Thursday, July 20, 2017

Tórshavn til turistarnar

Føroyar hava hesi seinastu árini upplivað ein stóran vøkstur innan ferðavinnu, og líkt er til, at hesin vøkstur fer at halda fram. Politikarar og vinnulívsfólk fegnast sum vera man um øktu inntøkurnar, men gloymast skal ikki, at ferðavinnan eisini hevur kostnaðir við sær.

Kostnaðurin hevur higartil verið mest eyðsýndur á bráðvøkrum smáplássum sum Mykinesi og Saksun, har ferðafólkini hava víst seg at gerast ein plága fyri hesi smáu og viðbreknu pláss.

Tó, fer vøksturin innan ferðavinnuna at halda fram ótálmaður, kann hetta eisini fáa aðrar avleiðingar, ið vit neyvan eru so fegin um.


Ein søga úr Riga

Eri í løtuni staddur í lettiska høvuðsstaðnum Riga. Hetta er sum vera man ein søgu- og mentanarríkur býur, ið minnir meg merkisvert nógv um Keypmannahavn. Hesir býir hava eisini líknandi søgu og aldur.

Fyrsta dagin ein gongur gjøgnum býin letur ein seg sum vera man bergtaka av vøkru, søguligu bygningunum, torgunum og kirkjunum. Riga er av sonnum ein vakur og væl røktur býur.

Annan dagin byrjar ein tó at hugsa meiri samfelagskritiskt um støðuna í býnum. Hyggur tú teg um, eru nærum bert ferðafólk og eingir lettar í miðbýnum, undantikið teir, ið arbeiða í handlunum og matstovunum. Prísstøðið í miðbýnum er eisini avbera høgt og neyvan nakað vanligir lettar hava serliga væl ráð til.

Somuleiðis kann observerast, at tað nærum einans eru ferðafólkamatstovur og handlar, ið selja lutir og pløgg til ferðafólk í miðbýnum. Onkur Narvesen-kiosk kann finnast, men annars er nærum alt handilslívið rættað eksklusivt móti ferðafólkunum.

Verður kannað nærri eftir, verða eisini sera nógvir av bústøðunum í miðbýnum leigaðir út til ferðafólk gjøgnum tænastur sum t.d. Airbnb. Rákið við at ferðafólk trýsta lokalu íbúgvarnar út úr miðbýnunum og trýsta bústaðarprísirnar upp er kent kring um í Europa, og Riga er einki undantak.

Ikki fyrr enn ein kemur út um miðjuna av Riga kemur man út í eitt samfelag við lokalum menniskjum, handlum og tænastum. Her er framvegis møguleiki at uppliva nakað av teirri fólkasál, ið annars er kliniskt útruddað ella handilsgjørd inni í miðbýnum.

Hesar eygleiðingar eru sjálvandi gjørdar í hásesong, men ferðavinnan í Riga er alt árið, tó at hon er væl størri um summarið sum um veturin. Meiri kann lesast á hagtalssíðuni ”Tourism – Key Indicators” á http://www.csb.gov.lv


Hvat vilja havnarfólk?

Tað eru ikki bert Mykines og Saksun, ið líða undir ferðavinnuni í Føroyum. Heldur ferðafólkavøksturin fram, kemur tað sannlíkt eisini at raka Tórshavnar miðbý hart. Tænastuvirksemið kemur í alsamt størri mun at verða ferðavinnuvent, bústaðirnir í miðbýnum koma í alsamt størri mun at verða leigaðir út. Við øðrum orðum kemur øll sálin, ið vit vanliga hava havt í Tórshavnar miðbýi, at standa fyri falli.

Hetta er sjálvandi longu í ávísan mun hent, men trupulleikin fer allarhelst bert at vaksa, um einki aktivt val verður gjørt um Tórshavnar miðbý. Sum heild átti at verið skrivað eitt álit um positivar og negativar avleiðingar av ferðavinnuni, soleiðis at til ber at taka hond um trupulleikarnar, áðrenn teir sleppa at vaksa seg stórar. Hvussu stórar avleiðingarnar verða, er tó sera ilt at meta um.

Yvirskipað er trupulleikin, at ferðavinnan førir við sær eina rúgvu av tabu-evnum, ið fá tora at kjakast um. Ferðavinnan gevur sjálvandi inntøkur, men hesar inntøkur eru sanniliga ikki ókeypis – og kostnaðirnir eru bæði av peningagjørdum og ikki-peningagjørdum slagi.


Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur


Tíðargrein prentað í Sosialinum 17. juli 2017

No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...