Wednesday, January 9, 2019

Hví skulu vit hava kommunur?

Prentað sum tíðargrein í Sosialinum 9. januar 2019

Tá Skálafjørðurin er boraður ígjøgnum, eru fólkatungu økini í Vágum, Streymoy, Eysturoy og Borðoy at meta sum forstaðir í “Stór-Tórshavn”. Vágaleiðin, Vestmannaleiðin, Sundaleiðin, Skálafjarðarleiðin og Eysturleiðin eru tá “fingrar” í hesum býi. 

Áhugavert kjak hevur í seinastuni verið um kommunusamanlegging. Kári Egholm Jacobsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu skeyt triðja jóladag upp at leggja kommunurnar kring Skálafjørðin saman í eina kommunu, ið kundi virka sum ein mótvekt móti Tórshavnar kommunu. “Tann nýggja kommunan við meira enn 10.000 borgarum um 10 ár ella??” var fangandi yvirskriftin hjá vinnulívsmanninum.

Mótmæli hoyrdist síðani frá borgarstjóranum í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, ið vísti á, at smáar kommunur saktans kunnu hava skynsamari rakstur enn størri kommunur. Hann vísti m.a. á, at Runavíkar kommuna hevur hægri skattatrýst enn Nes og Sjóvar kommunur. (Eiðis kommuna hevur enntá enn lægri skattatrýst).

Meiningin hjá Kára Egholm Jacobsen er sera relevant og í grundini proaktiv, tí hann setur hol á eitt kjak, ið fer at gerast enn meiri átrokandi um nøkur ár, tá Skálafjarðartunnilin er vorðin veruleiki og Sandoyartunnilin er í gerð. Meiningin hjá Jógvani í Skorini ber hinvegin brá av einum reaktivum borgarstjóra, ið óttast, at Eiðis fer at missa sítt sjálvræði. Hetta er eisini eitt relevant sjónarmið, tí við størri kommununum vil rákið móti økisligari (regionalari) miðsavning styrkjast. Ein Skálafjarðarkommuna vil natúrliga miðsavnast kring Runavíkina, ein Norðoyakommuna vil natúrliga miðsavnast kring Klaksvík o.s.fr. Eiðis kommuna hevur somuleiðis rætt í, at ein samanløgd Sunda- og Eiðis kommuna hevði ført við sær ávísa miðsavning kring Streymin.



Kommunur fatast aftureftir, men lívið má livast frameftir

“Livet forstås baglæns, men må leves forlæns”, segði heimspekingurin Kierkegaard á sinni.

Mær tykist sum kommunali geirin í stóran mun er vorðin ein anakronisma, í hvussu er í verandi líki. Samfelagið er ikki tað sama í dag sum í farnu øld. Føroyar eru í dag eitt heilt annað samfelag, enn vit vóru í 1900 ella í 1950. Ja, Føroyar eru enntá munandi broyttar bara síðani kreppuna í 1990’unum. Í dag eru Føroyar samanbundnar við tunlum, undirsjóvartunlum og góðum, breiðum vegum.

Meginparturin av landinum er í dag at meta sum ein stórur, samanhangandi býur. Verða Føroyar samanbornar við økið kring Keypmannahavn, sæst at Vágar, Streymoy, Eysturoy og Borðoy ikki strekkja seg longur út enn fingrarnir í “Storkøbenhavn”, har Sandavágur er sambærligur við Ishøj, Vestmanna við Høje Taastrup, Hósvík við Ballerup, Toftir við Gentofte og Klaksvík við Humlebæk. Tá Sandoyartunnilin kemur, er strekkið úr Havn til Skopunar ikki meiri enn ein túrur av Ráðhúsplássinum út á Dragør.

Veruleikin anno 2019 er, at meginparturin av føroyingum búgva í einum rættiliga avmarkaðum øki. Veruleikin er tískil eisini, at okkara praktiski gerandisdagur er samanbundin tvørtur um tey kommunumørk, ið avmarka okkum. Kommunurnar høvdu eitt endamál, tá samfelagið framvegis var sundurpettað í spjaddar bygdir og oyggjar. Í hundraðáraskeiðnum 1866 til 1967 høvdu vit kommunusundurspjaðingar, ið góvu góða meining í mun til táverandi samfelagsbygnaðin. Síðani hava vit upplivað eina stóra infrakervis- og tøknibroyting av samfelagnum. Longu tá Nes og Runavíkar kommunur fóru sundur í 1967, var samfelagsrákið vent. Vit hava síðani upplivað kommunusamanleggingar og kommunal samstørv, ásannandi, at gamli kommunali bygnaðurin als ikki er tíðarhóskandi longur.



Kommunurnar eru ein borgaratænasta, ikki eitt mál í sær sjálvum

Enn eru gaman í orsøkir til at varðveita smáu kommunurnar. Serliga síðani valdømini vórðu avtikin, tykjast kommunurnar sum ein síðsti skansi hjá bygdunum at verja seg móti miðsavningini av samfelagnum. Jógvan í Skorini er gott dømi um borgarstjóra, ið roynir at verja borg. Men ein onnur orsøk hjá borgarstjórum og bygdaráðslimum at varðveita sínar kommunur er sjálvandi teirra egna valdspositión. Ein bygdaráðslimur í lítlari kommunu veit, at hann fær trupult at verða valdur í einari samanlagdari kommunu. Í staðin noyðist hann at søkja ávirkan í einari staðbundnari nevnd. Ein borgarstjóri í lítlari kommunu veit, at hann helst bert verður meinigur býráðslimur í samanløgdu kommununi, tí fleiri onnur eru eru um boðið at gerast borgarstjórar.

Við øðrum orðum hava kommunurnar eitt ynski um at varðveita seg sjálvar fyri sína egnu skuld.

Í øllum hesum mugu vit tó ikki gloyma, at kommunur ikki eru smá “kongsríki”, men almennir stovnar, ið skulu veita sínum borgarum tænastur og vælferð. Neyðugt er at fasthalda, at kommunurnar eru til fyri at tæna borgarunum, ikki umvent! Gaman í eru kommunurnar framvegis “lokalir felagsskapir”, men hesin leiklutur er vorðin so minimalur, at hann í sjálvum sær er ein ov veik grundgeving fyri kommunala sjálvræðinum.

Kommunurnar í dag hava heilt onnur málsøki enn tær høvdu fyri hundrað árum síðani, ja bara fyri 50 og 25 árum síðani. Nú á døgum eru kommunurnar vorðar sonevndar “vælferðarkommunur”. Heldur enn at loysa lokalar, tekniskar uppgávur, er kjarnuuppgávan flutt til at veita borgarunum vælferð, t.d. barnaansing, skúla, kvøldskúla, eldrarøkt o.s.fr. Nógvar av teknisku uppgávunum eru vegna stórrakstrarfyrimunir fluttar í landsumfatandi felagsskapir (IRF, SEV). Men eisini vælferðaruppgávurnar eru vorðnar so umfatandi, at tær ikki kunnu loysast av smáu kommununum. Neyðugt hevur tí verið at stovnseta økissamstørv, ið kunnu lyfta eldrarøkt, barnavernd, skúla o.s.fr. Bert fáar kommunur eru nóg stórar til at lyfta hesar uppgávur einsamallar.

Umframt hetta eru nógvar av skrivstovutænastunum hjá kommununum avlastaðar gjøgnum vælvirkandi heimasíður og teldupostskipanir, har borgarin kann fáa ta kunning og ta hjálp, honum tørvar. Heldur ikki umsitingarligi nærleikin er longur ein grundgeving fyri kommunala sjálvræðinum, kanska tvørt ímóti. Smáu korini gera jú váðan størri fyri vina- og kenningapolitikki.



Hví ikki avtaka kommunurnar?

Tað er kærkomið, at Kári Egholm Jacobsen hevur sett hol á tabuevnið kommunusamanleggingar. Við fólkaatkvøðuni um nýggjan kommunubygnað í 2012 fingu vit eitt haldkjaft-bomm, ið effektivt køvdi kommunusamanleggingargongdina, ið annars var komin væl áleiðis um tað mundið.

Nú er tíð at koma víðari, serliga eftir at vit nú uppliva eina stóra infrakervisliga kollvelting við Skálafjarðar- og Sandoyartunlunum, ið knýta enn fleiri borgarar enn nærri saman. Hesir tunlar eru game-change’arar. Teir binda ikki bert Føroyar saman, men broyta fullkomiliga hvat Føroyar eru. Føroyar eru ei longur eitt spjatt oyggjaland, men í høvuðsheitum ein samanhangandi býur við nøkrum einstøkum bygdum/oyggjum, ið fella uttanfyri felagsskapin á “Meginlandinum”.

Sum tíðin gongur fara kommunurnar í størri mun at kennast sum ein spennitroyggja hjá hvørjum einstøkum borgara. Ymiskar kommunur hava ymiskt skattatrýst, ymiskar frádráttarskipanir og ymiskt tænastustøði. Við øðrum orðum kann ikki longur sigast, at kommunurnar eru ein garantur fyri einum jøvnum vælferðarstøði millum føroyingar. Heldur eru tær ein hóttan móti einum jøvnum vælferðarstøði. Nakrar kommunur eru ríkar og kunnu bjóða høgt tænastustøði umframt lágt skattatrýst og høgan barnafrádrátt. Aðrar kommunur eru fátækar og mugu lækka tænastustøði og barnafrádrátt, umframt at tær mugu hava eitt høgt skattatrýst. Borgarar í ávísum kommunum verða tískil revsaðir fyri nøkur viðurskifti, teir ikki hava stórvegis møguleika at ávirka – annað enn við at flyta. Hetta er institutionaliserað órættvísi.

Ein loysn er sum vera man at skipa eina holla kommunala útjavning, til dømis við innlendis blokkstuðli ella felags skattainnkrevjing. Við at avtaka kommurnar sleppa vit tó undan hesum kjaki, tí tá verður møguligt at skipa vælferðartænasturnar í Føroyum eftir einum felags, samhaldsfastum leisti.

Eisini loysir hetta trupulleikan við, at borgarar verða stavnsbundnir í eini kommunu. Tá Skálafjarðartunnilin kemur, kann saktans hugsast, at tað er skilagott hjá toftakonu, ið arbeiðir í Havn, at koyra børn síni í barnagarð í Hoyvík. Tað kann eisini hugsast, at ein arbeiðsmaður úr Argjum, ið arbeiðir á Glyvrum, hevur fyrimun av at hava kommunulækna í Runavík. Vit kunnu eisini ímynda okkum, at ein gomul illgongd heimasandskona verður koyrd á røktarheim á Sandi, tó at dótturin er flutt til Klaksvíkar at búgva. Tá hevði helst verið lættari, um gamla konan slapp á røktarheim í Klaksvík, so dótturin kundi vitja hana javnan. Nógv onnur slík dømi er um hvussu okkara vælferð ei longur passar í trongu smáu kommunalu kassarnar.

Eisini kann nevnast, at við kommunusamanlegging kunnu vit eisini fáa eina skilabetri økisplanlegging. Sum nú er royna kommunur hvør í sínum lagi at finna loysnir til at staðseta ídnað. Nógvar av hesum loysnum eru sera óhepnar og gera seg inn á bústaðarøki ella umhvørvisperlur. Eisini eru dømi um, at kommunur kappast móti hvørjum øðrum í royndini at fáa fyritøkur at staðseta seg røttu megin kommumarkið. Við færri ella ongum kommunum kundu vit hinvegin staðsett mest dálkandi ídnaðin á nøkrum fáum, úrvaldum økjum, soleiðis at bústaðarøki og umhvørvisperlur sleppa undan royki, larmi og aðrari dálking.

Fyri hvønn einstakan borgara hevur tað minni at siga, um koyrast skal eina løtu til arbeiðsplássið. Men fyri kommunukassarnar hevur tað alstóran týdning, at virksemið er staðsett røttumegin kommunumark. Av hesi orsøk hava vit seinnu árini sæð nógva ídnaðarmenning fara fram á sera óhóskandi støðum og á sera óhóskandi hátt.

Vónandi fáa vit skjótt eina uppferð við sera óhóskandi kommunubygnaðin innan alt ov langa tíð.

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur,
3. januar 2019

No comments:

Heilsan – hitt nýggja stættarstríðið

Prentað sum tíðargrein í Norðlýsinum 19. juni 2019 Stundum hoyrast fólk harmast um, at vit hava fingið dekan ov strangar heilsunor...