúlu og natúran stendur í fagrasta blóma. Hyggið tykkum um. Grønkandi gras og blómur í øllum litum: hvítar, gular, bláar, violettar, orangi. Vakurleikin hendan komandi mánaðin er størri enn tey flestu munnu gruna, tí vit hava lyndi til at stara okkum føst á tungu tøkini, ið skulu takast í okkara kalendarabundnu, lineeru tíð.

Men viðhvørt eiga vit at steðga á og merkja ókeypis, afturvendandi jóansøkugávurnar. Her sleppa vit at royna allar okkara sansir.

Hetta snýr seg ikki um avkast, men um at njóta tilveruna sum hon er. Gera vit ikki tað, renna vit okkum støðugt inn í løtur av ónøgd. Og hví gera tað, tá man kann gleðast um heimsins vakurleikar? Heimurin er sum hann er – um vit ikki síggja tað vakra í honum, er tað okkara egni feilur. Vit lata okkum stýra ov nógv av tí lineeru tíðini, soleiðis at vit gloyma at liva í tí cirkuleru tíðini.

Lívið er ein støðug konflikt millum ta lineeru og ta cirkuleru tíðina. Kapitalisman krevur sítt, men vit mugu ansa eftir ikki at gerast trælir av henni. Kapitalisman er sum eldurin: ein góður vinur, men ein ræðuligur fíggindi. Kappingin kann vera kveikjandi, men hon kann eisini fáa fólk at brenna út.

Njótið tí løtur sum hesa, har tit hava møguleika at steðga á, njóta heimsins vakurleika og seta tilveruna í perspektiv. Tilveran er eitt ævigt og ókeypis listarverk, bara vit minnast til at steðga á og síggja tað gylta snittið.

Eg vil lesa tykkum eina yrking, ið eg skrivaði fyri skjótt seks árum síðani:



1) Tú skundar tær framvið mær
hvønn ein morgun, hvønn ein dag.
Eg heilsi, men tú sært meg ei.
Tú tuskar títt avstað.
2) Eg smílist blítt og veittri,
men tú steðgar ikki á,
tí tú skalt náa alt,
ið onnur siga, tú skalt náa.

3) Hvør dagur gongur somu leið.
Tín leið er snórabein,
og einki skal teg órógva,
sum tú strevar dagsins tein.

4) Men hugsa bert eitt lítið bil:
hvar er tað, ið tú fert?
Og hugsa eina løtu,
um tað er tað heila vert.

5) So nógv er beint framfyri tær,
sum tú bara ikki sært.
Tú gáar ikki nándina,
men bert tað, ið er fjart.

6) Hygg upp, hygg niður, hygg teg um,
so vøkur verðin er,
um tú bara steðgar á
og sansar núið her.

7) Í morgin skal eg heilsa tær
við blómum breitt um bø
og smálombum, ið spæla sær
á várgrønari trøð.

8) Í morgin skalt tú heilsa mær,
og smílast, steðga á,
og eygleiða fimm gásarungar
spæla sær í á.

9) Hygg upp, hygg niður, hygg teg um.
Alt er beint fyri tær,
tær nýtist bert at steðga á,
so ert tú longu har. 



Framhaldandi góða Jóansøku og gott summar,
Sámal Matras Kristiansen

 

Røðan er eisini at lesa á heimasíðuni hjá Sunda kommunu: http://www.sunda.fo/Default.aspx?pageid=19849&NewsItemID=16671

Yrkingin kann eisini lesast á mínum yrkinga-bloggi: http://samalsthoughts.blogspot.com/2007/12/nr.html 

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…