Saturday, November 22, 2014

Nýtt heimatlas misjavnt í góðsku og relevansi

Tað eru nú 21 ár síðani, at Føroya Skúlabókagrunnur gav út lítla, bláa heimsatlasið. Í ár gevur Nám út eitt nýtt atlas, og tað er sera nógv størri. Tað telur 248 síður, vigar 1.200g (tað gamla vigaði gott 500g) og kostar heilar 475 krónur. Umframt hetta er formatið munandi størri. Hetta má sigast at vera fyrsta kritikkpunktið, tí vegna støddina og prísin verður tað truplari at ogna sær og truplari at handfara. At atlasið er farið frá at vera ein hondbók til at gerast ein “skreytbók” er sjálvandi á ein hátt hugaligt, men skapar nakrar trupulleikar fyri høvuðsbrúkararnar, ið eru næmingar við lágum inntøkum.

Nýggju føroysku kortini misjøvn
Uttan iva er føroyska sektiónin mest gleðiligi parturin av atlasinum. Nevnast skulu serliga nýteknaðu jarðfrøðikortini frá Jarðfeingi, ið veruliga mugu sigast at vera eitt frambrot fyri føroyska jarðfrøðiundirvísing. Serliga ístíðarkortini eru at fegnast um. Verður farið út í heim kann nevnast, at jarðfrøðiheimskortini sum heild eru frálík, men at tað einans verður farið í smálutir við Føroyum, Íslandi, Norðurlondum, San Francisco og Japan. Hetta hóast tað finnast avbera nógv áhugaverd jarðfrøðiøki kring allan heim.  

Føroysku jarðfrøðikortini eru góð, eins og havkortini eru í lagi, tó at fiski- og alivinnan skríggja við síni fráveru. Tematisku kortini í endanum av føroysku sektiónini eru hinvegin sera misjøvn. Somuleiðis eru topografisku kortini í byrjanini á føroysku sektiónini  eitt kartografiskt afturstig, tí man hevur valt at lýsa hæddir við litkodum heldur enn hæddarlinjum. Hetta ger tað fyri tað fyrsta truplari at avlesa, men ger eisini, at tað er vorðið truplari at lýsa lendið annars, m.a. tí liturin fyri dyrkilendi er sera líkur nøkrum av hæddarlitkodunum. At man haruframt hevur lagt nakrar órógvandi skuggar inn fyri at framhevja fjøll, ger bara kortini enn meiri gruggut og trupul at avlesa. Mest synd er tó, at kortini hava mist detaljuríkidømi, m.a. at symbol fyri grótbrot, sandstrendur, gjáir, mýrilendi,  viðarlundir og sera nógv annað eru horvin úr kortinum. Eisini er munandi truplari at avlesa hvar bygt øki er á kortinum. Ymiskt nýtt er hinvegin komið afturat, mest eyðsýnt havdýpið, men tilsamans er tað eitt fakliga verri kort enn tað í gamla atlasinum. Onkur løgin kartografisk mishapp kunnu harumframt nevnast, m.a. at nýggja kortið sigur, at kolanám er niðri í Trongisvágsdali, ikki uppi í Rangabotni, at elverkið í Botni stendur úti í havinum, ella at elverkið í Sundi stendur langt uppi í fjøllunum. Smáting, men tó.


Løgið serkortaúrval
Tað er eingin orsøk at seta fingurin á tey sera klassisku høvuðskortini frá Collins, tí tey eru í lagi út frá sínum egnu fyritreytum. At eyka stór kort eru yvir Ísland, Danmark og Norðurlond annars er eisini sjálvsagt. Men hví er t.d. eitt hæddarkort yvir Bretsku oyggjarnar, heilt uttan býir, tá næstu síðurnar bjóða upp á topografisk kort yvir bretsku oyggjarnar?  

Umframt heimspartarnar eru tematiseringar av ymiskum økjum. Hví júst hesi eru vald út er ivasamt. Hví hava tema yvir Frankaríki, Spania, Pólland, Italia, men ikki Bretland, Týskland ella Russland? Hví tematisera Rotterdam fram um so nógvar aðrar stórhavnir í m.a. Asia? Hví er knappliga eitt “turistkort” yvir Dublin mitt í tí heila? Tað er ikki altíð so upplagt hví man hevur valt ymisku temaini. Undantikið Norðurlendsku sektiónina tykist tað ikki hava verið nøkur greið linja í úrveljingini av kortum.


Vantandi lendisnýtslukort
Størsta broytingin frá gamla til nýggja atlasinum er, at “høvuðskortini” eru farin frá at vera lendiskort til at vera hæddarkort. Hetta soleiðis skilt, at man hevur valt at nýta litkodurnar til at endurgeva hæddir heldur enn lendisnýtslu. Hetta er eftir mínum tykki eitt afturstig. Undirvísingarliga er lendisnýtslan munandi meiri áhugaverd enn hæddarforholdini, serliga um lendisnýtslan verður sæð í mun til klimatiskar variatiónir, vinnulív o.a. Hesin møguleikin er í stóran mun burtur nú, hóast einstøk smærri lendisnýtslukort eru í atlasinum. Til dømis er eitt kort  yvir lendisnýtslu í Europa og eitt yvir Suðuramerika, men ikki yvir hinar heimspartarnar – ein heilt óskiljandi prioritering. Suðuramerikanska kortið er heldur smátt, men stendur hinvegin á somu opnu sum veðurlagskortini – didaktiskt  skilagott. Eg standi tó spyrjandi yvirfyri yvirskipaðu niðurraðfestingini av lendisnýtslu, ið á hesum øki ger nýggja atlasið nógv minni undirvísingaregnað enn tað gamla.

Tað hevði verið betri um man valdi at fasthalda stílin frá gamla atlasinum, har man bæði fekk lendisnýtsluna úttrykta í litkodum (og partvíst skraveringum), meðan fjøll komu til úttrykk gjøgnum relieff, alternativt at man hevði bæði hæddarkort og lendiskort, sum eisini er vanligt.


Amputerað veðurkort
Tað eru nógv veðurkort við í nýggja atlasinum, og tað í sær sjálvum er gott, serliga tí heilar opnur innihalda ymisk veðurfyribrigdi, ið kunnu greinast í mun til hvørt annað. Tó er spell, at atlasið veitir árstíðarvariatiónir fyri sumt, men ikki annað. Veðurlagsopnan fyri Asia er nógv meiri gjøgnumførd enn fyri hinar heimspartarnar, og sami standardur átti at verið fyri allar heimspartarnar.  Ein avgerandi feilur við øllum hesum kortunum er harumframt: hiti- og trýst verða mest sýnd á landi, ikki úti á oceanunum. Hetta gevur lítla meining, tí flestu veðursystem eru eitt samspæl millum kontinent og hav. M.a skapa ymisku trýstviðurskiftini í Atlantshavinum ymisk klima í Europa, og asiatisku veðurløgini eru sera tengd at hita- og trýstviðurskiftunum í m.a. Indiska og Stillahavinum. Hóast kortini vísa hita- og trýstgradueringar, so eru sum oftast einans antin lág- ella hátrýst sýnd á kortunum, meðan man bert kann gita seg til umleið hvar “móttrýstini” eru. Í undirvísing eru hátrýst serliga áhugaverd í mun til eitt lágtrýst – og umvent. Av øllum regionalu veðurkortunum er januarkortið fyri Europa hóast alt tað hepnasta, tí har er fitt av Atlantshavinum við, men als ikki nóg nógv.

Eitt annað løgið er, at í kortinum yvir tropiskar óðnir velja tey at umseta tropiskar ódnir til ávikavíst “ódnarstormar” (hurricanes), “meldurrið” (typhoons) og “meldurhvirlur” (cyclones), hóast talan er um somu fyribrigdi. Serliga merkisvert er, at cyklonirnar verða nevndar “meldurhvirlur” meðan tornado’ir kallast “melduródnir”. At kalla eina tropiska cyklon fyri eina hvirlu er púra burturvið, men orðið “meldurhvirla” kundi hinvegin partvíst lýst tornado’ir, eins og cyklon saktans kundi itið “melduródn” á føroyskum.  Okkurt bendir á, at onkur hevur misskilt hvat ávikavíst ein tornado og ein hurricane/tyfon/cyklon eru. Hendan misskiljing stavar helst frá orðabókini hjá Sprotanum, og víðari stavar tað helst frá eini enskmæltari siðvenju eisini at kalla tornado’ir fyri “cyclones” – tvs. nakað heilt annað enn tað fakfólk vanliga meina við cyklon. Spell at Nám ikki hevur fingið fakkunnug fólk at fanga ein so ógvusligan feil.


Hagtøl eldast skjótt
Óhepnasti parturin av atlasinum er hagtalsparturin. Tað er púra misskilt at prenta hagtøl í eitt atlas, tí slík hagtøl gerast sera skjótt órelevant. Um ætlanin var at prenta atlasið uppaftur á hvørjum ári við uppdateraðum tølum, vildi tað givið meining, men allarhelst kunnu vit vænta, at tað eisini verða kanska 21 ár til næsta atlas kemur – um nakað atlas kemur afturat yvirhøvur. Hagtøl eru ikki einans sett upp sum tabellir. Stórir partar av atlasinum eru fyltir við tematiskum kortum, ið eisini eru bygd á nýggjari ella eldri hagtøl. Hesi hagtøl eldast og vilja við tíðini fara frá at vera eitt vitanaraktiv til at gerast ein “deyðvekt” í atlasinum, ið fá hava áhuga at brúka, tí nýggj og betri tøl eru at finna á Internetinum.

Enn verri er, at flestu tølini í atlasinum eru frá 2010-13 (og summi enn eldri, t.d. sólorkuframleiðslan frá 2006 og fólkaflyting í Kina frá 2000!) og harvið longu við prenting eru avoldað. Hetta ivaleyst tí tað hevur tikið so langa tíð at framleiða atlasið. Enn verri er, at summi hagtøl als ikki eru tíðarmerkt og harvið heilt óbrúkilig.

Yvirskipað er tað als ikki skilagott at prenta “løtubært” tilfar í eitt atlas. Eitt atlas skal fyrst og fremst sýna nakrar rímiliga varandi strukturar, ið geva nøkur dømi um geografiskar samanhangir, ið verða lýstir í m.a. lærubókum. Tað áhugaverda við hagtølum er yvirskipað sæð ikki bert støðumyndir, men eisini broytingar yvir tíð.

Sum heild meti eg, at tað í grundini er nógv kartografisk góðska í atlasinum, men eisini avgerandi manglar og feilir, eins og ritstjórnin í stóran mun er merkt av tilvild. Eg kundi sjálvandi nortið við øgiliga nógv onnur kritikkpunkt, men tað er ikki pláss fyri hesum í einum so stuttum ummæli.


Sámal Matras Kristiansen,
geografiundirvísari í Hoydølum.


Prentað í Dimmalætting 21. nov. 2014. Fylgjandi brot varð vegna plásstrot ikki prentað, men kann lesast sum framhald av ummælinum: 


Áttu at framleitt eitt føroyskt atlas – bert við føroyskum tilfari
Eitt føroyskt atlas burturav hevði í grundini verið meiri áhugavert. Hondina á hjartað, alt tað útlendska tilfarið kunnu vit finna nógv betri og nógv meiri uppdaterað á ymiskum álítandi útlendskum heimasíðum. Tað okkum veruliga tørvar eru føroysk kort um føroysk viðurskifti. Jarðfrøðiligu kortini frá Jarðfeingi eru perlurnar í hesum atlasinum, og Jarðfeingi skuldi havt sloppið at gjørt nógv fleiri kort. Í grundini hevði tað verið áhugaverdari við einum atlasi einans við føroyskum tilfari. Tá hevði nærum eingin “deyðvekt” verið og atlasið hevði nøktað ein stóran, skríggjandi tørv.

Um eitt nýtt atlas skal gerast vil eg heita á Nám um at arbeiða nógv meiri teldutøkt (t.d. í samstarvi við Kortal.fo), har til ber hjá brúkaranum at velja tey løg hann vil hava, eins og til ber at justera skalan í mun til tørvin. Papírkortini eru harumframt statisk og mangla dynamikk, og eru tí serliga óhóskandi, tá tað kemur til broytingar yvir tíð. Hinvegin kunnu papírkort framvegis koma til sín rætt í dag, tí til ber at tekna og skriva á tey. Men tá man gevur eina skreytútgávu út, vilja bert fá nýta hesar møguleikar. Um talan í staðin var um bíligar eingangsútgávur, kundi man í størri mun krutlað á kortini og harvið skapt fyritreytir fyri “taktilari” læring. Ein annar møguleiki kundi verið, at alt bara lá á Netinum, og so prentaði man tað út eftir tørvi.  

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...