Saturday, August 15, 2015

Kronikk: Hugleiðingar um borgarstjórar á tingi

Prentað sum tíðargrein í Sosialinum 15. august 2015

Í hesum tíðum verður nógv kjakast um rákið, at borgarstjórar í størri mun royna at vinna sær sæti á Løgtingi. Summi komi sjálvandi við populistiska forargilsinum um, at hesir politikarar tá fáa dupulta løn, onnur við nakað betri grundaða spurninginum um politikarar munnu hava tíð at røkja tvey politisk størv í senn. Bæði hesi standardmótmæli raka tó við síðunar av týðandi problematikkirnar. Í Degi og Viku 11. August 2015 komu tó nógv meiri áhugaverd og nuancerað sjónarmið fram um orsøkirnar til hetta rákið – og takk fyri tað!

Eg varð biðin at vera við í innslagnum, men kundi tíverri ikki luttaka – tí eg eri staddur á Kirkju, langt frá “mikrofonveldinum”. Men evnið er so áhugavert, at eg kenni meg noyddan at gera nakrar viðmerkingar til áhugaverda innslagið. Innslagið kann kókast niður til (minst) 13 útsagnir (fleiri ella færri alt eftir hvussu man telur). Hesar útsagnir skipa tað mesta av hesi kronikk, ið so at siga reflekerar tey sjónarmið, ið komu fram í innslagnum. Tølini í klombrum eftir útsagnirnar eru bert fyri at markera upprunaligu raðfylgjuna av teimum í innslagnum. Við vilja verður ikki farið ov nógv niður í smálutir, soleiðis at fólk flest kunnu lesa kronikkina.


Borgarstjórar ein háttur at tryggja lokala umboðan

Introducerandi útsøgnin frá Degi og Viku var, at “broytingin frá 7 valdømum til eitt valdømi hevur fingið lokalpolitikarar at finna aðrar vegir inn í landspolitikk.” (1) Síðani valdømini eru avtikin, má vantandi lokala kjølfestið kompenserast á onkran annan hátt, og borgarstjórar eru vanliga sterkastu umboðini fyri lokaløkini. Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, førir í innslagnum fram, at “Vit hava jú uppstillingina partvíst lokala. Fleiri av flokkunum hava stadigvekk tey lokalu valfeløgini og rekruttera fólk tann vegin.” (8) Hetta er rætt, men tað er trupult hjá politikarum at uppbyggja sær ein veljarabasa, um teir ikki antin hava nógvar pengar í rygginum, sterkt netverk ella óvanliga góð sambond við landsdekkandi miðlafólk.

Kommunalpolitikkur – og serliga borgarstjórastarvið – kann vera ein háttur at gerast kendur uttan um hesar búskaparligu og “netverksligu” forðingar. Í nýligum internetkjaki við meg hevur Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingur, orðað hetta sera væl: “Tá vit diskuteraðu avtøkuna av valdømum á gamla kjak.fo minnist eg, at mín forsøgn var, at tað fór at blíva so trupult hjá nýggjum fólki at sleppa framat, at borgarstjórasessir fóru at virka sum lopfjøl til Løgtingið. (Eg segði býráðsval fóru at virka sum primerval.)”

Hetta leggur upp til útsøgnina hjá Ragnar Joensen, at tað eina valdømið skuldi vera ein víðkan av fólkaræðinum ... í og við at vit kunnu velja tann sum passar okkum”. (12) Vit eru her inni í einari av aðaldiskussiónunum innan fólkaræðiteori: um fólkaræðið skal vera elitetudemokrati ella luttøkudemokrati. Yvirskipað sæð er spurningurin um Løgtingið skal vera ein elita av serliga dugnaligum fólkum, ið verða vald ella vrakað við jøvnum millumbilum, ella um Løgtingið skal vera samansett av flest møguligum ymiskum samfelagsbólkum, herundir lokalsamfelagsbólkum, soleiðis at fólkið hevur áhaldandi kontakt uppeftir til politisku skipanina. Hetta eina valdømið hevur økt tørvin á dýrum, professionellum valkampanjum, og tað ger, at um ikki man longu hevur uppbygt sær ein sterkan veljarabasa, má man í ávísan mun keypa seg til hann. Man kann grundgeva fyri, at borgarstjórar nettupp eru ein møguleiki hjá veljarum at velja lokal, fólkslig umboð heldur enn bert tey, ið onkursvegna hava styrkt sín popularitet gjøgnum miðlarnar. Og sum Dagur og Vika endurgevur Heðin Zachariassen, borgarstjóra í Sunda kommunu fyri at meina, so “hevur tað stóran týðning at øll økini í landinum eru umboðað í Tinginum” (6) Undir øllum umstøðum kann sigast, at hóast summi kanska av ideologiskum orsøkum ikki vilja hava eina ov breiða fólksliga umboðan, so hevur fólkið kring um í landinum konkretan tørv á at hava lokala umboðan. Nevnast kann í hesum viðfangi, at stóra økið Sundalagið – íroknað Eiði – í løtuni er óumboðað, og um ikki stórar kanónir sum antin Edmund Joensen ella nettupp borgarstjórin Heðin Zachariassen stilla upp, so vil hendan støðan helst halda fram. Kanska kunnu onnur lokal valevni tó gera seg galdandi, t.d. borgarstjórin í lítlu Eiðis kommu ella varaborgarstjórin í Sunda kommunu Sonni Samuelsen. Vit fáa at síggja.

Ragnar Joensen vísir hinvegin á ein heilt annan trupulleiki: “Hvat nú vissi ein borgarstjóri verður valdur, og knappliga ikki tekur sessin, so hevur man knappliga eitt uppaftur annað demokratiskt problem. So fær veljarin nakað annað enn tað sum hann reint faktiskt valdi. (11) Hetta er í hvussu er satt við verandi valskipan, tí um ein veljari t.d. velur borgarstjóran í Klaksvík, men vísir seg í staðin at fáa ein sakførara ella ein samfelagsfrøðing úr Havn, so hevur veljarin veruliga fingið nakað annað enn tað hann ætlaði sær. Hetta kundi verið loyst um hvørt einasta valevni hevði eitt fast varafólk, ið kundi taka yvir, um ein løgtingslimur av onkrari orsøk noyddist í farloyvi eina tíð. Ein fyrimunur við gomlu valdømisskipanini var, at tingfólk í flestu førum høvdu síni føstu varafólk.


Broyta valdsjavnvágina millum land og kommunur

Ragnar Joensen vísir eisini á ein annan trupulleika, har hann við støði í Stýrisskipanarlógini §23 vísir á, at “Tinglimur einans skal vera bundin at síni sannføring og ikki handla eftir forskriftum frá veljarunum, men vissi hann verður valdur inn sum ein forlongdur armur frá einum lokalt avgreinsaðum øki í Føroyum, so kann hann illa tilláta sær annað enn at gera tað sum valdømið vil hava av honum.” (9). Hetta er relevant um umboðanin verður fatað soleiðis, at borgarstjórarnir fara á ting at gjøgnumføra nakrar ásetingar beinleiðis frá lokalsamfelagnum, t.d. bý- ella bygdaráðnum. Hetta er tó ikki veruleikin, men heldur fær borgarstjórin eitt slag av dupultum innliti í mál, ið viðvíkja kommununum, soleiðis at ein sterk samskiftiskanal verður latin upp millum landspolitiska arbeiðið og lokaldemokratiið. Og tað er jú einki galið við um ein løgtingslimur letur seg inspirera og ávirka av lokalum meiningum, so leingi hesi ikki eru harraboð.  

Dupulta innlitið gevur sjálvandi í sær sjálvum vald, men fyrst og fremst leggur tað upp til sjónarmiðið hjá Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu um, at “allar lógirnar verða gjørdar í Løgtinginum, og tá tú gert eina fíggjarætlan, so er tað ein avbjóðing í sær sjálvum, og tað er oftani soleiðis, at tá man ikki fær tølini at hanga saman, so koyrir man bara onkrar postar út á kommunurnar, og hevur tú so fólk, sum eru umboðandi kommunurnar í Løgtinginum, so verður tað ikki gjørt í sama mun.” (4) Borgarstjórar kunnu soleiðis tryggja, at samsvar er millum kommunurelateraða lóggávu og fíggjarlóg. Tvs. at í staðin fyri bert at vera hoyrings- og samráðingarpartnari í mun til lógarsmíð, so fæst øll heildin við, m.a. samspæl við aðrar lógir og týðningarmest av øllum: samspælið við fíggjarlógina. Hetta sipar aftur til avgerandi trupulleikan í samstarvinum millum land og kommunur, ið eisini Ragnar Joensen er inni á, at “Landspolitikkurin hevur førkað seg út á kommunalpolitikk ... Løgtingið flytur uppgávur út til kommunurnar at umsita, tvs. pengakassin hjá kommunum runt umkring blívur øgiliga lítil, og ofta blívur tað bara raksturin, tvs. pengarnir at spæla við eru øgiliga avmarkaðir.” (13) Við øðrum orðum stýrir landið í vaksandi mun útreiðslurnar hjá kommununum. Tey, ið hava fylgt við tilgongdini til útleggingina av eldraøkinum hava uttan iva lagt til merkis, at talan í stóran mun hevur verið um stríð um pengar. 

Vansin við at málsøki verða undirfíggjað er størst hjá kommunum, ið hava fíggjarliga trongt ræsarúm, meðan ríkari kommunur hava størri ræsarúm at gera íløgur og annað spennandi umframt at liva upp til tær lógarbundnu skyldur, ið landið hevur álagt teimum. Men allar kommunur hava eitt ynski um betri fíggjarligt ræsarúm borgarunum at gagni, og hetta kann millum annað tryggjast gjøgnum at kommurnar gera sína ávirkan galdandi beinleiðis á Løgtingi. Man kann eitt sindur polemiskt spyrja um tað ikki er sjálvsagt, at tá landið fær størri ávirkan á kommunurnar, so mugu kommunurnar eisini fáa størri ávirkan á landið.


Kommunalpolitiskur blokkur á Løgtingi?

Tað skal heldur ikki gloymast, at um knappliga ein stór mongd av borgarstjórum sita á tingi, so kunnu teir finna saman í ein tvørpolitiskan blokk um tey mál, ið hava við kommunur at gera. Í fleiri førum vil tað uttan iva vera soleiðis, at ynskið um at betra um korini hjá kommunum í summum førum vil viga líka tungt ella tyngri enn atlitini til politiska flokkin. Ragnar Joensen er inni á hesum, tá hann sigur, at “nøkur meina at [borgarstjórar] eru eitt sindur verri at fáa at ganga í takt, tí at teir tæna ofta lokalum áhugamálum eisini.” (10) Tvs. at tað kann gerast trupult at varðveita floksdisciplinina, eins og summir flokkar royna. Bert tíðin kann vísa um hetta fer at passa ella ei, men tað kann í hvussu er grundgevast fyri, at kommunalpolitikarar hava nøkur sterk felags áhugamál, ið ganga tvørtur um vanlig landspolitisk floksmørk. Undantikið Heðin Mortensen – ella tann til einhvørja tíð sitandi borgarstjóran í Tórshavnar kommunu – kann harumframt hugsast, at borgarstjórar hava áhuga í at mobilisera framvið skiljlinjuna “bygd og bý”, m.a. tá mál um niðurlegging ella niðurlaging av almennum stovnum í útjaðaranum stinga seg upp. Generelt uppsummerar Annika Olsen, landsstýriskvinna, alt hetta soleiðis: “Tað kann gerast trupult at reka landspolitikk um Løgtingið er mannað av borgarstjórum” (2), við øðrum orðum um kommunal áhugamál koma at fylla ov nógv á tingi.

Enn meiri áhugavert er sjónarmiðið hjá landsstýriskvinnuni um, at “ein borgarstjóri er jú fyri tað fyrsta fyrisitingarligi leiðari av kommununi. Hann er jú bæði politikari og embætismaður.” (3) Hetta er púra víst eitt áhugavert sjónarmið, tí borgarstjórarnir harvið koma at sita báðu megin borðið í fleiri støðum: so at siga bæði smíða lógirnar, fíggja tær og fremja tær í verki. Hinvegin kenna vit jú eisini hetta frá forholdinum millum landsstýrisfólk og Løgting, har landsstýrisfólk hava sera stórt vald innan lógarsmíð og fíggjarlógararbeiði, tó at hesi somu landsstýrisfólk skulu útinna lógirnar í verki. Mín fatan er, at landsstýriskvinnan Annika Olsen mest av øllum reagerar, tí hon ræðist eina støðu, har hon skal sita sum lús millum tvær negl, tá hon skal fremja í verki ópopulerar broytingar ella sparingar innan t.d. eldrarøkið – um hon væl at merkja heldur fram sum Almannamálaráðharri – livst so spyrst.


Vilja borgarstjórar forða fyri kommunusamanlegging?

Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur tó at enda eisini eina sera áhugaverda útsøgn, har hon metir, at “millum annað vissi okur skulu leggja kommunur saman í framtíðini, kann tað blíva eitt problem vissi tað er at tað sita 20 borgarstjórar í Løgtinginum, sum kanska hava sína egnu kommunu at taka hædd fyri og sín egna sess, sum teir skulu taka atlit at.” (5) Tíðin vil vísa, um borgarstjórar soleiðis fara at forða fyri kommunusamanleggingum. Undir øllum umstøðum er tað rætt, at um borgarstjórar eru valdir grundaðir á eina ávísa lokalpolitiska eind, so skuldu teir í fleiri førum havt áhuga í at varðveita hesa lokalu valdsbasu. Tí við eini samanlegging kunnu teir hugsast at detta niður ímillum í einari størri kommunu – tó at teir hinvegin eisini kunnu styrkja sína valdsbasu, sum tá fyrrverandi bygdaráðsformaðurin í lítlu Hvalvíkar kommunu gjørdist borgarstjóri í stóru Sunda kommunu.

Annika Olsen hevur nógv áhugaverd argument í innslagnum, tó eitt teirra er eitt heldur leyst skot frá hoftini: “Enda okur við kanska at hava 15 borgarstjórar í Løgtinginum, so er spurningurin um man ikki bara skal niðurleggja Løgtingið og hava eitt víðkað kommunustýri, tí so kunnu borgarstjórar jú bara stýra landinum ígjøgnum Løgtingið.” (7) Fyri tað fyrsta haldi eg, at hetta er ein yvirdramatisering av støðuni. So ógvuslig er avbjóðingin hóast alt ikki. Tó er nakað um tað, at lokalu áhugamálini onkursvegna kundu verið betri tryggjað enn tey eru í dag, møguliga fyri at óneyðuggera nógvu borgarstjórarnar á tingi. Hvønn veg skal farast? Aftur til okkurt slag av valdømum? Ella skal ávíst tal av tinglimum setast av til lokala umboðan? Undir øllum umstøðum áttu føroyingar at tikið eitt demokratiskt aðalkjak: hvat slag av demokratii vilja vit hava, elitudemokrati ella luttøkudemokrati – ella okkurt harímillum.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
á Kirkju, 12. August 2015

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...