Tuesday, March 1, 2016

Undirvísingartilfar á veg inn í eina Internetøld

Prentað í Miðnámsrit 1, 2016

Grein skrivað út frá notatum frá heiðursfyrilestri á fyrilestrarøðini “.fo  20 ár” hildin fyri Petur Zachariassen, fyrrverandi lektara á Fróðskaparsetrinum 23. januar 2015

Eitt tað økið, ið hevur upplivað størstar avleiðingar av kunningartøkniligu menningini er útbúgvingargeirin. Hendan greinin vísir á nøkur rák, ið hava verið í samspælinum millum Internetið og undirvísing seinastu áratíggjuni. Í fyrstuni varð teldan roknað sum eitt slag av framkomnari skrivimaskinu, men tá Internetið gjørdist alsamt meiri útbreitt, byrjaði samskiftið spakuliga at fara fram á Netinum, og kundi í ávísan mun loysa ymisku “vitanar-aktørarnar” úr tíð og stað. Við tíðini er Internetið vorðið alramannaogn, og tað er vorðið alsamt skjótari og meiri álítandi sum árini eru farin. Nú á døgum eru ikki einans vitanar-aktørarnir partvíst leysrivnir frá tíð og stað, men sjálv vitanin er í stóran mun vorðin nærum universelt atkomilig.
Við tøkniligu menningini er vorðið alsamt truplari at fasthalda “góðu gomlu” undirvísingina við talvu, kriti, blokkum og blýantum. Tó at tað skal sigast, at ymiskar vitanargreinar hava ymisk tekstasløg og ymisk vitanarformat og harvið í ymiskan mun gleði av nýggjari tøkni, so eru øll fak onkursvegna ávirkað av internetgerðini. T.d. er Internetið ein fongur fyri empiriskt tung fak sum t.d. samfelagsfrøði, ið allatíðina tekur nýtt og aktuelt tilfar inn í undirvísingina, m.a. hagtøl. Eisini er Internetið ein fongur fyri datatung fak sum t.d. geografi, ið kann fáa stóra gleði av t.d. at fáa nýggj, interaktiv data sýnd á grafiskt hentar og dynamiskar hættir. Eisini eru nógv fak, ið hava stóra gleði av filmum og visualiseringum, ið eru at finna á ymiskum videotænastum. Men øll fak hava harumframt ein fyrimun av, at tað er lættari, skjótari og bíligari at fáa fatur í tekstum og tilfari um alt millum himmal á jørð, heldur enn at skula nýta tunga, seina og dýra papírið. Tað er eyðsýnt, at fyrimunirnir við Internetinum eru risastórir.

Hóttanir og avbjóðingar við Internetinum
Tó skal ein ikki óttast at viðurkenna, at tað eisini eru fleiri hóttanir ella “avbjóðingar” við hesi menning. Fyri tað fyrsta er Internetið fult av skrambli, ið kann gera tað trupult at finna fram til nøktandi informatiónir, ja í nógvum førum vilja næmingar illa duga at skilja millum skitt og kanel. Fyri tað næsta er avskrift vorðin lættari, tí til ber nú beinleiðis at copy-paste’a tilfar, kanska umskriva tað eitt sindur og síðani lata tað inn. At fyribyrgja hesum roynir man seg við ymiskum avdúkingarskipanum, ið skulu avdúka svikið og vónandi ræða næmingar frá at skriva av.  Fyri tað triðja er Internetið ein stór distraktiónskelda, ið lættliga kann fáa næmingar at missa fokus og harvið taka virðismikla tíð burtur frá tí læringini, ið er løgd til rættis. Serliga nú socialu miðlarnir hava fingið fastatøkur á fólki, er Internetið fyri summi vorðið nærum eitt rúsevni, ið fólk illa megna at halda seg frá longri tíð í senn. Tað skilst, at hetta ikki bert er ein trupulleiki á fólkaskúla- og miðnámsstøði, men eisini á universitetsstøði. Ringu vanarnir forplanta seg so at siga upp gjøgnum skipanina. Tað er so nógv vitan at fara eftir, at tað kann vera trupult at fordjúpa seg í ávísum tilfari. Men enn sum áður hevur tað týðning fyri læring, at man megnar at fokusera á tað man ger og ikki lata seg stýra av teimum bráðfeingis stuttleikum, ið munnu stinga seg upp úr Internetsugguni hvønn einansta dag. Serliga socialu miðlarnir kunnu vera órógvandi, tá man knappliga stendur fastur í einari vitanargjógv og valið stendur millum at arbeiða eitt sindur harðari ella at gera yvirspringshandlingar á einum socialum miðli.

Frá hierarkiskari til netverksgjørda vitan
Men Internetið er her, og tað hevur broytt vitanarsamfelagið fullkomiliga, um ein vil tað ella ei. Hóast tað helst hevur verið ein (mis)fatan av, at vitan hevur verið nakað avmarkað, ið kundi skrivast niður í bøkur og setast upp á hyllar, so heldur hendan fatan í alsamt minni mun. Vitanin uppstendur jú eisini í samskiftinum um vitanina, og her hava bøkur, greinar o.a. gaman í stóran týðning sum vitanarlig hjálpartól. Við Internetinum er vitanarliga samskiftið tó vorðið meiri differentierað: Formligir og óformligir vitanarformar hava funnið ein heilt nýggjan dynamikk, ið eisini bjóða gomlu fatanini av autoritativari vitan av. Hendan gamla fatan einfaldgjørdi á ein hátt leiklutin hjá lærarum, tí teir kundu hava relativt treytaleyst álit á tilfarið teir brúktu. Eisini kundu teir uppbyggja ein autoritet kring bøkur, ið tað var trupult at seta spurnatekin við, hóast langt frá alt, ið kom á innbundið prent hevði nøktandi dygd. Við Internetinum er hesin møguleikin farin. Bókabundin autoritetur tykist í besta føri gamaldags, í ringasta føri irrelevantur. Vitanaroligopolið og vitanarhierarkiið eru brotin, og dygdin á einum lærara má nú mátast eftir heilt nýggjum mátistokkum. Í føroysku miðnámsskipanini sæst hetta aftur í ígongdverandi skiftinum frá kunnleikagrundaðari til førleikagrundaða undirvísing, ið m.a. er orðað í námsætlanunum.  
Hóast tað ivaleyst bæði eru ein generatiónsgjógv og ein faklig gjógv millum tey, ið síggja flestar fyrimunir og flestar vansar við Internetinum, so er Internetið komið fyri at vera. Tað skulu avbera sterkir og ódemokratiskir máttir til at temja Internetið, so tað verður neyvan gjørt í nærmastu framtíð. Undir øllum umstøðum sleppa vit ikki undan, at vitan ei longur kann skiljast sum ein “hierarkisk” tilgongd, har vitanin verður framleidd av professarum og lektarum, síðani didaktiserað av lærubókahøvundum og ritstjórum, pedagogiskt-praktiserað av lærarum fyri síðani at verða tikin til sín av næmingum og studentum. Hendan hierarkiska vitanarfatanin var uttan iva røtt í “nationalu” øldini, ið 20. øld í stóran mun var. Tað vóru effektivir skrankar millum lond og mentanir, og tískil hendi altjóða vitanarliga samskiftið í stóran mun millum elitur, ið síðani lótu vitanina seyra í hóskandi dosum niður gjøgnum samfelagið.
Hendan fatan gevur lítla meining longur, tó at nógv uttan iva lata sum um at hetta framvegis er veruleikin. Tey gloyma (ella vilja ikki síggja), at við Internetinum er vitanin ei longur bert hierarkisk, men eisini netverksgjørd. Onkur vildi enntá sagt, at vitanin er vorðin “demokratiserað”. Tað ber ikki longur til hjá elitunum at kontrollera hvat fólk lesa, síggja og hoyra. Nú velja fólk í størri mun sjálvi teirra vitan burtur úr rúgvuni, tó at nógv framhaldadi styðja seg at nationala vitanar-hierarkinum – tí tey eru uppald við tí og von við tað. Tó so, her er eisini í stóran mun ein generatiónsgjógv, og vilja tey ungu – tey “Internet-innføddu” – í alsamt størri mun fáa sína vitan gjøgnum síni ymisk socialu netverk.
Tað eru bæði fyrimunir og vansar knýttir at hesum. At vit hava eitt nærum óendaligt hav av vitanartilboðum er í sjálvum sær fantastiskt. Men umvent: jú størri havið verður, tess truplari verður at navigera í tí. Tá verður lætt antin at drukna í mongdini ella bara lata fakliga órelevantar ella enntá fakliga “sjónarhornsavmarkandi” socialar strukturar stýra hvønn veg man ferðast í informatiónshavinum. Tíðirnar tá útvarpstíðindi ella forsíðan á Dimmu kundu skapa eina felags referansurammu eru farnar. Uppgávan er ikki bert vorðin trupul hjá næminginum, men sanniliga eisini hjá lærarunum. Ei undur í, at nógvir lærarar droyma seg aftur í farnar tíðir, tá vitanin var greiðari strukturerað, meiri haldfør, meiri álítandi og minni ivaskapandi. Bæði lærarar og næmingar hava tørv á heilt nýggjum vitanarførleikum nú í mun til áðrenn Internetið. At navigera í kaos, at sýna keldukritikk, at velja vinklar o.s.fr. eru alt vorðnir førleikar, ið professionelli Internet-brúkarin skal duga. Hesum fáa næmingar og studentar sanniliga eisini brúk fyri í sínum framtíðar lívi. Eisini hevur tað týðning ikki at sveima burtur í óendaligu vitanarmongdini, men at vera málrættaður í mun til hvørja vitan man ynskir sær og hvussu formatið skal vera. Í hesum viðfangi skal eisini nevnast, at bókasavnsfunktiónin av røttum átti at verið umskipað fullkomiliga, soleiðis at bókavørðar í størstan mun høvdu sum uppgávu at hjálpa næmingum og borgarum annars at navigera í stóra og buldrasliga vitanarhavinum – um ikki annað so innan ávís fakøki. Men eins og hjá undirvísarunum halta eisini Internet-førleikarnir hjá bókavørðunum, eins og reaktioner tankagongd eisini ger seg galdandi – bæði millum undirvísarar og bókavørðar.

Frá kunnleikaorienteraðari til førleikaorienteraða undirvísing
Fyri at uppsummera. Vit tosa um nógvar ymiskar avleiðingar av Internetinum. 1) Vitanar-aktørarnir verða leysrivnir úr tíð og staði, 2) vitanin verður leysrivin úr tíð og staði, 3) tað hendir ein avhierarkisering og ein netverksgerð av vitan, 4) tað krevjast nýggir førleikar at navigera í vitanar-havinum. Mangt annað kundi verið nevnt, men eg fari at enda hesa grein við einum poengi, ið kann knýtast til áðurnevndu vitanar-navigatiónina.
Tað er í løtuni eitt skisma innan undirvísingarheimin millum a) at nýta Internetið sum vitanar-framløguamboð og b) at nýta Internetið sum vitanar-viðgerðaramboð. Hetta er fyri so vítt galdandi fyri øll “KST-amboð” sum heild, men eg vil her leggja fokus á Internetið.
Sum heild er føroyska skúlaskipanina í einari broytingartíð, ið m.a. snýr seg um eitt paradigmuskifti frá kunnleika-orienteraðari vitan til førleika-orienteraða vitan. Ella sagt við øðrum orðum: frá einari víðarigevandi og endurgevandi fatan av vitan til eina viðgerandi og skapandi fatan av vitan. Vitan er ikki bara nakað, ið “er har”, ið kann uppsummerast og skrivast inn í eina bók. Vitanin verður alsamt minni statisk og alsamt meiri dynamisk. Hetta merkir, at tað er minni áhugavert at minnast konkret ting, ið avoldast skjótt, men týðandi at hava førleikarnar at finna fram til neyðugu vitanina og seta hana saman á nýggjar hættir. Tað er tú sjálvur, ið skalt duga at skapa vitan, um tú ætlar tær at gerast eitt aktiv í vitanarsamfelagnum. Tískil skalt tú ogna tær tey amboð, ið skulu til fyri at viðgera og skapa vitanina. Tað serliga er her, at í alsamt størri mun liggja slík amboð á Internetinum. Internetið er fult at vitan og data, men tað nýggja er, at tað finnast alsamt fleiri amboð, ið kunnu viðgera hesi data interaktivt. Hetta er bæði eitt professionelt rák, men sanniliga eisini eitt undirvísingarligt rák. Frá at Internetið er eitt samskiftisamboð, har til ber at deila og finna tilfar, verður Internetið í alsamt størri mun ein fyritreyt fyri at kunna viðgera tilfar. Ikki bara verður okkara faktuella vitan flutt úr bókum og út á Internetið. Eisini verða okkara førleikavitan flutt út á Internetið.
Hetta merkir, at vitanin ikki longur bert er leysrivin frá tíð og staði, men at sjálvt platformarnir til viðgerð av tilfari nú eru leysrivnir frá tíð og staði og nú gera tað, at sjálvir vitanarmiðdeplarnir upploysast og fyribrigdi sum fjarlestur gerst eitt reelt og breitt góðtikið alternativ til staðbundna undirvísing. Hetta kann so sigast at vera ein 5. boðskapur í hesi grein: vitanarplatformarnir leysrívast úr tíð og stað.

Myndugleikarnir eru eftirbátar í mun til tøkniligu menningina
Hetta er við at gerast ein didaktiskur og pedagogiskt-praktiskur trupulleiki, tí lógarverkið og umsitingin tykjast tvørliga vilja fylgja við menningini innan útbúgvingarheimin. Alsamt meiri tilfar kann einans nýtast á Internetinum, men myndugleikarnir tykjast framvegis ímynda sær, at tilfar á Netinum í grundini bert er “digitaliserað papírtilfar”, og at Internetið mest av øllum er eitt skjótt og bíligt “posthús”. Við øðrum orðum er nógv av undirvísingartilfarinum, ið verður nýtt nú á døgum ikki møguligt at nýta til próvtøkur, har Internetið ikki er loyvt. Við øðrum orðum er eitt langt lop millum intentiónirnar í nýggju námsætlanunum og galdandi regluverk, tó at batar eru. Harumframt hevur tað verið ein trekleiki í menningini av LMS-skipanum, ið eisini hevur havt afturhaldandi virknað.
Og hetta lopið vil trygt men spakuliga menna seg til eina gjógv millum tann sera konservativa vitanarhugburðin frá landins myndugleikum og skúlanna leiðslum og tann alsamt broytandi veruleikan, ið skúlarnir førka seg inn í. Tó so, batar eru at hóma, tó at tað gongur striltið og nógvar kreftir framvegis mótarbeiða rákinum, kanska serliga av ótta fyri avskrifts- og distraktiónstrupulleikarnar, ið standast av Internetinum. Men næmingar mugu læra at orientera seg í vitanarhavinum, og hvussu skulu teir tað, um teir ikki fáa høvi at venja seg at navigera trygt um Internetsins brot og vandasker?  Ella við øðrum orðum: vit mugu skipa undirvísing, ið leggur upp til “21. aldar førleikar” (21st century skills).

Sámal Matras Kristiansen,
limur í m.a. KT-nevndini og Pedagogisku nevnd í Hoydølum

p.s. Las herfyri eina áhugaverda grein í Skúlablaðnum (nr. 1/2016, p.17), har Sugata Mitra, professari í undirvísingartøkni orðar seg soleðis: “Um vit vilja broyta mátan, lærarar undirvísa upp á, mugu vit fyrst broyta próvtøkurnar. Tá ið próvtøkuhættirnir verða broyttir, broytist undirvisingin av sær sjálvum. Smáar broytingar mugu gerast í próvtøkuskipanini fyri at skumpa restina av undirvísingarskipanini rætta vegin.” Aðrastaðni í sama blaði (p.15) er onnur grein um KT í undirvísingini, har Rói Joensen og Sigfríður Sólsker skriva soleiðis: “KT ger tað lættari hjá næmingunum at samskifta, granska, vitanardeila og skapa, og tað verður lættari hja læraranum at næmingatillaga undirvísingina við at brúka KT, men tað er eisini umráðandi at broyta undirvísingina, so hon miðar ímóti at læra næmingarnar framtíðar førleikar. Uppgávan hjá læraranum er at hjálpa næmingunum at gerast kritiskir og refleksivir teinkjarar.”

p.p.s. Eg vil umframt hesa greinina viðmæla aðrar greinar um líknandi evni, ið liggja á mínum bloggi “Sámalsa bókasavn”. Skrivið yvirskriftirnar inn í eina leitimaskinu, so finna tit tær lættliga.
-          Talgilt undirvísingartilfar til talgilda veruleikan
-          Samvirknar talvur – men hvussu tá samvirknar?
-          Nýtt heimatlas misjavnt í góðsku og relevansi
-          Kritikk av føroysku sektiónini í nýggja atlasinum


1 comment:

Pablo (yo) said...

Great blog!!

If you like, come back and visit mine:
http://albumdeestampillas.blogspot.com

I would really like to receive a visit from your country!

Thanks,
Pablo from Argentina

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...