Wednesday, April 17, 2019

Alt meginøkið er høvuðsstaður



(Prentað sum tíðargrein í Norðlýsinum 17. apríl 2019) 

Tað er líka langt frá A til B sum frá B til A. Hetta er ein einfaldur, matematiskur sannleiki, ið ikki átti at verið neyðugt at víst á. Førka vit hetta roknistykki yvir á onnur fakøki, er svarið tó ikki so eintýðugt.

Tað er geografiskt líka langt úr Hoyvík til Runavíkar sum úr Runavík til Hoyvíkar. Psykologiskt er munurin tó fleirfaldur. Tað tykist nógv longri úr Suðurstreymoy í Eysturoynna enn úr Eysturoynni til Suðurstreymoyar. Ilt er at staðfesta orsøkina, men tað hevur helst nakað at gera við hvussu nógva vitan fólk úr ávísum økjum hava um um onnur øki.

Ein grundleggjandi treyt í samfelagnum er, at miðstaðir vita sera lítið um útjaðarar, meðan útjaðarar vita sera nógv um miðstaðir. Londonbúgvar vita lítið um København, men københavnarar vita nógv um London. Københavnarar vita lítið um Tórshavn, men havnarfólk vita nógv um København. Havnarfólk vita lítið um Runavík, men runavíkingar vita nógv um Havnina. Runavíkingar vita lítið um Funning, men funningsfólk vita nógv um Runavík.

Útjaðari og miðstaður eru sostatt relativ hugtøk. Havnin er miðstaður í mun til føroysk øki, men útjaðari í mun til útlendskar metropolar.

Boðskapurin er helst, at jú meiri tú veitst um eitt stað, tess størri er atdráttarmegin og tess stytri kennist psykologiski teinurin hagar. Veitst tú hinvegin lítið um eitt stað, er atdráttarmegin minni og tess longri kennist psykologiski teinurin hagar.


Nú eru Føroyar samanknýttar

Nógvar ábøtur eru gjørdar av føroyska vegakervinum seinastu øldina. Fyrst vórðu bygdir tengdar saman, men síðani eru eisini øki vorðin knýtt saman. Oyggjarvegurin – og seinni Kollafjarðartunnilin – knýttu Suður- og Norðurstreymoy saman. Brúgvin um Streymin og Norðskálatunnilin knýttu Streymoy og Eysturoy saman. Vágatunnilin knýtti Vágarnar saman við Streymoynna. Norðoyatunnilin knýtti Borð-, Kun-  og Viðoy saman við Eysturoynna. Við Skálafjarðartunlinum verða Suðurstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar allar tengdar munandi nærri saman, og við Sandoyartunlinum verður eisini Sandoyggin partur av stóra føroyska Meginlandinum.

Um skamma stund er alt strekkið av Argjum til Klaksvíkar ein long røð av  býlingum, ið koma at virka sum ein felags "konurbatión". Geografiska miðjan í hesi konurbatión kemur at vera framvið Skálafjørðin.

Ásannast má tó, at geografiin broytist skjótari enn psykologiin. Hóast bygdir og øki eru knýtt saman, er lokali samleikin sera trekur. Siðbundnu bygdarsamleikarnir standa framvegis sterkir, og nógv lokaløki royna tilvitað at verja sínar samleikar. Vit kenna hetta úr Klaksvík,  av Eiði o.s.fr.

Minni verður tó tosað um, at júst havnarfólk munnu vera tey mest lokalu í landinum. Í hvussu er tykist vera trupult hjá havnarfólkum at flyta seg út á bygd til tiltøk. Tað er longri úr Havnini enn til Havnina.


Tjóðleikhúsið kundi ligið í Eysturoynni

Nógv havnarfólk kunnu illa ímynda sær at fara til nakað tiltak úti á bygd. Í hvussu er má tað planleggjast væl og leingi áðrenn. Hinvegin er tað púra sjálvsagt hjá bygdarfólki at fara til Havnar til tey tiltøk, ið Havnin bjóðar. Tað er sum vera man eitt størri útboð av tiltøkum í Havn enn aðrastaðni í landinum, men fylgir man væl við á mentanarøkinum, síggjast óteljandi dygdartiltøk av alskyns slagi í ymiskum økjum í landinum. Man skal veruliga gera sær ómak fyri at keða seg í Føroyum. Sjálvt uttan Havnina høvdu Føroyar havt ein sera livandi mentanarpall.

Trupulleikin er, at "summi" halda, at alt skal liggja so miðskeiðis sum gjørligt. Ongantíð betri enn um alt kundi ligið á Vaglinum. Hetta ber av geografiskum orsøkum ikki til, tí tað endar við plásstroti.

Feskasta dømið um óhepna staðseting er ynskið um at leggja ein Tjóðpall á Skálatrøð. Harvið ger man inntriv í tey alt ov fáu parkeringsplássini, ið longu eru í mun til virksemið í miðbýnum í Havn. Harumframt skapar man tørv á enn fleiri parkeringsplássum. Vit kenna parkeringstrupulleikan frá Norðurlandahúsinum, og við Tjóðleikhúsinum verður hesin trupulleikin enn størri.

Heldur enn at tvinga alt inn í mittastu miðjuna í Havnini, kann Tjóðpallurin leggjast aðrastaðni, har hann er lættari atkomiligur hjá øðrum enn íbúgvum í miðbýnum. Ein tjóðpallur skal jú eisini vera fyri føroyingar uttanfyri Havnina. Tað er órættvíst, at bygdarfólk skulu vera við til at fíggja eina tænastu, tey sjálvi illa fáa atgongd til.
Nú Skálafjarðartunnilin kemur, er vert at umhugsa møguleikan at byggja hendan savnandi bygning uttast á Skálafjørðinum. Tað búgva hóast alt næstan 18.000 fólk í Eysturoy og Norðoyggjum - næstan líka nógv sum í Suðurstreymoy.

Ein staðseting uttast á Skálafjørðinum hevði givið góða meining í mun til tey vitjandi, hevði loyst parkeringstrupulleikarnar, hevði ment mentanarlívið í Eysturoynni og fingið norðurøkini at kent seg betri vird av føroyska "felagsskapinum".

Harumframt hevði tað verið við til at brotið niður nakrar mentalar forðingar hjá havnarfólki, so tey skilja, at "høvuðsstaðurin" ikki bert er Havnin, men alt samanbunda "Meginlandið" við øllum sínum mongu "forstøðum". 

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur



No comments:

Heilsan – hitt nýggja stættarstríðið

Prentað sum tíðargrein í Norðlýsinum 19. juni 2019 Stundum hoyrast fólk harmast um, at vit hava fingið dekan ov strangar heilsunor...