Skip to main content

Hoydalar – sjálvandi fríøki alt sum tað er

Um nøkur ár verður einki studentaskúlavirksemi longur í Hoydølum. Tí verður spurt hvat økið skal nýtast til framyvir.

Talan er um eitt tað virðismesta økið í øllum landinum, og sum vera man er stórt trýst at sleppa at nýta hetta økið til eitthvørt vinnuligt ella alment virksemi. Tó, í síðsta enda vil hetta økið hava allarstørst virði, um tað ikkiverður fylt við arbeiðsplássum. Jú minni arbeiði, tess betri rúm fyri frítíðaraktivitetum og natúrupplivingum. Økið liggur mitt millum Tórshavn og Hoyvík, so tíggjutúsundtals fólk vilja fáa ágóðan av hesum øki.

Mín áheitan á havnarfólk skal tí vera: verið djørv og latið ikki Hoydalar – hvørki Ovaru, Mið- ella Niðaru Hoydalar (mis)nýtast til arbeiðspláss. Tað er tørvur á hesum stóra, relativt óbrotna, fríøkinum millum Føroya størsta og skjótt næststørsta bústaðaøki. Og hesi bústaðaøki hava uppiborið tann mikla ”positiva eksternalitetin”, ið eitt slíkt fríøki vil viðføra. Hetta skapar í síðsta enda nógv størri ágóða fyri bústaðaøkini enn onkur hissini arbeiðspláss. Arbeiðsplássini kunnu lættliga leggjast onkra aðrastaðni, men Hoydalar er eitt eindømi.

Latið ikki peningaligan løtuvinning tøla, men hugsið um tey komandi 20, 50, 100 árini.

Sámal Matras Kristiansen,

samfelagsfrøðingur


(Sent Sosialinum og Mentamálaráðnum)

Grein á In.fo við støði í brævinum: http://www.in.fo/news-detail/latid-vera-vid-at-misnyta-hoydalar/

Comments

Popular posts from this blog

Er Kommunuvalskipanin nøktandi?

Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum, ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Hendan greinin snýr seg ikki um hvørt hesir listar hava uppiborið teirra nývunna absolutta meiriluta, tí tað hava teir, tí soleiðis er vallógin. Men hvat er tað nú lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað …

Føroyskur politikkur – moralpolitikkur

Føroyskur politikkur hevur søguliga verið lýstur við tveium ásum: vinstra/høgra og loysing/samband. Men seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um, at vit nú byrja at síggja enn ein “etiskan” ás í føroyska politiska landslagnum, ið meiri byggir á moralskar spurningar enn á konkret valdsforhold og ræðisrætt á málsøkjum.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

Ein “etiskur ásí” er í ávísan mun við at taka skap í føroyskum politikki. Moralur fyllir alsamt meiri í politiska landslagnum, og her er í seinastuni komið til skarpskeringar millum “moralkonservativ” og “moralprogressiv”, m.a. í víðagitna málinum um §266b. Tó er tað serliga tann konservativi (serliga religiøst-konservativi) bógvurin, ið hevur trinið inn á politiska landslagið, meðan tað saknast eitt "progressivt" alternativ.

Í Danmørk finst ein slíkur etiskur ási, har Dansk Folkeparti tekur at kalla somu
fremmandra- og framburðs-ivasomu støðu sum Miðflokkurin í Føroyum (tó er DF nationalt-konservativur, meðan MF er reli…

Útlendskar kvinnur í Føroyum - ein javnstøðutrupulleiki – og –møguleiki

Grein við støði í framløgu fyri Javnstøðunevndina á Fólkafundinum í Hoyvíkar skúla 21. Sept. 2012.
Føroyingar hava søguliga ikki havt serliga nógvar útlendingar, um sæð verður burtur frá dønum, ið hava búsett seg í Føroyum. Útlendingur skal vanliga skiljast sum ein, ið er føddur aðrastaðni enn í Føroyum, men í hesi greinini viðgeri eg einans útlendingar frá ikki-Norðurlondum.
Rákið seinastu árini hevur verið, at tað koma alsamt fleiri útlendskar kvinnur til Føroya, og hesar eru nú við at verða ein týðandi samfelagsbólkur í ymiskum pørtum av landinum. Vit vita sera lítið um tær, men í stóran mun verða tær giftar við føroyskum monnum. Til ber at siga, at fráflytandi føroysku kvinnurnar skapa eitt tómrúm, ið í ávísan mun verður fylt av hesum útlendskum kvinnum.
Hvar koma útlendingarnir so frá? Við fyriliti fyri, at hagtølini tíverri eru sera ófullfíggjað, hómast tó nøkur mynstur. Flestu útlendingar koma frá “Europa annars”, tvs. Europa uttan Norðurlond, og her eru menn í yvirtali seinnu…