Thursday, June 15, 2017

Stríðið millum ídnaðar- og bústaðaøki

Tungoljuroykur í Fuglafirði og Runavík. Skipasmiðuhøll á Skála. Bingjuhavn í Tórshavn. Stóreldur á Tvøroyri. Dømini um óhepnar avleiðingar av ídnaðarstaðseting eru nógvar í hesum tíðum.

Fyri nøkrum árum síðani var mikið kjak um staðsetingina av Varðanum Pelagic mitt á Tvøroyri. Hetta er ein óheppin staðseting – av fleiri ymiskum orsøkum – og fingu vit eina av meiri ekstremu orsøkunum at sanna við eldsbrunanum í farnu viku. Tað eru øgiliga nógv viðurskifti, ið gera, at tað standast trupulleikar av at staðseta tungan ídnað somu støð sum búseting, summi ógvusligari enn onnur.

Mest upplagdi trupulleikin er luftdálking, men eisini onnur umhvørvisdálking fer fram, m.a. av sjógvi, áum og lendi. Bæði frá virkjum, skipum og akførum standast nógvir trupulleikar, ið í ringasta føri kunnu føra við sær umhvørvis- og heilsutrupulleikar. Umframt hetta fer fram ein ógvuslig ljóðdálking, eins og tað kann henda ein ”estetisk dálking” við at áður vøkur støð missa ein stóran part av sínum vakurleika. Yvirskipa missa støðini part av sínum ”ameniteti”, ið tað kallast á búskaparmáli.

Yvirskipað má tó sigast, at talan ikki bert er um ”objektivar” trupulleikar, men eisini um upplivaðar trupulleikar. ”Amenitets-preferansurnar” eru jú ymiskar” Tolsemið hjá ymiskum borgarum í mun til ídnað er sostatt sera ymiskt, og uttan iva er mentanin eisini ymisk ymsastaðni í landinum. Tó er tað ikki rætt framhaldandi at lata hetta evnið vera tabuiserað, soleiðis at fólk noyðast at kenna seg sum ”framburðssvíkjarar” við at hava eina kritiska støðu mótvegis ídnaðinum.

Eg havi sjálvur havt samband við fleiri fólk, ið als ikki tora at siga sína meining um hetta, tí tey óttast avleiðingarnar, t.d. hevnd frá vinnulívsfólki ella kommunalpolitikarum.



Frá ídnaðarsamfelag til tænastusamfelag

Tað er rætt, sum fleiri føra fram, at nógvar av føroysku bygdunum og býunum upprunaliga eru bygdar kring ídnaðarkent vinnulív. Vinnulívið hevur skapað arbeiði, ið hevur fingið bygdirnar at vaksa frá lítlari landbúnaðarbygd til størri ídnaðarbygd.

Nú á døgum miðsavnast fólk heldur kring tænastuvinnur, bæði tí flestu størvini eru innan hesar vinnur (sí talvu), men eisini tí eitt gott lív nú á døgum ikki bert snýr seg um arbeiði og inntøkur, men eisini um gagnnýtslu av almennum og privatum tænastuveitingum. Eisini er lutfallið millum materiella og immateriella vælferð í broyting sum avleiðing av hesum samfelagsbroytingum.

Umframt hetta er tað vorðið lættari at flyta seg runt í býum og kring landið við bilum, bussum og øðrum akførum, soleiðis at ein lættliga kann búgva fleiri kilometrar frá arbeiðsplássinum.

Tað er snøgt sagt hend ein avgerandi broyting í búsetingartankagongdini. Tað eru ei longur líka eyðsýndir fyrimunir við at búgva so nær við ídnaðarvirkið sum gjørligt. Heldur eru tað onnur viðurskifti, ið draga.










Positivir og negativir eksternalitetir

Somuleiðis kann nevnast, at ein bústaður eisini er ein strategisk fíggjarlig íløga, og ikki bert einhvør nýtsluíløga. Bústaðurin er lívsíløgan hjá flestum húsarhaldum og stóri dreymurin hjá nógvum húsarhaldum. Bústaðurin er bæði fíggjarliga og kensluliga nakað av tí týdningarmesta, ið landið hevur at bjóða sínum borgarum. Hetta er ikki bert okkurt tilvildarligt stað, men tað týdningarmesta staðið í lívinum hjá flestu føroyingum.

Eitt bústaðarøki er ikki bert eins egna hús, men alt grannalagið, øll bygdin, ja alt umhvørvið, ið umfevnir bústaðin. Góðskan av bústaðinum er sostatt eisini ein spurningur um t.d. umhvørvisligan vakurleika, mentanararv, socialt umhvørvi, atkomuleika, ítróttar- og fríøki, privatar tænastur, almennar tænastur o.s.fr. Øll hesi viðurskifti eru við til at gera bústaðið til eitt gott stað at búgva. Hetta eru alt sokallaðir ”positivir eksternalitetir”, ið geva tínum egna bústaði eitt hægri virði – fyrst og fremst fyri tey, ið har búgva, men sanniliga eisini fyri onnur. Ikki minst vilja framtíðar bústaðarkeyparar hyggja væl eftir hvørjir eksternalitetir eru kring bústaðin, ið stendur til sølu.

Í hesum viðfangi eru eisini viðurskifti, ið kunnu bólkast sum ”negativir eksternalitetir”. Eitt larmandi ella dálkandi virki, ein vegur við nógvari, tungari ferðslu, larmandi og dálkandi skip. Dømini eru nógv, og sjálvandi kann t.d. landbúnaður eisini upplivast sum negativur eksternalitetur fyri nógv. Tó kann landbúnaður illa miðsavnast, av tí at lendið er avgerandi framleiðslufaktorur fyri hesa vinnugrein.



Miðsavnið ídnað og annað dálkandi virksemi!

Hinvegin kann ídnaður og ídnaðarkent virksemi í nógv størri mun miðsavnast heldur enn at spjaðast tilvildarliga kring um í kommununum. At miðsavna ídnað er í stóran mun tað sama sum at miðsavna dálkingina. Tú fært kanska ikki minni samlaða dálking, men tú savnar dálkingina, soleiðis at hon rakar færri. Eisini er tá lættari og bíligari at gera skipanir, ið kunnu savna inn dálkandi avleiðingar av virkseminum.

Føroyskar kommunur áttu at verið betri til at miðsavna dálkingina á so fá øki sum gjørligt. Tað ræður um at taka avgerð um hvørji øki man vil ”ofra” á vinnulívsaltarinum, meðan man hinvegin eisini skal taka avgerðir um hvørji øki hava slíkan natúrligan vakurleika ella slík søgulig virði, at tey ikki mugu ávirkast ov nógv av ídnaðinum. Tað sigur seg sjálvt, at tað vil ongantíð vera full semja um júst hvørji øki eru ”minst verd” og tí kunnu ídnaðargerast, men tað ber til at debattera seg fram til hetta. Eisini er tað ein sannroynd, at summi øki longu eru sera ídnaðargjørd og at tað tískil kann vera skilagott at halda fram í sama spori.

Undir øllum umstøðum eigur man at skilja, at tað ikki er rætt at menna ídnaðarøki og bústaðaøki upp at hvørjum øðrum. Hesi eiga at skiljast sundur í tann mun tað er gjørligt. Spjadda búsetingin í Føroyum ger sjálvandi, at hetta ikki altíð ber til, men til ber at finna tær ”minst ringu” staðsetingarnar. Sum dømi kann nevnast, at Klaksvíkar kommuna hevur flutt nógv av tyngsta vinnulívinum norður í Ánirnar, har fá fólk búgva. Tórshavnar kommuna hevur flutt nógv av tyngsta vinnulívinum norður í Kollafjørð, ið hóast alt er minni tætt bygdur enn Tórshavn sjálv. Tað er sjálvandi eisini syrgiligt, at økini sunnanvert á Kaldbaksfirði í so stóran mun verða nýtt til dálkandi virksemi, men umvent: nú hevur Tórshavnar kommuna valt tað økið til endamálið, og tá er frægari at halda fram á sama øki heldur enn eisini at dálka onnur øki.



Hugsið um bústaðaøkini og børnini

Flestu teirra, ið sita og taka avgerðir í Føroyum í dag, eru uppvaksin í ídnaðarsamfelagnum og hava sostatt nøkur ídnaðarsamfelagslig virði, ið stýra teirra avgerðartøku. Hetta er væl skiljandi, og harumframt er lættari at byggja víðari á tey planleggingarmynstur, ið fyri eru slóðað.

Hesi eldru ættarliðini tykjast tó ikki skilja, at samfelagið er í miklari broyting og í grundini longu hevur ment seg frá einum ídnaðarsamfelagi til eitt tænastuvinnusamfelag. Alsamt færri arbeiða innan ídnað, meðan alsamt fleiri arbeiða innan tænastuvinnur. Við tíðini hevur hetta ið sær, at íðnaðarsamfelagsligu virðini fána og nýggj virði taka yvir. Hetta fær eisini avleiðingar fyri okkara virðisgrundarlag, soleiðis skilt, at vit fara at seta prís á onnur viðurskifti enn okkara forfedrar gjørdu. Lívið snúði seg í landbúnaðar-, fiskivinnu- og ídnaðarsamfelagnum um at lívbjarga sær og skapa sær og sínum eina trygga tilveru. Í dag liva vit hinvegin í einum samfelagi við yvirflóð av vørum, og tó kenna vit stundum á okkum, at okkum vantar okkurt í tilveruni.

Vit kunnu vænta, at framtíðar ættarlið – tey, ið eru børn í dag og teirra børn – fara at hava nøkur heilt onnur virði enn tey, ið sita við valdið í dag. Framtíðar ættarlið skulu eisini hava góð støð at búgva, ið hóska til teirra tørvir, væntanir og dreymar. Vit eiga tí ikki bert at hugsa um nútíðar bráðfeingisinntøkur, men eisini um framtíðina, tá vit planleggja bústaðar- og ídnaðarøki.

Vert er eisini at hava í huga, at bústaðaøki kunnu menna seg áratíggju ella øldir fram í tíðina. Ídnaðarøki eru hinvegin íløgur, ið tæna ár ella áratíggju fram. Við tíðini vil búskapurin broytast og gomlu vinnuøkini verða ónýtilig. Tey vilja síðani kanska forfella og standa eftir sum rustaðar toftir, ið ikki kunnu nýtast til stórvegis. Umvent gomlu bygningarnar frá einahandilstíðini og slupptíðini, ið framhaldandi kunnu nýtast til onnur – til dømis mentanarlig – endamál, ber illa til at nýta nútíðar ídnaðarøki til nógv onnur endamál uttan so at stórar ábøtur verða gjørdar.

Fyri at seta tað eitt sindur skarpt upp, so eiga vit ikki at ofra langtíðarvælferðina hjá borgarunum fyri stutttíðar inntøkumøguleikarnar hjá fyritøkunum. Tað er ikki altíð, at treytaleysur her-og-nú vøkstur er tað besta. Øgiliga nógv øki í landinum hava gjøgnum árini fingið ólekjandi sár av at gravkýr og dymamittstengur sluppu at liva sítt egna lív. Vøkur øki eru løtt at oyðileggja, men sera trupul – ja ofta ógjørlig – at fáa aftur til høldar.


Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur

(Prentað sum tíðargrein í Sosialinum 15. juni 2017) 



No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...