Skip to main content

Tunnil av Strondum til Kollafjørð – kanska besta íløgan fyri Eysturoynna?


Prentað í Sosialinum 30. sept. 2013

Tað verður í løtuni kjakast nógv um hvussu Suðurstreymoy og Eysturoy best verða knýtt nærri saman infrakervisliga. Tvey av uppskotunum snúgva seg um at binda Suðurstreymoy fast við ávikavist eystara og vestara arm á Skálafjørðinum. Triðja uppskotið er munandi øðrvísi. Her verður lagt upp til at knýta Kollafjørð saman við vestara arm á Skálafjørðinum og síðani at knýta eystara og vestara arm á Skálafjørðinum saman – helst við einum tunli.

Øll uppskot hava sínar vansar og fyrimunir, men eg vil her nýta høvið til at vísa á fyrimunirnar við at fremja seinasta uppskotið – tað hjá J. P. Gregoriussen – í verki. Hetta er ikki ein støðutakan til ítøkiligu verkætlanina, men til prinsipellu vegaføringina. Undir øllum umstøðum skal hetta vera ein áheitan um at viðgera hesa vegaføring seriøst, evt. við nøkrum tillagingum. Alt hetta eru sjálvandi einans hugleiðingar um framtíðina, tí samfelagsmenning byggir á nógvar ymiskar fortreytir, ið kunnu hava við nógv onnur viðurskifti enn fast samband at gera. Tískil havi eg valt at orða meg varliga.


1) Skjótari frá eysturøkjunum vestur í Vágarnar

Mest eyðsýndi fyrimunurin er sjálvandi, at farleiðin frá eysturøkjunum vestur í Vágarnar verður stytt. Við hesum verður stytri av Skálafjørðinum vestur á flogvøllin – við øllum teimum eyðsýndu fyrimunum, tað viðførir. Um tunnil verður gjørdur frá Skálafjørðinum til Havnar, verður framvegis sera tvørligt hjá eysturoyingum og norðoyingum at koma vestur í Vágarnar, eins og J. P. Gregoriussen vísti á í Degi og Viku í farnu viku. Við einum tunli millum Skálafjørð og Kollafjørð verður ivaleyst eisini grundarlag fyri beinleiðis snarbussi av Skálafjørðinum vestur á flogvøllin.


2) Stytri og bíligari frá eysturøkjunum til Havnar

Leiðin frá Skálafjørðinum til Havnar verður við hesum eins og frá Hósvík til Havnar. Teinurin er harvið nakað longri enn hann vildi verið, um hann gekk beint frá Skálafjørðinum suður til Havnar, men umvent verður íløgan munandi bíligari, eins og brúkaragjaldið harvið kann gerast munandi lægri. Hvør ágóðin verður av hesum tunlinum er ikki einans ein spurningur um kilometratal ella tíðarnýtslu, men eisini um heildarkostnað fyri koyringina. Best hevði tó sjálvandi verið, um einki brúkaragjald var á hesum teininum yvirhøvur – eiheldur á nøkrum øðrum undirsjóvartunli.

Tað er eisini avgerandi, at vit tosa um prís fyri heildarverkætlanirnar, ikki einans um hvat sjálvir tunlarnir koma at kosta. Í viðgerðini av málinum eiga allir atkomuvegir og tillagingar annars at takast við í metingina og vera ein partur av verkætlanini. Við øðrum orðum skal eitthvørt skálafjarðartunnils-projekt síggjast sum ein integratión í verandi infrakervi – soleiðis at alt kervið kemur at virka optimalt og ikki gerst t.d. ein byrða fyri ávísar kommunur.


3) Runavík styrkir sína miðstaðarstøðu

Verður Skálafjørðurin knýttur beinleiðis at Havnini, fáa vit væntandi eina centralisering, ið kann hugsast spakuliga at drena serliga Runavík (men eisini restina av Eysturoynni og Klaksvík) fyri tænastuvirksemi, meðan íðnaðurin hinvegin verður fluttur norðureftir. Við øðrum orðum er ikki ósannlíkt, at Skálafjørðurin kemur at uppliva eina “kollafjarðisering”, tvs. verður ein ídnaðarforstaður til Havnina. Kemur tunnilin hinvegin at ganga inn á Kollafjørð, varðveitir og styrkir Runavík harvið sína miðstaðarstøðu, við tað at økini norðanfyri og vestanfyri fáa ein alternativan miðstað at dúva upp á. Við øðrum orðum verður ein slíkur tunnil sera góður fyri bæði Norðurstreymoy og Vágarnar, men vil eisini styrkja um tænastuvinnurnar í Runavík.

Serliga áhugavert er, at kollfirðingar og hósvíkingar fáa stytri tein til Runavíkar, men færri munnu geva sær far um at, eisini vágafólk, kvívíkingar og vestmenningar harvið fáa stytri tein til Runavíkar enn til Havnar! (ella á leið líka langan tein, alt eftir hvussu konkreta vegaføringin verður). Tá fer Runavík beinleiðis at kunna kappast við Havnina um at fáa kundar, arbeiðsmegi o.a. frá Útnyrðingsføroyum, samstundis sum hon varðveitir Landnyrðingsføroyar sum uppland.


4) Landsynnings-Eysturoy verður styrkt

Loysnin hjá Kára P. Højgaard mótvirkar eisini beinleiðis samansjóðing av eystara og vestara armi av Skálafjørðinum, meðan hinar báðar loysnirnar, ið innibera farleið (tunnil ella brúgv) um Skálafjørðin vilja skapa møguleikar fyri at serliga Strendur, Runavík og Toftir koma at virka sum ein veruligur, samanhangandi býur uttan forðingina at skula koyra allan vegin norður í Skálabotn fyri at koma yvir um. Og tað verður eisini enntá eisini stytri hjá nógvum á eystara armi at koyra norður til Skálabotn og harvið til Norður-eysturoy – og umvent. Man kann undrast yvir, hví strandaumboðið á tingi, Helgi Abrahamsen, ikki talar fyri einari beinleiðis farleið millum Strendur og Runavík.

Sum nú er fer munandi meiri menning fram á eystara armi á Skálafjørðinum enn á vestara armi. Um tunnil gekk frá vestara armi yvir á Kollafjørð, hevði hetta styrkt landsynnings-Eysturoynna munandi, eins og avsíðis liggjandi bygdir sum Selatrað og Morskranes høvdu komið til sín rætt. Sum nú er er hetta økið stórliga afturútsiglt, men við einum tunli yvir á Kollafjørð vil hetta sólríka og vakra økið sannlíkt fara at uppliva vøkstur.



Er tunnilin fyri alt norðurøkið – ella bert fyri økið kring Runavík?

Tann avgerandi spurningurin í øllum hesum er hvørt hesin tunnilin skal vera eitt menningarprojekt fyri alt norðurøkið (og partvíst vesturøkið við), ella um tað heldur skal síggjast sum eitt projekt serliga fyri runavíkingar og toftafólk v.m., tvs. lokalu veljararnar hjá Kára P. Højgaard, Alfred Olsen o.ø.

Um ein verkætlan í stíl við ta hjá Kára P. Højgaard verður gjøgnumførd, so er hetta fyrst og fremst ein verkætlan, ið vil gagna lokaløkið hjá honum. Fyrimunirnir fyri norðoyingar og eystur-eysturoyingar vilja verða nógv minni, tí tað framvegis vil vera eitt langt, knortlut strekki at koyra frá Skipanesi suður til Runavíkar. Og skal hetta strekkið betrast, so kemur tað at kosta óneyðuga nógvan pening.

Hinvegin vil loysnin við tunli frá Strondum (og antin til Havnar ella til Kollafjarðar) lata upp fyri einari nógv gagnligari íløgu í ein tunnil úr Skálabotni inn í Gøtudal. Harvið vilja bæði landsynnings-Eysturoy og Sundalagið verða betri knýtt at m.a. Klaksvík og útbúgvingardeplinum á Kambsdali.

Tað er eingin ivi um, at ein betri samanbinding av Eysturoy og  Streymoy vil vera avbera gagnlig fyri bæði økini – og onnur øki við. Men eg sakni, at hugt verður eftir hvør loysn vil skapa ta størstu heildarmenningina av Norðurføroyum.

Í staðin hevur man start seg blindan á eina loysn, ið er sera snævurt og lokalt hugsað, og sum í longdini møguliga vil vera til líka stóran skaða sum gagn fyri Skálafjørðin. Við einari so breiðari og munandi bíligari loysn hava vit eisini munandi betri møguleikar fyri at minimera brúkaragjaldið – ella kanska at fáa tað heilt burtur.


Sámal Matras Kristiansen

Comments

Bui Tyril said…
This comment has been removed by the author.
Bui Tyril said…
Hetta er ein skilagodur tanki, so leingi man droppar ide'ina um at byggja eina brugv um Skalafjoerd. Tad er pura raett at hugsa heildarliga her, men samstundis ma man taka haedd fyri ynskjum hja lokalsamfeloegum. Um ein tunnil millum Saltnes og Strendur sum eitt naturligt stig vard knyttur upp i eina slika verkaetlan, eins og ein tunnil millum Skalabotn og Nordragoetu/Kambsdal, so hevdi tad saed spennandi ut.

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…