Sunday, August 6, 2017

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017

Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis nakrar vikur, og tíð er í staðin til at gera summi av teimum tingunum, ein ikki fær tíð til dagliga. Nú hevur tú høvi at ganga handan fjalltúrin, tú so leingi hevur ætlað tær. Nú hevur tú høvi at flota tær bátin, ið hevur staðið í neystinum síðani farna heyst. Nú hevur tú høvi at vitja familjulimirnar, ið tú ikki hevur sæð síðani á jólum. Nú hevur tú høvi at gera øll tey tingini, tú hevur havt ringa samvitsku um seinastu nógvu mánaðirnar.

Longu fingið stress av at lesa hesa greinina? Ja, tað er strævið at halda summarferiu, um tað fylgja so nógvar pliktir við. Hevði tað ikki verið betri, um tú hevði tíð til alt hetta leypandi gjøgnum árið?

Tað eru nógv eldri fólk, ið koma í eina samleikakreppu, tá tey gerast pensjónistar og ikki longur hava arbeiðið at halda seg til. Tey eru vorðin so heft at sínum arbeiði, at tey ikki megna at liva uttan tað. Arbeiðið er nærum vorðið eitt rúsevni. Hinvegin hoyrist eisini frá fólkum, ið angra at tey hava arbeitt so nógv heldur enn at nýta meiri tíð til onnur viðkomandi ting, m.a. familju, vinir og børn. Eg haldi við bretska filosofinum Bertrand Russell, at ”... a great deal of harm is being done in the modern world by belief in the virtuousness of work, and that the road to happiness and prosperity lies in an organized diminution of work.(úr ”In Praise of Idleness”)

At arbeiða er sum vera man eitt samfelagsligt normkrav, men tað er eisini partvíst eitt persónligt val. Gaman í verða vit í stóran mun stýrd av teimum ógvusligu protestantisku normunum, ið virka við til at Føroyar – saman við Íslandi – liggja ovast í uppgerðum yvir arbeiðsvirkni (Nordisk Statistik 2016). At velja arbeiði frá er sostatt ikki nøkur einføld gerð, um man er føroyingur.

Í síðsta enda er og verður tað tó eitt val. Valið stendur millum: hvussu nógv vilt tú arbeiða, og hvussu nógva frítið vilt tú hava. Hetta er einfalt sett upp, og sum eg fari at vísa á seinni í hesi kronikk, er tað ikki altíð so einfalt.


Val av lívsformi

Tað er sera ymiskt, hvussu fólk innrætta sítt lív, og millum annað hevur vektin millum arbeiði og frítíð nógv at siga. Summi arbeiða meiri, summi arbeiða minni. Summi arbeiða næstan alla tíðina, meðan tey eru vakin, meðan onnur hugsa sera nógv um sítt arbeiði, meðan tey hava frí – lesa kanska fakbøkur heldur enn fagurbókmentir. Tó er ein tann vanligasti lívsformurin tann sokallaði ”lønarbeiðaralívsformurin”, har man arbeiðir eitt ávíst tímatal hvønn yrkadag og síðani gloymir mest sum alt um arbeiðið, til man møtir aftur til arbeiðis dagin ella vikuskiftið eftir.

Hvussu so víkir og vendir, so fyllir arbeiðið avbera nógv hjá føroyingum, og er mítt ynski ikki at traðka niður á tey, ið arbeiða nógv. Summi kundu tó uppiborið eitt sindur av kritikk, tí tey kanska hava ment okkurt slag av ”workaholismu”, tvs. ein sjúkligan tørv á at arbeiða alt ov nógv. At orðið workaholisma minnir nógv um alkoholismu, er eingin tilvild. Talan er í báðum førum um at vera bundin at onkrum uttan at kunna leggja tað frá sær. Vit hava í Føroyum lyndi til at síggja arbeiði sum nakað gott og yvirarbeiði sum enn betri. Men kanska er vert at steðga á eitt bil og hugsa, um tað nú veruliga er pengarnar vert at gera hatta eyka arbeiðið, ið tær stendur í boði.

Mítt ynski er, at fólk eru meiri umhugsin, tá tey velja sær lívsform. Tað er ikki neyðugt altíð at gera júst sum samfelagsnormarnir krevja. Tað er møguligt at broyta mynstur og liva á ein annan hátt enn foreldrini gjørdu ella sum grannarnir vænta. Ynskir tú at hava ein ”karrierulívsform”, so ger tað. Ynskir tú at hava ein ”sjálvstøðugan lívsform”, so ger tað. Tú skal bara minnast til, at val av livsformi hevur djúptøknar avleiðingar fyri tína lívsførslu. Tú kanst koma til at innrætta títt lív soleiðis, at arbeiðið tekur so nógva tíð og krevur so nógvar kropsliga og mentala orku, at tú illa fært tíð og orku til øll hini viðurskiftini, tú kundi droymt um.












Ovurstórar materialistiskar ambitiónir

Ein høvuðsorsøk til at arbeiða er sjálvandi meining, prestisja, gerandisrutina o.l. Men tað slepst ikki uttan um, at lønin er ein avgerandi orsøk til at arbeiða. Um tú kennir nógva meining við tínum arbeiði, kann tað eisini vera meiningsfult at arbeiða munandi meiri enn teir 40 tímarnar, fólk vanliga arbeiða um vikuna. Hetta er fult út í lagi, so leingi tú ikki byrjar at svíkja tíni nærmastu, tína familju, tínar vinir o.s.fr. Og enn týdningarmeiri: so leingi tú ikki byrjar at svíkja tínar egnu psykologisku og fysiologisku tørvir. Ovurarbeiði kann – uttan at tú varnast – gera seg inn á bæði krops- og sálarstøðu tína. Fyri bert at nevna tvær møguligar avleiðingar burtur úr rúgvuni: blóðproppur og stress.

Hóast tær dámar at arbeiða, mást tú altíð vera tilvitaður um, hvar markið fyri arbeiðið gongur. Tað ber ikki til áhaldandi at pressa teg sjálvan til tað ytsta.

Tó, ikki øll hava møguleikan at frávelja arbeiði. Orsøkin kann yvirskipað orðast undir eini yvirskrift: ”ovurstórar materialistiskar ambitiónir”. Hevur man vant seg við at ganga í fínastu klæðunum, ferðast við familjuni til subtropisk paradís hvørt ár, altíð hava tann nýggjasta flatskíggjan ella skifta køkin út við jøvnum millumbilum, so krevur hetta eina stóra inntøku. Um man hevur stóra gleði av øllum hesum fínu tingunum, so er at gera tað. Man skal bara vera greiður yvir, at tað kostar pengar – og at pengar hjá flest øllum menniskum eru tað sama sum tíð.

Ein annar formur fyri ovurstórar materialistiskar ambitiónir kann liggja í skuldarbinding. Var tað neyðugt at byggja hús tíni størri enn grannans? Var tað neyðugt hjá tær at taka lán fyri at gera alt rundan um húsini liðugt beinanvegin? Var tað neyðugt við hasi dupultu garasjuni? Og var tað neyðugt at keypa ein spildurnýggjan luksusbil? Nei, sjálvandi var einki av hesum neyðugt. Hetta eru alt val tú fremur, tí tú hevur høgar materialistiskar ambitiónir. Tú kundi saktans klárað seg við einum eldri húsum og einum brúktum bili, ið kundi staðið úti á skervtúninum.

Við lægri skuld høvdu tit sostatt havt nógv víðari fíggjarligt rásarúm. Tit høvdu ikki havt fyri neyðini at arbeiða yvir. Tit høvdu kanska enntá kunnað arbeitt niðursetta tíð, um tit høvdu hug til tað.


Tey ókeypis virðini

Humlan í øllum hesum er, at tað finnast onnur virði enn materialistisk virði. Og tað finnast eisini onnur virði enn peningagjørd virði. Hervið ikki sagt, at materialistisk og peningagjørd virði ikki eru góð virði, sjálvandi eru tey tað. Í stóran mun eru tey alneyðug fyri okkara vælferð. Trupulleikin er heldur, at samfelagið í dag hevur heldur stórt lyndi til at fokusera á materialistisk og peningagjørd virði. Hesi eru sum vera man sjónlig og hava ofta ein alment góðtiknan prís (ofta marknaðarprís), ið kann síggjast hagtalsliga aftur í bruttotjóðarinntøkuni.

Men prísur og virði nýtist ikki at vera tað sama. Um tú keypir ein bil fyri 50.000,- ella 250.000,- so hevur tann seinni sjálvandi hægri prís og eisini hægri søluvirði. Men um ambitiónin einans er at kunna flyta seg trygt frá A til B, so er nyttuvirðið av dýrara bilinum undir ongum umstøðum fimm ferðir størri. Uttan iva er dýrari bilurin munandi betri, men neyvan so nógv betri.

Á sama hátt eru eisini ókeypis virði, ið kunnu hava ómetaliga stórt nyttuvirði fyri fólk. Einhvør føroyingur kann fara á seiðaberg og syfta sær nakrar seiðir. Hetta er ikki peningagjørt, men hevur tó eitt materielt nyttuvirði. Men umframt materiella virðið av seiðinum hevur hetta eisini eitt immaterielt virði: Tað at veiða fisk kann í sær sjálvum vera vælgerandi fyri fólk, eisini hóast tey ikki fáa so nógv burtur úr.

Tað ber sjálvandi til at fylla sítt lív við dýrum tingum og peningakrevjandi aktivitetum, men man skal ikki gloyma, at tað eisini ber til at finna stórt eydnusemi í ómateriellum handlingum, bæði í einsemi og saman við øðrum. Í einum ”post-materialistiskum samfelagi” vil tað oftast vera soleiðis, at tørvirnir á viðurkenning og sjálvrealisering hava meiri at siga enn materiellir tørvir.



Civilsamfelagið skapar meining

Samfelagið er í dag er í stóran mun bygt á marknað og stat, meðan civilsamfelagið spakuliga dettur niðurfyri. Við tað at fólk fáa alsamt størri inntøkutørv, má arbeiðast alsamt meiri, og samstundis fær tað almenna eisini størri inntøkutørv, ið má fíggjast gjøgnum skatting, nýtslugjøld v.m. Vøkstur mátaður í pengum er at kalla vorðin tann nýggja religiónin. Pengar eru tað, ið fær samfelagsbúskaparhjólini at mala runt. Og lætt er at knýta tráðin frá tí yvirskipaða samfelagsbúskapinum niður til konkreta lívið hjá hvørjum einstøkum. Jú skjótari samfelagsbúskaparhjólini mala, tess skjótari mala eisini tey smáu, privatu ”hamstarahjólini” (orð lænt frá danska sálarfrøðinginum Svend Brinkmann). Fólk skulu arbeiða meiri, brúka meiri, gerast meiri produktiv. Hamstarahjólið melur bert eitt sindur skjótari hvørt einasta ár, og tey flestu uppdaga tað valla fyrr enn tað er ov seint og tey liggja fløt á gólvinum í hamstarabúrinum.

Eitt er, at økta arbeiðsbyrðan fær avleiðingar. Líka ringt er, at hetta merkir, at minni tíð er til tey sokallaðu nærsambondini: familju, børn, vinir, grannar, felagsskapir o.s.fr. Hvussu langt síðani er tað, síðani tú hevur spælt tónleik saman við gomlu kammeratunum frá student? Hvussu nógvar føðingardagar hevur tú ”gloymt”, tí tú bara ikki orkaði? Hvussu ofta hevur tú meldað avboð til innandurða fótbólt? Hví hevur tú verið til so fáar kórvenjingar í vár? Hví hevur tú ikki verið á flot við børnunum, hóast tú eigur bæði bát og neyst?








Orsøkin er allarhelst, at tú hevur ov nógv at gera. Og tá tú hevur frí, vilt tú heldur hava okkurt passivt undirhald: sita frammanfyri fína flatskíggjan ella njóta tónleik gjøgnum títt spildurnýggja stereoanlegg. Ella kanska ert tú noyddur at brúka tíð upp á allar tínar ognir: mála garðin, sláa grasplenuna, vaska bilin ella leggja hasar terassusteinarnar, tú keypti fyri tveimum árum síðani, tá tú hevði hasa villu keypsmaniina. Fekst tú forrestin nakrantíð brúkt handan viðfestisvognin, tú keypti í sama viðfangi?

Alt gott um materialistiska nýtslu, um tað er tað man vil. Tað finnast nógv fólk, ið fáa stóra gleði burtur úr at handfara materialir av ymiskum slagi. Kreativitetur kann sanniliga hava eitt sterkt materialistiskt aspekt. Man skal bara gera sær greitt, at nakað av tí mest meiningsskapandi, ið finst í lívinum, eru nærsambondini í civilsamfelagnum. Hóast nógv av hesum ongan ella lágan kostnað hevur, so kann hetta skapa tær størri virði enn nógv av teimum materialistisku og peningagjørdu virðunum, fólk brúka so nógva orku til at kradda inn undir seg, ofta mest til húsaskorð.

Man kann eisini venda tí á høvdið og siga, at tað ikki ert tú, ið investerar í ting, men tú, ið investerar teg í ting. Hugsar man hendan tankan víðari, verður tað sjálvsagt, at tað er nógv meiri meiningsfult at investera tíð og orku í onnur menniskju enn at investera tið og orku í materialistisk ting. Flestu tingini fúna og missa sítt virði, so hvørt sum tú brúkar tey, meðan menniskju fáa alsamt størri virði, tess meiri tú ert saman við teimum!

Við eini umskriving av Dalai Lama kann sigast, at fyrr brúkti man ting og elskaði menniskju. Í dag elskar man ting og brúkar menniskju: ”People exist to be loved; objects exist to be used. The world is in chaos because these things are the other way round.”

Um málið er eitt meningsfult lív, gevur tískil stóra meining at seta materialistisku ambitiónirnar niður og heldur nýta meiri tíð at vera saman við sínum nærsambondum.



Tað týðningarmikla er umhugsni

Hóast hendan kronikk partvíst er skrivað í 2. persóni, skal hetta ikki skiljast sum eini harraboð um lívsførslu. Heldur skal tað skiljast sum ein vælmeint ábreiðsla, ið vónandi kann fáa summi til at hugsa seg betri um, heldur enn bert at gera tað, ið onnur vænta.

Lívið skal vera nakað, tú sjálvur velur, ikki nakað onnur velja fyri teg!

Tí er altíð vert at hugsa um hvørji aspekt av lívinum geva meining og hvørji kundu verið lúkað út. Hevur tú tørv á einum nýggjum køki, ella skuldi tú kanska brúkt meiri tíð saman við familjuni í verandi køki? Hevur tú tørv á einum nýggjum gardinubáti, ella skuldi tú kanska farið oftari á flot við gamla áttamannafarinum? Hevur tú tørv á at ferðast til Phuket ella Bali, ella skuldi tú kanska hildið summarferiu hjá foreldrunum á bygd?

Hetta eru alt val, tú kanst fremja, og alt eftir sinnalagi kanst tú koma til ymiskar niðurstøður.

Í síðsta enda er tað eitt val, um tú vilt tjena so nógv sum gjørligt, ella um tú kanst liva við munandi lægri inntøku. Ger tær ta tænastu at ímynda tær eitt lív við helvtarinntøku. Tú hevði verið noyddur til at skorið tína materiellu vælferð langt niður. Tú hevði verið noyddur til at verið nógv meiri sparin og helst eisini flutt í ein minni bústað.

Hinvegin: um bæði tú og makin høvdu farið niður í hálva arbeiðstíð, so høvdu tit bæði havt 20 tímar meiri hvørja viku til alt møguligt annað, ið kundi ríkað tykkara lív. Samanlagt eru hetta 40 tímar hvørja viku – ella 1.880 tímar um árið (40*47, um tit hava fimm vikur feriu). Tit høvdu havt færri ting at røkja, men havt nógv meiri tíð at røkja tykkara nærsambond!

Hetta er ikki nakað, ið verður gjørt eftir einum degi. Eingin kann umstilla sítt lív her og nú. Tað eru eisini nógv praktisk viðurskifti kring m.a. starvssetan, ið mugu loysast. Men man kann taka eina avgerð um at lækka sínar materialistisku ambitiónir og spakuliga byrja at reformera sítt lív mótvegis einari meiri menniskjavinarligari og minni tingsvinarligari tilveru.

Eisini kann hetta vera við til at fyribyrgja lúrandi sálarligum trupulleikum, t.d. stress ella depressión. Fólkaheilsuráðið sendi fyrr í summar út hesi ráð til fólk, ið vilja styrkja sína sálarligu heilsu (Fólkaheilsuráðið, 4. juli 2017):

1. Ver virkin. Ver virkin likamliga, sálarliga, sosialt og andaliga: tú kanst ganga ein túr, lúka í urtagarðinum, tosa við ein granna, telva, lesa eina bók ella vera djúphugsin og njóta náttúruna.
2. Ver saman: Ver partur av einum bindiklubba, tónleikabólki, bókaklubba, ítróttaliði ella ver enn meira virkin í einum bólki, tú longu ert partur av.
3. Ver hugbundin. At vera hugbundin, sipar til at vera uppií onkrum ella binda seg til okkurt við fullum huga. Ger sjálvboðið arbeiði, set tær sjálvum eina avbjóðing, lær okkurt nýtt ella hjálp eini ommu ella vini við onkrum.”
Merkisvert er í hvussu stóran mun hesi ráð eru frítíðar- og civilsamfelagsorienterað. Tað snýr seg snøgt sagt um at sleppa sær úr statsliga/marknaðarliga hamstarahjólinum.


Pengagerð av frítíð

At velja frítíð fram um arbeiði er ikki so einfalt gjørt sum sagt. Hóast tað framvegis finnast nógvir frítíðaraktivitetir, ið eru ókeypis ella relativt bíligir, so verður alsamt vanligari, at peningur krevst fyri at gagnnýta sína frítíð. Frítíðin er jú ikki einans grundað á civilsamfelagið, sum hon einaferð var. Í dag hava bæði statur og marknaður í stóran mun tikið yvir og bjóða út frítíðaraktivitetir afturfyri pening. Munurin er ofta, at staturin (sum oftast kommunurnar, ið eru lokaldeildir av statinum) bjóðar frítíðaraktivitetir til lægri og socialt differentieraðar prísir. Hinvegin veita frítíðarfyrtøkur aktivitetir fyri hægri og fastan prís. Tær fáa jú vanliga ikki almennan stuðul til sítt viksemi.
Men eisini civilsamfelagið tekur í stóran mun pening fyri sítt virksemi. At vera skóti, at spæla fótbólt ella gera fimleik eru aktivitetir, ið bera ein kostnað við sær fyri íðkaran.

Sostatt kann ikki sigast, at talan altíð er um at velja peningagjørda vælferð frá og velja ikki-peningargjørda vælferð til. Talan er sjálvandi um eitt kontinuum, har víst verður á møguleikan at sýna sparni við peninganýtsluni og heldur nýta tíð og orku til bíligari, men minst líka gevandi viðurskifti.

Í síðsta enda vil minni arbeiði enntá ikki bert geva meiri frítíð, men eisini betri frítíð: Lat okkum enda har vit byrjaðu, við Bertrand Russell (In Praise of Idleness) “Above all, there will be happiness and joy of life, instead of frayed nerves, weariness, and dyspepsia. The work exacted will be enough to make leisure delightful, but not enough to produce exhaustion. Since men will not be tired in their spare time, they will not demand only such amusements as are passive and vapid.”


Nakrar keldur

In Praise of Idleness. Úr: Bertrand Russel, In Praise of Idleness and Other Essays. Routledge, 1935.
Nordisk Statistik 2016. Nordiska ministerådet, 2016.

Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur




No comments:

Valið millum arbeiði og frítíð

Prentað sum kronikk í Dimmalætting 4. august 2017 Í løtuni hava nógvir føroyingar summarfrí. Dagligu pliktirnar eru lagdar til síðis na...