Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2016

Undirvísingartilfar á veg inn í eina Internetøld

Prentað í Miðnámsrit 1, 2016
Grein skrivað út frá notatum frá heiðursfyrilestri á fyrilestrarøðini “.fo  20 ár”hildin fyri Petur Zachariassen, fyrrverandi lektara á Fróðskaparsetrinum 23. januar 2015
Eitt tað økið, ið hevur upplivað størstar avleiðingar av kunningartøkniligu menningini er útbúgvingargeirin. Hendan greinin vísir á nøkur rák, ið hava verið í samspælinum millum Internetið og undirvísing seinastu áratíggjuni. Í fyrstuni varð teldan roknað sum eitt slag av framkomnari skrivimaskinu, men tá Internetið gjørdist alsamt meiri útbreitt, byrjaði samskiftið spakuliga at fara fram á Netinum, og kundi í ávísan mun loysa ymisku “vitanar-aktørarnar” úr tíð og stað. Við tíðini er Internetið vorðið alramannaogn, og tað er vorðið alsamt skjótari og meiri álítandi sum árini eru farin. Nú á døgum eru ikki einans vitanar-aktørarnir partvíst leysrivnir frá tíð og stað, men sjálv vitanin er í stóran mun vorðin nærum universelt atkomilig. Við tøkniligu menningini er vorðið alsamt truplari at f…