Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2017

Hoydalar – sjálvandi fríøki alt sum tað er

Um nøkur ár verður einki studentaskúlavirksemi longur í Hoydølum. Tí verður spurt hvat økið skal nýtast til framyvir.
Talan er um eitt tað virðismesta økið í øllum landinum, og sum vera man er stórt trýst at sleppa at nýta hetta økið til eitthvørt vinnuligt ella alment virksemi. Tó, í síðsta enda vil hetta økið hava allarstørst virði, um tað ikkiverður fylt við arbeiðsplássum. Jú minni arbeiði, tess betri rúm fyri frítíðaraktivitetum og natúrupplivingum. Økið liggur mitt millum Tórshavn og Hoyvík, so tíggjutúsundtals fólk vilja fáa ágóðan av hesum øki.
Mín áheitan á havnarfólk skal tí vera: verið djørv og latið ikki Hoydalar – hvørki Ovaru, Mið- ella Niðaru Hoydalar (mis)nýtast til arbeiðspláss. Tað er tørvur á hesum stóra, relativt óbrotna, fríøkinum millum Føroya størsta og skjótt næststørsta bústaðaøki. Og hesi bústaðaøki hava uppiborið tann mikla ”positiva eksternalitetin”, ið eitt slíkt fríøki vil viðføra. Hetta skapar í síðsta enda nógv størri ágóða fyri bústaðaøkini enn onku…