Friday, March 21, 2014

Kritikk av føroysku sektiónini í nýggja atlasinum (Bræv sent Námi)


Hetta er eitt útkast til eitt ummæli, ið eg fari at senda til fjølmiðlarnar, tá nýggja atlasið kemur út. Mín vón er sjálvandi eisini, at nøkur av kritikkpunktunum verða tikin til eftirtektar áðrenn atlasið kemur út, soleiðis at vit fáa eitt so gott føroyskt atlas sum gjørligt. Alt eftir hvat verður broytt, vil ummælið sjálvandi eisini broytast samsvarandi. Annars er hendan kritikkin eisini send til felagsskapirnar “GAIA Føroyar” og “Geografilærarar í Miðnámsskúlunum”.

Sámal Matras Kristiansen,
Geografi, Hoydalar


Yvirskipaðar viðmerkingar um atlasið

Í løtuni verður evnað til eitt nýtt, føroyskt atlas. Hetta atlas er stórt í vavi, heilar 248 síður, alt íroknað. Harvið er hetta fyri tað fyrsta eitt sera dýrt verk og harumframt eitt fysiskt tungt og harvið ópraktiskt verk, um ætlanin er, at tað skal nýtast sum gerandis undirvísingartilfar. Kanska verður hugsað ov nógv um at geva út dýrt “skreyttilfar” heldur enn bíligt tilfar, ið skal brúkast og slítast upp eftir fáum árum.

Nógv hevur verið tosað um staðanøvn og onnur geografisk heiti, men hendan greinin skal ikki snúgva seg um tað. Heldur er hetta ein kritikk av tí partinum av atlasinum, ið snýr seg um føroysk viðurskifti burturav, herundir eisini í stóran mun tilfarsvalinum.

Sum nú er er atlasið 248 síður til longdar,  harav 31 síður (p.14-45) eru um Føroyar. Mín høvuðsboðskapur viðvíkjandi atlasinum er, at tað fyri tað fyrsta er gott, at vit hava fingið 31 síður um føroysk viðurskifti, men at eitt føroyskt atlas í nógv størri mun – ella kanska enntá útilokandi – átti at fokuserað á føroysk viðurskifti. Haruframt er tilfarsvalið í føroysku sektiónini avbera ivasamt og í fleiri førum als ikki dygdargott. Tað mesta av hesi grein eru konkret kritikkpunkt av føroysku sektiónini.

Samanlagt er talan um eitt avrik, ið sum heild má sigast at vera skuffandi. Hetta merkir ikki, at alt er vánaligt, men at góðskan av tilfarinum er serstakliga svingandi frá tí heilt góða til tað nærum óbrúkliga. Hví skal man brúka so risastórar upphæddir upp á nakað, ið í veruleikanum einans gevur okkum nakrar fáar blaðsíður av meirvirði í mun til tað vit longu hava tøkt?

Eg meti, at vit hava stóran tørv á einum føroyskum atlasi, men rættasta íløgan hevði verið at gjørt eitt veruligt føroyskt atlas við føroyskum kortum og føroyskum tilfari. Eitt atlas við umleið 100 síðum við føroyskum og norðuratlantiskum tilfari savnaðum á sama staði hevði veruliga verið eitt gullnám fyri føroyska geografi-undirvísing og eisini fyri nógv onnur fak. Umframt hetta átti eitt slíkt atlas at verið bæði í papírformi og í interaktivum-digitalum formi, har meiri aktuelt tilfar eisini kundi verið savnað.



Høvuðsniðurstøður um føroysku sektiónina

Eg fari í hesi grein at taka eina gjøgnumgongd av ymiskum kritikkpunktum, men fyrst nakrar høvuðsniðurstøður:

- Tað tykist ikki sum tey, ið hava redigerað atlasið hava hugsað stórvegis um málbólk, tá tey gjørdu føroysku sektiónina í atlasinum. Eg sakni eisini, at tað kemur greiðari fram hvørjir didaktiskir málsetningar liggja aftanfyri tilfarsvali og tilfarssniði.

- Atlasið er sum heild ov framsýningarkent og skapar ikki í nóg stóran mun møguleikar fyri aktiva greining av kompleksum samanhangum, men leggur heldur upp til einfalt prát um geografiskar staklutir. Einstøk heppin undantøk eru tó, serliga á jarðfrøðiøkinum.

- Sumt tilfar tykist fylla óneyðuga nógv, meðan annað tilfar tykist fylla óneyðuga lítið. Tað tykist heldur tilvildarligt hvussu man hevur raðfest.

- Nógv av tilfarinum er av slíkum slagi, at tað als ikki hoyrir heima í einum atlasi, t.d. tilfar av hagfrøðiligum slagi, ið verður avoldað sera skjótt. Um eitt nýtt atlas kom á hvørjum ella øðrumhvørjum ári, var tað kanska í lagi, men helst skulu vit bíða 20 ár eftir einum uppdateraðum atlasi, og hvat skulu vit tá brúka hagtøl frá t.d. 2009, 2010 ella 2011til? Longu nú í 2014 eru hesi tølini gomul.  

- Hinvegin vantar nógv tilfar, ið sjálvssagt hoyrir heima í kortformi. Nógv av hesum finst annars á ymiskum almennum stovnum. Atlasið veitir harumframt sera lítið av kunningarligum nývirði. Tað mesta finst longu aðrastaðni – í ymiskum útgávum ella á heimasíðum.

- Raðfylgjan av kortum tykist í summum førum tilvildarlig. Tað hevur annars týðning, at ymisk kort, ið kunnu sipa til hvørt annað, standa nær saman – helst á somu opnu.

- Fleiri av kortunum tykjast sera óliðug og illa gjøgnumhugsað. Viðhvørt manglar grundleggjandi korttilhoyr, og kartografiin tykist í summum førum beinleiðis óprofessionell.

- Nógv av tilfarinum vildi hóskað betri sum interaktivt, digitalt tilfar á eini online-kortskipan. Sum heild avmarkar man seg óneyðuga nógv við at tvinga informatión niður á nøkur statisk papír, heldur enn at leggja tey út á netið, har tú kanst fáa nógv betri dynamikk, nógv betri myndagóðsku, skala eftir egnum vali, tilfar eftir egnum vali, máti- og greiningarmøguleikar, o.m.a.




Kritikkpunkt av føroysku sektiónini

Hesi kritikkpunkt eru eftir mínum viðurskifti tey mest átroðkandi viðurskiftini, men eg kundi sjálvandi havt skrivað tvífalt so nógva kritikk, um eg vildi.


Loftmyndir – flott, ja, men hvat er poengið?

Fyrsta síðan (síða 14) er ognað tveimum loftmyndum. Her er partvíst ein loftmynd yvir Norðsjógvin, íroknað Føroyar. Síðani er ein loftmynd yvir partar av Havnini. Fyri tað fyrsta er trupult at síggja didaktisku grundgevingarnar fyri júst hesum útskurðum, annað enn at man fær innlit í hvussu loftmyndir síggja út á ymiskum skala. Hvat skal hendan síðan annars brúkast til? Hvussu við øðrum økjum í landinum ella øðrum pørtum av Havnini. Og hví ikki eisini eitt dømi um ein enn størri skala?

Tá arbeitt verður við loftmyndum er í dag nógv meiri natúrligt at arbeiða við digitalum loysnum sum t.d. Kortal.fo ella Google Earth, har til ber at velja skala, útskurð, løg og mangt annað fyri at fáa neyðugu geovitanina burtur úr. Men statisku loftmyndirnar í atlasinum kunnu nærum ikki brúkast aktivt yvirhøvur annað enn sum kuriosum.


Topografisku  kortini – gruggut og misvísandi

Heilar 13 síður eru sett av til topografisk kort. Ein síða fyri allar Føroyar og 12 fyri restina av Føroyum. Uppbýtið er eins og í gamla atlasinum, og tað er í lagi.

Sum heild eru kortini nøktandi, og ein serligur framburður er, at sjódýpi eisini er komið við. Í stóran mun eru líknandi informatiónir tiknar við sum í gomlu kortunum, men ymiskar lendislýsingar sum m.a. mýrilendi, sandur og trævøkstur eru tiknar burtur og í staðin hevur man valt at nýta litkodur at sýna hæddarmunir. Hetta er eftir mínum tykki ikki nakar fyrimunur, partvíst tí at vit missa týðandi kunning og partvíst tí at nýggja litskipanin er illa gjøgnumhugsað.  Tvey dømi skulu nevnast um vantandi kartografiskt handverk í hesum sambandi:

1) Kortteknarin hevur valt at nýta grønt at sýna lág øki, gult at sýna meðalhæddir og brúnt at sýna høg øki (fjøll). Hetta er púra klassiskt, men kortteknarin hevur somuleiðis valt at brúka ein brúnan lit at vísa dyrkað øki. Hetta gevur í summum førum tulkingartrupulleikar, tá høg og dyrkað øki smelta saman í eitt.

2) Kortteknarin hevur valt at leggja skuggar á ymsastaðni, helst fyri at sýna brattlendi. Hetta skarpar stórar tulkingartrupulleikar, tí munur sæst illa á hvat er brattlendi og hvat er hálendi. Serliga har gulligir litir hava fingið skugga, tykjast teir brúnligir og kunnu harvið misfatast sum hálendi, eins og ljósabrúnir litir gerast myrkari og kunnu mistulkast fyri at vera myrkabrúnir.

Enn verri er, at hvørki dyrkað lendi ella brattlendi eru lýst í signaturfrágreiðingini, so tann ókunnugi vil standa púra hjálparsleysur í mun til hesi kortini.

Nýggju kortini eru sum heild sera gruggut og munandi truplari at avlesa enn tey gomlu. Tey eru av somu orsøk munandi truplari at nýta í sambandi við lendisgreining o.l. Í grundini hevði verið betri at farið aftur til greiðu og ruddiligu kortini frá gamla atlasinum. Nýggju kortini eru eitt afturstig.


Havbotnskort – hví bara botnur og ikki eisini sjógvur?

Tvær síður (s.28-29) eru ognaðar til havbotn kring Føroyar og kring føroyskt sjóøki. Sum heild eru hetta tvey skilagóð reliefkort, ið opinlýst kunnu nýtast í havfrøðiundirvísing. Tó kundi tað verið ein hjálp, um dýpið ikki einans varð lýst við blánuansum, men eisini við dýpdarlinjum, tí skuggarnir í relieffinum gera tað í støðum trupult at avlesa blánuansurnar. Umframt hetta átti havøkið hjá øllum grannalondum at verið lýst á kortinum, eins og yvirskipað havleiðauppbýti á landgrunninum er sera relevant. Sum heild vantar tó eisini signaturfrágreiðing til kortini.

Eisini kundi verið eitt  hugskot at havt nakrar tvørskurðir, ið sýna hita- og streymviðurskifti bæði í erva og í neðra, soleiðis at hendan sektiónin í størri mun kundi verið nýtt til havfrøði- og fiskivinnuundirvísing.


Jarðfrøðikortið – gott, men kundi verið útgreinað

Jarðfrøðikortið á síðu 30 er í stóran mun gott. Fláirnar hava fingið nýggj nøvn, og nógv fleiri detaljur eru við enn í t.d. gamla atlasinum. Men hetta skapar samstundis tann trupulleika, at summi øki verða yvirfylt av informatiónum. Serliga øki, har tað hendir sera nógv, t.d. sillarnar, Hvannhagi og kolalindin verða trupul at avlesa. Hvørji eru t.d. hæddarviðurskiftini í Eysturoyarsillini? Hetta vita fakfólk, men onnur kunnu illa gjøgnumskoða hetta. Sostatt hevði verið ynskiligt, at tað eisini vórðu gjørd smærri útskurðarkort fyri serliga áhugaverd øki, eisini evt. fyri teir “typulokalitetir”, ið hava givið fláunum nøvn: Enni, Sneis, Beinisvørð o.a., tí hesir lýsa eksemplariskt ymisku tíðarbilini.

Annars er sera hugaligt við jarðfrøðiligu tvørskurðunum , tó at eisini teir kundu verið á størri skala og fleiri í tali. Eisini kundi verið sýnt hvat er omanfyri og niðanfyri sjóvarmálan. 

Tað undrar samstundis, at jarðfrøðikortið liggur kroyst millum tvær havfrøðisektiónir. Tað tykist sum hendan sektiónin átti at verið redigerað betri.


Atlantsspjaðingin – teknirøð ella animatión?

Á síðu 31 er ein hugtakandi og litføgur teknirøð, ið sýnir hvussu norðasti parturin av Atlantshavinum er farin sundur og hevur skapt vulkansk lond sum Føroyar og Ísland. Hetta kortið er í sjálvum sær gott, men vónandi verða hesi kortini eisini løgd út á netið sum interaktiv animatión, har øll gongdin kann visualiserast, heldur enn einans brot úr gongdini. Slíkt tilfar finst jú í talríkum útgávum á Netinum, so í grundini eru hesi kortini óneyðug.

Annars skal nevnast, at á síðu 48 – eftir føroysku sektiónina – er eitt kort, ið sýnir jarðfrøðina í Útnorðri og Norðurskotlandi. Tað hevði verið gott, um hetta kortið stóð samstundis sum kortini um atlantsspjaðingina, tí fleiri av teimum vulkansku fyribrigdum vit kenna frá Føroyum gera seg eisini galdandi í Írlandi, Skotlandi, Íslandi og í Grønlandi. Á síðu 48 er eisini eitt lítið kort yvir oljufelt í Norðsjónum. Áhugavert hevði verið at fingið nakrar tvørskurðir við eins og jarðfrøðiligir tvørskurðir av m.a. Hetlandsrennuni høvdu verið sera relevantir í sambandi við bæði undirvísing í atlantsspjaðing og í oljufrøði.


Ístíðarsektiónin – gott, men meiri av tí

Síða 32 og 33 snúgva seg um ístíð og eftirístíð. Tað hevur leingi verið eftirspurningur eftir kortum, ið lýsa nýggjastu jarðfrøðina. Ískappakortið hevur eksisterað leingi, og er sum heild gott, tó at ísgongdarpílar eru sera lítlir og ótýðiligir, tó at ein sera týðiligur signaturur stendur í signaturfrágreiðingini. Eisini hevði verið skilagott at havt nakrar kámar oyggjakonturar á kortinum, tí ókunnug vilja hava trupult at tulka hvat t.d. er Eysturoy, Streymoy, Nólsoy o.s.fr.

Saknur hevur verið á kortum, ið lýsa landslagið eftir ístíðina. Tað finst nú (síða 32), men kortið er nakað skuffandi og sýnir einans sera yvirskipað hvørji øki eru jøkulsdalar, hvørji eru avísað øki og hvørji eru fyrrverandi “nunatakkar”. Men har eru so nógv onnur fyribrigdi, ið ikki eru komin við, m.a. morenur, dysjar, urðir, legutilfar o.m.a.

Hinvegin er kunning um drumlins, ísbrýning og ísskøvur, og tað er í sær sjálvum virðismikið. Men eisini her kundi tað verið ein hjálp, um ávís eksemplarisk øki vórðu vald út at sýna øki, har serliga nógv hendir.

Í mun til manglandi pílarnar á ístíðarkortinum eru alt ov nógvir pílar á eftirístíðarkortinum. Hetta gruggar kortið í støðum. Heldur áttu øki við serliga nógvum ísskøvum at verið sýnd á einum kortútskurði, og á yvirskipaðum kortum átti talið av pílum at verið reduserað, ella smáu pílarnir settir saman til langar pílar. Eisini hevði verið rættari, um kortið æt “Føroyar eftir seinastu ístíð”. Tað er eitt sindur ivasamt um hetta kortið er ætlaða at sýna tíðina beint eftir ístíðina ella síðstu avsmeltingina frá seinastu ístíð. Tað hevði eisini verið vert at ásett umleið hvørji árstøl vit tosa um.

At enda kundi verið áhugavert at fingið nakrar profilar av ymiskum  økjum fyri at lýsa hvussu vertikala samansetingin er viðvíkjandi jarðbotnsprofilum á ymiskum økjum. Í víðari konteksti hevði tað verið eisini logiskt, um landslagskortið á síðu 42 stóð nær við kortið fyri eftirístíðina.


Streymkort – enn ein teknirøð

Á síður 34-36 eru tríggjar síður við streymkortum. Hesi eru sum so áhugaverd og væl greidd úr hondum. Hendan sektiónin er í lagi, og kann knýtast bæði til sjóvinnu og tosið um sjóvarfalsorku. Tó átti eisini hetta at verið gjørt til eina interaktiva animatión og lagt á Netið. Tað finnast longu skipanir, ið bjóða hetta, so í grundini eru eisini hesi kortini óneyðug.

Fyri at skilja yvirskipaða rákið kundi eisini verið áhugavert við einum sjóvarfalskorti fyri alt Norðuratlantshavið. Eisini kundi flóð og fjøra fyri føroysk øki verið tikið við. Alt hetta sjálvandi eisini í interaktivum formi.

At enda skal tó viðmælast, at hesi kortini verða flutt fram til havfrøðisektiónina.


Veðurlag – alt ov lág raðfesting

Á síðu 37 eru nakrar tabellir og nakrir isotermfigurar umframt eitt lítið yvirlitskort yvir veðurstøðir. So vítt so gott. Bæði veðurlagsnormalar og veðurekstremar eru tiknir við, og tað er í lagi. Tó finnast nógv onnur relevant klimadata um m.a. trýst, sólskin, vindferð o.m.a., ið eisini átti at verið tikið við í hesa sera soltnu sektiónina. Eisini hevði borið til at gjørt isohyetkort (regnkort) fyri alt landið, eins og nógv onnur sera áhugaverd data eru at finna á ymiskum stovnum (m.a. Landsverki og DMI), ið kundu verið úttrykt í kortum.

Samanlagt er hendan sektiónin avbera skuffandi, og veitir einki nýtt umframt tað, ið longu kann finnast á heimasíðuni hjá DMI, heldur minni.


Demografiska sektiónin

Síða 38-41 eru settar av til demografi. Sum heild er nógv demografiskt tilfar ikki gott at hava við í einum atlasi, tí tað er jú gamalt tann dagin tað verður prentað. Hinvegin kann tað vera skilagott at sýna nakrar strukturbroytingar, og tað verður eisini gjørt í støðum.

Sum heild átti at verið gjørt minni burtur úr hagtalsstøðulýsingum í einum atlasi, men heldur at sýnt nakrar yvirskipaðar, strukturellar gongdir. Hagtøl hoyra nú  á døgum heima á Internetinum, har tey støðugt kunnu verða uppdaterað. Hagtøl hoyra somuleiðis heima í dynamiskum databasum, ikki í statiskum papírtabellum ella papírgrafum.

Eisini er tað sera kritisabult, at man hevur valt at nýta oyggjar (og í einum føri “sýslur”) sum grundarlag undir summum demografiskum hagtølum. Hetta er sera misvísandi, tí fólkatalsgongdin og fólkatalssamansetingin kunnu vera sera ymisk norðast og sunnast í einari stórari oyggj, eins og kommunur í fleiri førum strekkja seg yvir fleiri oyggjar. Eisini eru kommunumørk tikin við, soleiðis at man fær ta fatan, at talan er um hagtalsbýti á kommunur, tó at hetta ikki er so. Hesi kortini eru tí í grundini meiri disinformativ enn informativ og mugu sigast at vera avbera vánalig.

Tó eru ávís ljóspunkt, t.d. fólkatalspyramidurnar á p. 39, ið sýna eina strukturella gongd í føroyska fólkatalinum. Her kundi tó verið áhugavert um tað vóru fólkatalspyramidur fyri fleiri ymisk øki, tí munurin kann vera sera stórur.

Generelt hevði alt hetta tilfarið fungerað nógv betri interaktivt, har interaktivar animatiónir kundu verið lagdar á eina heimasíðu, soleiðis at brúkarin sjálvur kundi valt ávís árstøl burtur úr og síðani samanlíknað t.d. støðuna áðrenn og eftir kreppuna.

Á síðu 41 er eisini eitt heldur ørkymlandi kort, har ymisk lond hava fingið nakrar litkodur, ið ikki standa tilsipaðar í nakrari signaturfrágreiðing. Harumframt nakrir pílar frá ymiskum heimspørtum til Føroyar uttan tó at tilskila hvørjar heimspartar talan er um. Sera óliðugt og ógjøgnumhugsað. 


Lendi og landbúnaður

Á síðu 42 er eitt landslagskort, ið sum sagt kundi staðið í somu undirsektión sum jarðfrøðikortini. Tó gevur tað eisini meining av sýna hetta í sambandi við lendisnýtslu og plantusløg. Sigast má tó, at kortið er sera trupult at lesa, gruggut og átti somuleiðis at havt hæddarlinjur. Sum nú er er hetta kortið ikki meiri enn akkurát staðið. Í onkrum førum kundi eisini verið eitt hugskot at gjørt útskurðir av økjum, har tað hendir serliga nógv.

Kortini á síðu 43 fyri áseyðatal og markarvídd geva góða meining og sipa natúrliga til hvørt annað, men her kundu eisini ognarviðurskifti verið tikin við, eins og nøkur eksemplarisk dømi um innangarðs skipan av jørð kundi verið tikin við, herundir virðismeting og útskifting.

Kortið á síðu 44 viðvíkjandi plantuvøkstri er eisini meiri disinformativt enn informativt, er býtt alt ov grovt á oyggjar og tekur ikki hædd fyri norður- og suðursíðu av fjøllum. Ilt at síggja hvat næmingar skulu greina burtur úr hesum.


Grind og fuglur

Á síðu 43 og 45 eru tvey kort, ið sýna ávikavíst fuglabjørg og grindavágir. Sjálvandi er tað áhugavert at síggja hvar grindavágir eru, men eru hagtølini á síðuni neyðug at prenta í einum atlasi? Hinvegin er kortið yvir fuglabjørg rættiliga áhugavert, tó at tað kundi staðið á somu síðu sum grindavágakortið – kanska enntá á sama korti. Bæði hesi kortini eru tó sera óhjálpið teknað reint kartografiskt, serliga kortið yvir grindavágir, har heilar bygdir eru litkodaðar, heldur enn neyva staðfestingin av grindavágni. Heldur ikki her er nøkur frágreiðingin um litkodingina. Og hví verður ikki skilt millum fyrrverandi og galdandi grindavágir, t.d. við ymiskum litum ella symbolum? Verandi kort sýnir grindavágirnar út frá søguligum tølum, men hetta er ikki í tráð við hvat kunngerðin sigur, so hetta er eisini rættiliga disinformerandi.


Hvussu við infrakervi, íðnaði og planlegging?

Higartil havi eg mest fokuserað á tey kort, ið eru tikin við í atlasið. Men hví hevur man ikki tikið kort við kring m.a. infrakervi, íðnað og planlegging? Hví eru grind og fuglur týðningarmeiri enn infrakervið? Og hví er landbúnaður týðningarmeiri enn býarplanlegging? Tað tykist  mær ikki sum at føroyska sektiónin er so gjøgnumhugsað sum hon átti at verið.

Nøkur generell handilshagtøl eru gaman í á síðu 41, men aftur her er talan um eina gamla hagtalsliga støðulýsing, ið ikki hoyrir heima í einum atlasi.

Eg kundi hildið fram, men eg velji at seta eitt fyribils punktum her.

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...